Tað verður eitt satt botnbrak, tá 07 Vestur tekur móti AB sunnudagin á Dungasandi. 07 Vestur hevur fingið eina toluliga byrjan upp á kappingarárið við seks stig fyri átta dystir. Argjamenn hava hinvegin fingið eina marrubyrjan upp á kappingarárið og hava bara eitt stig.
Argjamenn skulu skriva søgu, um teir skulu bjarga sær í ár. Síðani 2005, tá farið varð at spæla 27 umfør, hevur einki lið staðið seg so illa sum AB hevur í ár. Bara eitt stig er tað blivið til.
Í fjør hevði FC Suðuroy tvey stig um sama mundið, men endaði eisini við at flyta niður. Hvørt ár síðani 2005 hevur eitt lið havt í mesta lagið fýra stig, men tað hevur ongantíð eydnast nøkrum av teimum at enda á áttinda plássi, sum í dag skal til fyri at bjarga sær plássinum í bestu deildini.
Botnbrak
Dysturin hevur stóran týdning fyri bæði AB og 07 Vestur. Tí er uppgerðin eisini »Dysturin hesa vikuna« í Sosialinum. Vit hava heitt á tveir fyrrverandi spælarar hjá ávíkavist 07 Vestur og AB, at meta um liðini.
Bæði 07 Vestur og AB stríðast fyri at finna ein leist, sum kann tryggja teimum eina tilveru í bestu deildini. 07 Vestur kann framvegis bjarga sær, um teir tapa fyri AB, men tað ger sjálvandi uppgávuna verri.
Skuldi AB hinvegin tapt, so verður ringt at ímynda sær, at teir klára at bjarga sær. Tí 07 Vestur kemur upp á níggju stig, meðan TB hevur minst 10 stig. Ganga vit út frá, at EB/Streymur kemur seg nøkunlunda, so verður tað upp til AB at skula yvirhála bæði 07 Vestur og TB, sum hava ávíkavist átta og níggju stig fleiri. Tað verður torført.
( SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 )
- - -
Aftast eftir átta umfør:
2012: FC Suðuroy, 2 stig (Endar aftast við 9 stigum)
2011: B71, 3 stig (Endar aftast við 11 stigum)
2010: AB, 3 stig (Endar aftast við 14 stigum)
2009: KÍ, 4 stig (Endar næst aftast við 24 stigum)
2008: B71, 4 stig (Endar næst aftast við 23 stigum)
2007: VB/Sumba, 3 stig (Endar aftast við 11 stigum)
2006: ÍF 3, stig (Endar aftast við 3 stigum)
2005: GÍ 4, stig (Endar næst aftast við 23 stigum)
- - -
Birgir Joensen:
Hjálparvenjari hjá 07 Vestur í fjør, og fyrrverandi FS Vágar spælari
Styrkir:
Styrkin hjá 07 Vestur er á miðvøllinum. Við Evrard Blé, Jovan Panic og Eli F. Nielsen hevur liðið ein fjølbroyttan miðvøll. Evrard Blé hevur evnini at senda tær longu avleveringarnar, Jovan Panic er kvikur og skjótur á bóltinum, meðan Eli F. Nielsen er sterkur í nærdystinum – serliga í luftspælinum.
Liðið skjýtir eisini mál og hevur í Ibrahima Camara ein málskjútta. Tá liðið í løtum spælir væl, so eru teir eisini betri enn mótstøðuliðið.
Veikleikar:
Óstøðugur. Teir kunnu spæla væl, spæla illa og spæla heilt illa. 07 Vestur hevur eisini ringt við at lukka av, tá nullið skal haldast. Móti KÍ berjir liðið seg upp á 2-2, men tapir 5-2. Í hesum løum er tað er ikki beinleiðis verjan sum spælir illa, men liðið sum heild.
Stjørnuspælari:
Tað er Tór-Ingar Akselsen. Hann verður ansaður væl av mótstøðuliðnum í ár, men tað merkir bara, at hann bindir fleiri spælarar og gevur øðrum meiri pláss. Hann er skjótur og góð evni at seta mótstøðumannin av. Í fjør var hann toppskjútti, men í ár hevur hann víst seg sum ein góðan uppleggjara.
Lyklaspælari:
Jovan Panic er týdningarmikil fyri liðið. Hann arbeiður hart og kann føra bóltin fram. Hann var besti maður móti TB og spældi væl móti serliga HB í Gundadali.
Jokari:
Her restar eitt sindur í hjá 07 Vestur. Teir mangla fólk, sum teir kunnu seta inn og venda dystinum. Eg kundi nevnt Holdar Durhuus, sum er ein ungur vongur, sum hevur spælt nógv í ár. Hann er lættur á beinum, roynir nógv við bóltinum.
Úrslit:
Eg vænti at dysturin verður tættur. AB spælir eftir eini spæliskipan og megnar 07 Vetur at avlesa tað, so kunnu teir seta seg á dystin í løtum. Avgerandi stríðið verður á miðvøllinum. Eg vóni og vænti, at 07 Vestur vinnur 2-1.
Tróndur Sigurðsson:
Fyrrveradi áleypari hjá AB og HB
Styrkir:
Hjá AB liggur styrkir í spæliskipanini. Teir hava havt sama venjara í eitt longri tíðarskeið og spælararnir kenna sína uppgávu. Annars ber illa til at tosa um styrkir, tá eitt lið bara hevur fingið eitt stig í átta dystum. Her skal tó sigast, at skaðar eiga sín lut í ringu gongdini.
Veikleikar:
Tað er nógvir óroyndir spælarar á liðnum. Hetta kemur aftur av, at fleiri av teimum royndu eru skaddir, og tí eru spælarar á liðnum, sum eru í menning, men ikki eru klárir til bestu deildina enn.
Álopsparturin haltar eisini. Liðið skjýtir ov fá mál. Ahmed Keita er ikki komin í gongd við málskjótingini.
Stjørnuspælari:
Tað er Sorin Anghel. Hann hevur gjøgnum fleiri kappingarár prógvað, at hann er millum landsins bestu spælarar. Hann hevur ein sentralan leiklut á liðnum.
Lyklaspælari:
Her havi eg hug at nevna tveir. Dion Splidt og Rógva Poulsen. Dion Splidt sum tann skapandi spælarin, ið hevur gott eyga fyri spælinum, meðan Rógvi Poulsen er meiri ein avgerandi spælari. Hann er eksplosivur, skjýtur mál og kann sum fáur dribbla ein mann av.
Jokari:
Eg kundi nevnt Ahmed Keita og Bjartur Kjærbo. Ahmed Keita hevur ikki spælt so nógv í ár, men kann skjóta mál, meðan Bjartur Kjærbo er ein kvikur og ágangandi spælari, sum somuleiðis kann skjóta mál
Úrsligt:
Eg vænti ein tætt og kanska ikki so væl spældan dyst. Dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini og eg vænti at tað verður bara tað eina málið ella tvey, sum koma at avgera uppgerðina. Tað er serliga á miðvøllinum, at stríðið skal vinnast. Eg tippi ein 1-0 sigur til AB.