- Seinastu dagarnar hevur kommunan fingið nógvar fráboðanir um, at fólk í Havn eru plágað av svørtum flugum við reyðum beinum, sum tykjast heldur seinar, skrivar Tórshavnar Kommuna í dag.
Talan er um flogkykt av slagnum Lærlitt loðmýggj (latín: Bibio pomonae), ið eru um 10-13 mm til støddar. Ilt er at siga, nær loðmýggið er komið til Føroya, og hava tey verið vanlig í Suðuroynni í nøkur ár.
- Lærlitt loðmýggj eru ikki vandamikil á nakran hátt, men verða borgarar órógvaðir av hesum, mælir kommunan teimum til at seta seg í samband við skaðadjóratænastu, skrivar kommunan.
- Fyri nøkrum árum síðani vóru so nógv á Tvøroyri, at tað var sum at síggja eitt svart surrandi larmandi skýggj hanga uppiyvir bønum. Lærlitta loðmýggið er sætt norðanfjørðs seinastu umleið 2 árini, og í ár í sera stórum tali í Tórshavn. Kyktið er ikki vandamikið á nakran hátt, men kann vera rættiliga irriterandi, tá tað flagsar um høvdið á einum - ella setur seg á tað, tí tað er so stórt. Grágæsnar halda tey vera sera leskilig, og á Tvøroyri sóu vit grágæsnar hoppa upp í leysa luft fyri at fanga tey, skrivar Jens Kjeld á heimasíðuni her