Her er talan um nakrar av okkara fremstu bólkum hvør á sínum øki. Her er sostatt lítil ivi um, at AME-Føroyar hevur tað, ið skal til at gerast ein av ársins allarbestu tónleikaupplivingum. Nógvu útlendsku gestirnir fá á konsertunum fríggjakvøld og leygarkvøld innlit í nakað av tí besta, ið Føroyar hevur at bjóða.
Deja Vu
[myspace.com/dejavusite]
Deja Vu vann The Global Battle Of The Bands í Føroyum og við sigrinum rættin at luttaka á AME-Føroyar. Deja Vu var ein av bólkunum á fyrsta AME tiltakinum, umframt at bólkurin eisini spældi á AME Reykjavík í fjør. Somuleiðis hevur Deja Vu fleiri ferðir luttikið í Prix Føroyum.
Deja Vu fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, tá bólkurin í 2003 gjørdist nummar tvey í Prix Føroyum. Fyrsta fløgan hjá bólkinum. A Place To Stand On kom út í 2005 og var m.a. vald ársins fløga av lesarum hjá Dimmalætting. Á Planet Awards var fløgan somuleiðis í uppskoti til bestu fløgu.
Tónleikurin hjá Deja Vu er ein sveimandi og droymandi streymur av tónum, ið dregur lurtaran inn í heimin hjá bólkinum. Teir skapa eina flotta ljóðmynd.
Teir báðir oddamenninir í Deja Vu, Líggjas og Flóvin, skiftast um leiklutin sum sangari. Bólkurin hevur spælt á flest øllum tónleikatiltøkum í Føroyum, og tað er greitt at bólkurin hevur vónir um at gerast kendur uttanfyri Føroyar. Í fjør taldist Deja Vu millum virknastu føroysku bólkarnar, við framførslum nærum hvørt vikuskiftið.
Sic
[myspace.com/sicsix6]
Síðan Sic herfyri gav fløguna Pandemonium út, hevur bólkurin veruliga havt undanvind. Í føroyskum miðlum hevur fløgan fingið avbera góð ummælir og eisini uttanfyri klettarnar hevur áhugin fyri Sic verið stórur. Eitt nú hava tungmálmsmiðlar í so ymiskum londum sum Avstralia og Peru tikið tónleikin hjá Sic til sín. Avstralska promotion felagið Dark Kloud Promotions lýsir fløguna hjá SIC soleiðis:
“Í september 2006 fór Sic inn í sjúka og avskeplaða heimin hjá tónleikaframleiðaranum Tommy Hansen í Jailhouse Studios í Danmark. Teir 15 dagarnar, ið Sic brúktu til upptøkurnar av teimum 13 løgunum á fløguni, vóru ein ferð fyri lívið. Saman við Tommy góvu teir alt og meira enn tað og skaptu eitt meistaraverk – ein varða í tungmálmssøguni. Við útgávuni av Pandemoninum!, hevur SIC skapt eina nýggja byrjan, eina nýggja era.”
spanskmælta alnetstíðaritið og útvarpsstøðin Rockum, ið virkar úr Peru og gevur Sic 8,8 av 10 møguligum í karakter.
Sic hevur fimm ár á baki, men tað var ikki fyrr enn núverandi manning tók við, at Sic veruliga fór at gera um seg. Við Pandemonium hevur Sic skrivað seg inn í føroyska tónleikasøgu. Útgávan er framúrskarandi og brýtur uppúr nýggjum innan føroyskan tónleik, her er talan um sera vakran larm.
200
[myspace.com/200baby]
Tá 200 sá dagsins ljós, vóru tað neyvan nógv í tordu at spáa bólkinum handan eksperimenterandi lagið “Vit eru 200”, eina so bjarta framtíð, sum bólkurin fekk. Frítíðarverkætlanin hjá teimum trimum Niels, Una og Mikael gjørdist ein av Føroya fremstu bólkum. Eftir at Niels og Uni høvdu lagt bólkin Mold til hvíldar, uppfunnu teir saman við Mikael konseptið loysingarpunk ein tónleikastílur, ið onkur hevur lýst, sum politiskan punkrokk við Elvis vokali. Stutt sagt, 200 hevur sítt heilt egna ljóð. Hetta er tónleikur við sterkum meiningum.
