Nógv rokan hevur verið í KÍ-høllini og Badmintonhøllini í Klaksvík, ið eru karmar um 8. Atlantic Fair, sum er ein sjóvinnumessa í Klaksvík. Bórgarstjórin, Jógvan Skorheim beyð vælkomin og varaløgmaður [...] hendingum fekk Jógvan Skorheim, borgarstjóri eisini í varðveitslu. Fyrireikararnir siga, at teir rokna við stórari vitjanarfjøld í ár. Atlantic Fair er opin í dag og morgin afturat. Boðað er frá góðum veðri [...] veðri, so umstøðurnar at vitja eru góðar. Matstovurnar í býnum hava eisini serligan matseðil í sambandi við Atlantic Fair, so tað er bara at fara.
vikurnar hevur línuskipið Sandshavið staðið á bedingini hjá Mest í Havn. Teir vóru á veg til Íslands og vóru at kalla komnir á fiskileið í íslendskum sjógvi fyri páskir, tá stevnurørið fór at leka. - Ráðini [...] klárt aftur, helst mánadagin ella týsdagin í næstu viku, væntar hann, at skipið samstundis er málað - heilt úr botninum og upp í mastratoppin. - Longu tíðliga í hesum árinum høvdu vit bara nakrar heilt fáar
orkestri. Skírsdag kl. 19.30 verður stórmessan framførd í Gøtu kirkju. Langa fríggjadag kl. 17 verður stórmessan framførd í Vesturkirkjuni í Havn. [...] solisat og orkestur um skírisdag framføra stórmessuna í c-moll já Wolfgang Amadeusi Mozart í Gøtu kirkju, er hetta fyrstu ferð, stórmessan verður framførd í Føroyum. Konsertin er lítlan tíma til longdar. Berst [...] stórmessan eisini framførd í Vesturkirkjuni langa fríggjadag. Eins og við Requiem, gjørdi Wolfgang Amadeus Mozart ongantíð stórmessuna í c-moll lidna. Messuna skrivaði hann í takksemi fyri, at unnusta hansara
bókina út. "Hevndin úr havsins dýpi" verður løgd fram í kvøld kl. 20.30 á Reinsarínum í Havn. [...] Steintór Rasmussen, sum í fjør debuteraði við krimiskaldsøguni "Deyðin fer í bindiklubb", er aftur á marknaðinum við nýggjari krimi. Bókin eitur "Hevndin úr havsins dýpi" o g er framhald av teirri fyrru [...] lítlu bygdina í sínum grundvølli, tí tá ið skýmt er, standa brádliga logar úr húsunum hjá gamla læraranum, og tá ið slepst framat, fáa fólk enn ein skelk, tí lærarin hongur deyður undan bitanum í hjallinum
greiða fæst á, hví eldur kom í eina ruskbingju hjá Mest í Havn í nátt. Tað var klokkan fýra í nátt, at fólk uppi við Landsbókasavnið boðaðu løgregluni frá, at tað var eldur í niðri á Mest. Les eisini: Gekk [...] dag í eini roynd at fáa greiði á, hví eldur kom í. Men tey siga nú, at ivingarsamt er, um tað yvirhøvur er nakað at kanna, tí tað er bara eitt sindur av øsku eftir í bingjuni, og annars er nógv vatn í henni [...] var í eini ruskbingju, at eldur var kyknaður, og hóast tað var lutfalsliga stórur eldur, gekk væl at sløkkja og ein hálvan tíma seinni var sløkt. Løgreglan sigur, at tey ætlaðu at kanna bingjuna í dag
Sandshavið fer sín fyrsta túr til Íslands í dag. Eftir ætlan skuldi teir verið farnir, men veðrið tarnaði ætlanunum. - Í staðin hava vit ligið í Havn og bíða. Í staðin hava vit gjørt smávegis ábøtur umborð [...] fiskin í Íslandi, uttan at missa kvotu. - Vit eiga at kunna taka atlit til hvar vit fáa besta prísin, men vit verða so gott sum tvingaðir at landa í Føroyum, sjálvt um vit kanska fáa betri prís í Íslandi [...] Fiskaríið hjá línuskipunum undir Íslandi í ár er so smátt byrja. Sambært heimasíðuni hjá Vørn hava Jákup B., Sigmund og Skørin longu verið undir Íslandi og fiska og fingið tilsamans 153 tons, harav góð
var, at KT-felagið í desember tók stig til at skipa fyri einum væleydnaðum #rita1tíma tiltaki í 3.-6. flokki á ymiskum skúlum í Havn. KT-felagið, ið er felagið hjá KT-fyritøkunum í Føroyum, ætlar, at øll [...] við vóru 19 næmingar í aldrinum 9 til 15 ár. Skeiðið var 2 tímar um vikuna í 10 vikur, og næmingarnir lærdu at forrita bæði á teldu og á pappíri. Á teldunum royndu næmingarnir seg í fyrstu atløgu inni á [...] øll skulu #rita1tíma í 2017 og soleiðis fáa innlit í og áhuga fyri forritan.
ákærast fyri at hava sett elda á eini hús í Havn. Tað var 20. juli í fjør, at eldur kyknaði í húsunum, har AA-felagsskapurin, tað eru Anonymir Alkoholikarar, húsast í, og tá ið eldsbrunin varð kannaður, vísti [...] Hentze á kanningardeildini hjá løgregluni, segi tá, at eldurin er kyknaður í ganginum, umframt at eldur er settur á aðra staðni í húsinum. - Har, sum vit síggja, at eldur er kyknaður, eru ongar aðrar eldsorsøkir [...] so illa, at tey vórðu ikki gjørd aftur, men eru síðani niðurtikin. Tveir mans í tjúgunum vórðu rættiliga skjótt skuldsettir í málinum, og tað hevur løgreglan hildið fast við síðani, so teir hava verið s
kommunan fingið nógvar fráboðanir um, at fólk í Havn eru plágað av svørtum flugum við reyðum beinum, sum tykjast heldur seinar, skrivar Tórshavnar Kommuna í dag. Talan er um flogkykt av slagnum Lærlitt [...] hava tey verið vanlig í Suðuroynni í nøkur ár. - Lærlitt loðmýggj eru ikki vandamikil á nakran hátt, men verða borgarar órógvaðir av hesum, mælir kommunan teimum til at seta seg í samband við skaðadjóratænastu [...] hanga uppiyvir bønum. Lærlitta loðmýggið er sætt norðanfjørðs seinastu umleið 2 árini, og í ár í sera stórum tali í Tórshavn. Kyktið er ikki vandamikið á nakran hátt, men kann vera rættiliga irriterandi,
Á Facebook-síðuni - Fuglar í Føroyum - er nógv forvitnisligt at síggja og lesa, og her er um dagarnar eisini sagt frá havørn, sædd við Gróðurstøðina í Havn. Ein eygleiðari skrivar, at havørn er sædd flúgvandi [...] flúgvandi oman fyri Gróðurstøðina í gjár, 21. juni. Eygleiðarin vísir á, at í dag hevur ikki verið so klárt í veðrinum. Men, viðkomandi leggur aftrat, at tað er bara at halda eyguni opin, um fólk við áhuga [...] á Fuglar í Føroyum - um havørn, sum varð sædd aðrastaðni í Føroyum. Havørn er ikki hvønndagsgestur her, men hon er at síggja av og á. Sagt verður annars um havørn, at hon er størsti rovfuglur í Norðurevropa