alt, og eg fari aldri at gloyma teg! Nú farin ert tú,? hvat geri eg nú? Hettar er ringt at skilja,?og pínan er ikki til at dylja. Plássið eftir tær stendur tómt,?fólk, ið ei teg kendu, hava seg forsømt [...] ?noy, ikki vart tú sum øll onnur eldru. Manga útferð vit báðar hava havt saman,?og tær hava verið til bæði gleði og gaman. Altíð var futtur í,?tá ið omma kom uppí. Á 70 ára degi vit paintball fóru at spæla [...] spæla,?noy, tú vildi ikki bara ganga heima og mala. Tú vart altíð í sving,?og um teg, ber ikki til at siga keðilig ting. Títt lív hevur ikki altíð verið nemt,?men tú dugdi at taka skemt. At vera seing
ofta gjørdu, beint fyri páskir í ár og søgdu, at tit skuldu við flogfari til Danmarkar til dóttur tykkara, Eyðbjørg, og eftir tað til Norra at vitja Fríðbjørg, yngstu dóttrina, at hetta skuldi vera seinasta [...] og tað var ikki til at skilja. Tíbetur untist mær at síggja teg, eftir at tit vóru komin heim. Men tað sást tíverri, hvønn vegin tað bar. Góði Julius, nú er ringt ikki at kunna ringja til tín. Vit tosaðu [...] so væl, Julius, sá út sum ein unglingi, og tað gjørdi tú eisini henda dagin. Tit plagdu at ringja til okkara, tá ið tit vóru burturstødd, og tað gjørdi Hallgerð eisini, tá ið tit vóru í Norra. Men tað
seinastu heilsan til tín: “Undarligt er at vera burtur aftur heiman, uttan at hava teg mín kæra elskaða bróður at ringja til og práta við”. Vanliga tosaðu vit saman í telefon ella á Skype upp til fleiri ferðir [...] blað míni fyrstu og til í dag einastu minningarorð nakrantíð, vardi tað meg ei, at næstu ferð skuldi tað verða yvir mín kæra og einasta bróðir. Góði Heðin, við nærum somu orðum, sum til mMammu, byrji eg hesa [...] alt, og stóð tað upp til hann eina, livdi hann framvegis fyri tykkum, pápa og okkum, men hann bleiv tikin av ræði av hægri maktum, sum sigast vita hvat er best fyri okkum? Hóast ringt er at fá eyga á, hvør
mær. Serliga ringt var tað at koma á støðina fyrstu tíðina, eftir at tú vart farin. Eg plagdi altíð at ringja til tín tá eg kom á vakt, fyri at vita um tað var nakað serligt á skránni, til tíðir kennist [...] høvdu øll glett okkum at fara til Havnar at hátíðarhalda 70 ára føðingardag vermóðurs saman við tær og stóðu øll so fín og veitsluklødd og bíðaðu eftir at sleppa upp á deildina til tín at halda føðingardagin [...] Hóast tú so dánt orkaði at ganga upp trappurnar á smoltstøðini, vart tú - tær so líkt - til arbeiðis heilt til tað síðsta. Og hóast kropsliga orkan var við at ganga undan, so megnaði tú við tínum smittandi
var eftir honum, meðan vit sótu heima, ræðslusligin og uttan at kunna gera nakað annað enn at bíða, til vit fingu nærri boð, um hann var funnin ella ikki. Hesar dagarnar standa fram í minni mínum, sum tann [...] avstað, hvussu nógv vit saknaðu hann meðan hann var burtur, og samstundis, hvussu nógv vit gleddu okkum til hann kom heim aftur. Tá vit so hoyrdu eyðkendu røddina við úthurðina, “nú er pabba heima”, runnu vit [...] fortelja mær frá, tá hann var ungur o.s.fr. Hevði eg trupulleikar, visti eg at eg altíð kundi fara til hansara, eg visti, at hann fór at skilja meg, og at hann kundi geva mær góð ráð. Hevði eg eitt nú