Eitt av høvuðsendamálunum við AME er at varpa ljós á føroyskan tónleik, og vísa okkara bestu tónleikanøvn fram fyri tónleikaídnaðinum í øðrum londum. Við fløguni Graceland og framførslum á festivalum sum Roskilde, Spot, Iceland Airwaves, By:Larm, Larm og Umeå Open er 200 vorðið eitt tað føroyska navnið, ið hevur vakt størst ans uttanlands, tí er bólkurin eisini eitt upplagt navn á AME. Stóra danska konsertfyriskiparafyritøkan DKB Motor hevur tikið 200 undir sínar veingir, og hetta hevur gjørt undurverkir. Leysasøgur hava gingið um luttøku á Roskilde Festivalinum í ár, men hetta fæst eingin í 200 at vátta. Men eftir at bólkurin í almenna festival blaðnum í fjør fekk eitt tað besta ummælið á øllum festivalinum, so er hetta als ikki óhugsandi. Bólkurin vann Planet Awards fyri besta bólk í fjør, og var í ár í uppskoti til somu heiðursløn, umframt at vera í uppskotið til heiðurin ársins fløga hjá Dimmalætting í ár.
Gestir
[myspace.com/gestir]
Prix Føroyar vinnararnir frá 2003 risu sera skjótt ovast upp á føroyska tónleikatindin, frá at vera ein heilt ókendur og nýggjur bólkur, var bólkurin knappiliga millum fremstu føroysku tónleikanøvnini, við luttøku á festivalum, konsertum og á Listastevnuni. Sigurin í Prix Føroyum gav bólkinum møguleika at fara í upptøkuhøli. Leiðin gekk til Jútlands, har bólkurin spældi inn í víðagitnu Lundgaard upptøkuhølunum. Tað gingu tó yvir trý ár, áðrenn fyrsta fløgan hjá Gestum kom út. Tíðin hevur ment bólkin, og fyrsta útgávan, Burtur frá toftunum verður av flestu ummælarum mett sum eitt meistaraverk. Fløgan hevur fingið avbera góð ummælir.
Eisini á konsertum er bólkurin vorðin ein av bestu føroysku bólkunum. Gestir hava luttikið á AME tiltøkum í Føroyum, á báðum AME tiltøkunum í Vega í Keypmannahavn umframt á AME-Reykjavík í fjør og aftur í ár.
Herfyri skrivaðu Gestir undir umboðssáttmála við umboðsstovuna Plan C, við Christian Ulf-Hansen og Sam Blue, ið eisini umboðar Teit. Bólkurin hevur eisini gjørt avtalu við booking agentin hjá Teiti, Ulrich Lauridsen frá Glorious Records & Music Managment.
Eivør
[myspace.com/eivorpalsdottir]
Eivør vann herfyri sangkappingina hjá Atlantic Music Event, við lagnum Grát ei. Á tiltakinum í Norðurlandahúsinum verður høvi at hoyra Eivør framføra vinnandi sangin.
Eivør Pálsdóttir hevur síðan farið var undir at kjósa bestu songkvinnu í Føroyum vunnið henda heiður á hvørjum ári. Búsitandi í Danmark vann hon heiðurinm sum besta songkvinna innan fólkatónleik í Danmark í fjør.
Eivør vann kappingina ársins songrødd sum ungur tannáringur. Tað var tó í bólkinum Clickhaze, at hennara veruliga gjøgnumbrot í Føroyum kom. Rokkbólkurin verður enn mettur sum ein av bestu bólkum, ið føroyski tónleikapallurin hevur fostrað. Clickhaze vann millum annað Prix Føroyar og framførdi á Roskilde Festivalinum, áðrenn bólkurin gavst at spæla. Eftir bólkinum liggur eisini fløgan EP.
Sum einstaklingur hevur Eivør sligið navn sítt fast bæði í Føroyum og uttanlands. Serliga íslendska marknaðin hevur Eivør gjørt til sín annan heimamarknað. Hon verður útgivin á íslendska plátufelagnum 12 tónar, og hóast hon eftir at hava búð fleiri ár í Íslandi er flutt til Danmarkar, vitjar hon javnan í Íslandi. Eivør hevur givið tríggjar fløgur út undir egnum navni umframt fløguna Trøllabundin saman við Danmarks Radios Big Band.
