Steintór Rasmussen, sum í fjør debuteraði við krimiskaldsøguni "Deyðin fer í bindiklubb", er aftur á marknaðinum við nýggjari krimi. Bókin eitur "Hevndin úr havsins dýpi" og er framhald av teirri fyrru.
Hesaferð eru bindaklubbakvinnurnar farnar hugnaferð til bygd norðanfyri at halda frívikuskifti.
Sama leygarmorgun, sum tær keypa inn á veg út úr gerandisdegnum, verður í tíðindunum sagt frá, at ein útróðrarbátur hevur fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýstum sjómanni á línuna. Maðurin, sum var farin at drekka illa, tí okkurt nívdi hann, hevði verið saknaður eina tíð.
Hetta átti ikki at ávirkað útferðina hjá kvinnunum úr Norðvík.
Men tað vikuskiftið hendir ymist, ið skakar lítlu bygdina í sínum grundvølli, tí tá ið skýmt er, standa brádliga logar úr húsunum hjá gamla læraranum, og tá ið slepst framat, fáa fólk enn ein skelk, tí lærarin hongur deyður undan bitanum í hjallinum við lykkju um hálsin.
- Hóast eitt dráp í eini lítlari bygd er tann stóra gátan, so verða nógvir áhugaverdir tættir flættaðir inní og viðgjørdir á ógviliga raffineraðan hátt, sigur Sprotin, ið gevur bókina út.
"Hevndin úr havsins dýpi" verður løgd fram í kvøld kl. 20.30 á Reinsarínum í Havn.










