Fáa neyvan kannað hví eldur kom í

Tað er onki eftir at kanna eftir eldsbrunan á Mest í nátt

Tað meiri enn ivingarsamt um greiða fæst á, hví eldur kom í eina ruskbingju hjá Mest í Havn í nátt.

 

Tað var klokkan fýra í nátt, at fólk uppi við Landsbókasavnið boðaðu løgregluni frá, at tað var eldur í niðri á Mest.

 

 

Les eisini: Gekk skjótt at sløkkja eldin

 

 

Tá ið løgreglan kom á staðið, varð greitt, at tað var í eini ruskbingju, at eldur var kyknaður, og hóast tað var lutfalsliga stórur eldur, gekk væl at sløkkja og ein hálvan tíma seinni var sløkt.

 

Løgreglan sigur, at tey ætlaðu at kanna bingjuna í dag í eini roynd at fáa greiði á, hví eldur kom í.

 

Men tey siga nú, at ivingarsamt er, um tað yvirhøvur er nakað at kanna, tí tað er bara eitt sindur av øsku eftir í bingjuni, og annars er nógv vatn í henni eisini.

 

Men tey siga, at tað var heppið, tað gekk so væl at sløkkja, tí eldurin var so stórur, at fekk hann frið, hevði hann uttan iva breitt seg, eitt nú stóðu dunkar við spillolju beint við ruskbingjuna.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir, ein lesari hevur sent okkum frá eldsbrunanum, har tað eisini sæst, hvussu tætt við bingjuna, dunkarnir við spillolju stóðu