Fiskaríið hjá línuskipunum undir Íslandi í ár er so smátt byrja.
Sambært heimasíðuni hjá Vørn hava Jákup B., Sigmund og Skørin longu verið undir Íslandi og fiska og fingið tilsamans 153 tons, harav góð 63 tons eru toskur.
Línuskipini hava eginkvotur til fiskiskapin undir Íslandi, ið tilsamans eru 3651 tons. 11 línuskip hava loyvi at fiska botnfisk undir Íslandi.
Sandshavið fer sín fyrsta túr til Íslands í dag. Eftir ætlan skuldi teir verið farnir, men veðrið tarnaði ætlanunum.
- Í staðin hava vit ligið í Havn og bíða. Í staðin hava vit gjørt smávegis ábøtur umborð, sigur Eyðvarur Petersen, skipari á Sandshavið.
Eyðvarur Petersen sigur, at teir hava so fáar dagar eftir undir Føroyum, at tíðin undir Íslandi fer at koma væl við.
Eftirlýsir størri frælsi
Eyðvarur Petersen sigur, at fiskiskapurin undir Íslandi hjálpir væl og er eitt gott ískoyti, men tað hevði hjálpt væl um tað var møguligt at landa fiskin í Íslandi, uttan at missa kvotu.
- Vit eiga at kunna taka atlit til hvar vit fáa besta prísin, men vit verða so gott sum tvingaðir at landa í Føroyum, sjálvt um vit kanska fáa betri prís í Íslandi. Tað eigur at kunna broytast, sigur Eyðvarur Petersen.