Í løtuni arbeiðir Eivør við eini komandi fløguútgávu, ið væntandi kemur út í summar. Fløgan verður gjørd í samstarvið við írska framleiðaran Donald Lunny, ið m.a. hevur framleitt U2. Eivør
Høgni Lisberg
[myspace.com/hognilisberg]
Fyrrverandi Clickhaze trummuleikarin Høgni Lisberg byrjaði sína yrkisleið sum singer/songwriter í 2003, tá fløgan Most Beautiful Things varð givin út. Fløgan fekk góð ummælir bæði í Føroyum og uttanlands. M.a. var Høgni serliga vælmóttikin í Sveis, tá hann var á konsertferð har.
Tað var tó onnur fløgan, Morning Dew, ið flutti Høgna upp millum allar størstu nøvnini á føroyska tónleikapallinum, góðar tveir mánaðir eftir útgávuna, var hon kosin besta fløga í 2005 á Planet Awards. Løgini Learn To Ride On Waves og Just Dig komu á ovastu rók á 15 teimum bestu.
Fløgan er givin út í Íslandi, Danmark, Benelux og Sveis, og í næstum verður hon eisini givin út í øðrum londum.
Síðan útgávuna hevur Høgni spælt nógv kring Føroyar og uttanlands, nevnast kann luttøka á AME Reykjavík í fjør og í ár, Spot Festivalinum, á Iceland Airwaves, á Asfalt, Summarfestivalinum og G!, umframt sum upphiting fyri Badly Drawn Boy.
Í sambandi við AME Reykjavík lat Ísland eyguni upp fyri Høgna Lisberg. Løgini Morning Dew og Learn To Ride On Waves hava verið heilt nógv spæld í Íslendskum útvarpi.
Í 2007 fer Høgni at ferðast kring Norðurlond og aðra staðni í Evropa við sínum tónleiki. Hann hevur m.a. spælt í Sveis, umframt at verið á eini biografkonsertfeð í Danmark.
Lena
[myspace.com/lenamusicroom]
Lena hevur valt at liva dreymin um eitt lív sum yrkistónleikarar. Saman við manninum Niclas hevur hon seinnu árini roynt seg uttanlands og innanlands. Í eina tíð hava tey arbeitt miðvíst á danska marknaðinum. Har hava tey spælt nógvar konsertir, givið fløgu út, luttikið í nógvum útvarpsendingum, fingið fleiri frálík ummæli og hava verið á konsertferð saman við amerikonsku songkvinnuni Beth Hart.
Lagið Step On The Gas, av nýggju endurljóðblandaðu útgávuni av fløguni Can’t Erase It, hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum í Danmark, eins og onnur løg sosum Can’t Erase it eisini hava gjørt um seg. Seinasta árið hava Lena og Niclas ikki verið líka virkin á konsertpallunum sum árið fyri, tí tey hava arbeitt við eini komandi fløguútgávu. Nýliga vórðu tey liðug við ljóðblandingina, ið Óli Poulsen stóð fyri. Fløgan verður givin út í næstum.
Lena er nógv ment sum songkvinna, tekstskrivari og tónasmiður. Hennara ómetalig inniliga rødd, rørir við hjarta, tá hon syngur sínar søgur. Konsertir við Lenu eru altíð minniligar.
Marius
[myspace.com/mariusband]
Marius bukaði navn sítt fast í føroyska rokkklettin, í so ungum aldri, at man skuldi trúð at tað var lygn. Tað var við sigrinum í fyrstu føroysku GBOB kappingini, at Marius veruliga gjørdist kent navn millum føroyingar.
Í GBOB heimsfinaluni í London fekk bólkurin eitt deilt sætta pláss. Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur framman fyri Noreg, Svørríki, Danmark, Finnland og Ísland. Hetta var við til at gera, at Marius var í uppskoti til planetirnar fyri besta nýggja bólk og besta bólk á Planet Awards hetta árið.
Oddamaður, lagskrivari, sangari og gittarleikari er fyrrverandi Flux sangarin Hans Marius Ziska.
Marius spælir væl sungnan og spældan poppkendan rokk. Bólkurin hevur eitt øgiliga heiltstoypt konsept. Har er útstráling, løg, tekstir og spæl, sum hanga væl saman.
Fyrsta fløgan hjá Marius kom út í fjør. The Sky Is Our Home er ein frálík fløga á tremur við fangandi popp/rokk løgum.