sera tolin og hevði altíð tíð til eitt prát. Eitt, sum vit minnast, er, at tað vóru næstan ongantíð bara vit til døgurðaborði. Vit høvdu ofta gestir og tað var altíð nokk til øll. Tað lá væl fyri hjá tær [...] eitt langommubarn. Altíð var tú so umsorganarfull og vildi okkum tað besta. Tú ringdi javnan til okkum og til ommubørnini fyri at vita, hvussu vit høvdu tað. Tað kennist løgið at telefonin ikki ringir meira [...] hondum tínum, tá tú fór, og fingu sagt tær, hvussu umsorganarfull og góð mamma tú hevði verið. Tað er ringt at missa, men samstundis var okkum unt at halda hond tínari og verða hjá tær, tá tú fór, tað eru vit
tú kom við mær til Skálavíkar í nakrir dagar. Tað var deiligt. Tú fer til Danmarkar aftur, kemur til Føroyar aftur í februar bara nakrir dagar, fer so niður aftur, eg kom eisini við tær til Hirtshals tá [...] hann skuldi hava hjálp til alt. Hann vildi vera heima, og tú vildi eisini hava hann har. Tú kláraði tað so væl mamma. Tit valdu at fara til Danmarkar, Judith kom eisini við tykkum til Danmarkar við einari [...] hava uppá til operatiónina. Vit bíðaðu eftir læknanum, hann kom inn, segði at tað bleiv ongin operatión, tíð har var onki at gera, krabbameinið hevði breitt seg. Eg valdi at flyta úr Føroyum til tín í Hirtshals
í skemti verið tikið til, at beiggjarnir vórðu sendir til Havna í læru á Dimmalætting beint eftir, teir fyltu 14 ár. Teir møttu til arbeiðis hvønn morgun kl.8, og teir fóru til hús, tá ið teir vóru 67 [...] síggja fram til eina góða tilveru saman. Men nøkur ár seinni hendi tað ófatuliga, at nú var tað Herbert, sum fær deyðiliga sjúku. So nú var tað Gunnvør, sum má fara til Danmarkar við Herbert til viðgerðar [...] støðu til Dimmalætting. Hon var blaðið, sum fólk antin ”elskaðu” ella sum sum tey ”elskaðu at hata”. Tó ikki meira, enn at hetta skiftið eisini hjá hesum seinnu er ein løgin kensla. Tí uttan mun til, hvat
dugdi hann at siga frá øllum, hann hevði upplivað gjøgnum tíðirnar. Tað var so hugnaligt at fara inn til abban at práta. Hann greiddi mær frá slupptíðini, árunum í Ravnoynni, fiskiskapi o.s.fr. Herfyri keypti [...] hana. Hon doyði í 1994. Nú dagarnir líða og gerandisdagurin aftur gongur sína vanligu gongd, er tað ringt at ásanna, at eg aldrin skal síggja mín góða abba aftur. Undarligt verður at fara oman at geva seyðinum
Eg elskaði at vera hjá tykkum og kom tí ofta til Hvalbiar til tykkum í veekend. Einaferð vildu eg og Rakul sleppa til Hvalbiar, men mamma og pabba vóru til arbeiðis, so vit stillaðu okkum á vegin at tumla [...] koyra okkum norður til tykkum. Eg minnist at fyri stuttari tíð síðani ringdi tú fyri at vita, um eg ætlaði mær í skúla, tú helt, at eg heldur skuldi vera heima, tí veðrið var so ringt. Tú hugsaði altíð [...] Rørandi var at síggja tað fullu kirkjuna tann dagin, tá tú bleiv borin til títt síðsta hvíldarstað her á jørð. Tað er so tómt, at koma til Hvalbiar nú, tú ikki situr framman fyri vindeyganum, og hyggur útyvir