Eitt pass er eitt prógv fyri ríkisborgaraskapi. Eitt danskt pass er soleiðis prógv fyri donskum ríkisborgaraskapi, eitt íslendskt pass er prógv fyri íslendskum ríkisborgaraskapi osfr. At passið er prógv fyri [...] útvísast úr tí landi, sum viðkomandi er ríkisborgari í. Eitt annað dømi er, at rætturin til ávís størv í summum londum er treytaður av ríkisborgaraskapi í landinum. Hetta er eitt nú galdandi fyri ávís høg embæti [...] embæti í danska ríkinum. Vert er at leggja til merkis, at ein og hvør er bundin av galdandi lóggávu í tí landi viðkomandi er í, ríkisborgari ella ei. Rættindi og skyldur Ríkisborgaraskapur áleggur ikki
hann hevur talent, tí tað er til eftirtíðina at døma um. Øll hava hugin at skapa - Kanska kundi hann, Beethoven, sagt, hov, hov, hatta er galið. Og tað viðgangi eg mangan, at alt er ikki, sum tað skuldi verið [...] húsunum uppi á Frúutrøð. Vit fara niðurundir í hugnaligu hølini, har Eyvindur Mohr heldur til. Her málar hann og her læt hann í gjar upp listaframsýning við nýggjum verkum. Ljóðanleggið stendur á einari hill [...] Eyvindur: - Ja, hatta er Norðradalur, við eitt sidur av Beethoven afturvið. Myndin hugtekur og Eyvindur greiðir frá, at hann altíð hevur tónleik aftur við, tá hann málar. Serliga er tað Beethoven, ið sampakkar
lagi eru einir 20 bátar og alt umborð er væl lagt til rættis. Fýra skutlarar eru við hvørjum av bátunum, og her er talan um sera royndar og oftani eldri menn. Tað er nevniliga ikki sørt vandamikið at vera [...] hvussu væl alt er fyriskipað á einum báti sum hesum, hvussu samarbeiðið er millum veiðumenninar og hvussu veiðan gongur. Her finst ein so ótrúlig harmoni millum bát, sjógv og amboð. Tað er sum við tí føroyska [...] hvali. Tað er annars ikki vanligt, at hvalurin ger seg inn á fólk, og serliga ikki, tá tey eru í sjónum greiðir Tróndur frá. Meira vanligt er, at augusturin leggur eftir bátunum, og hann er so mikið klókur
serstakliga tí at her er so vakurt. Men eitt annað sum telur nógv er, at her eisini er so avbera friðarligt. Ógvusligu álopini, sum vit kenna tey aðrastaðni, koma fyri í Føroyum, men tað er tíbetur so vælsignað [...] at koma heim aftur á klettarnar, tí her valdar friður og tryggleiki. Og her kanst tú leggja okkurt frá tær uttan at tað verður stjolið - í hvussu er beinanvegin. Her heima hava vit m. a. verið spard fyri [...] aftur í aftur. Men hjá unglingunum er verri statt. Teir verða ákærdir fyri taskutjóvarí, bilstuldur og eisini fyri at hava roynt at stjolið enn ein bil. Harafturat er blóðroynd tikin av einum teirra og
svartfugl ? so skiltist millum orðini, at hann helt, at meiri er til í ár. Sjálvandi er hetta bara ein meting, og tað vil tað altíð vera, tí ymiskt er, hvussu nógv situr í berginum frá einum degi til annan, [...] meiri var til av hellufugli. HELLUFUGLUR, ella geldfuglur, er fuglurin, sum ikki er kynsbúgvin, og situr á helluni, ella amast uppi í á rókunum. Og er nógv til av hellufugli, kann tað vera ein ábending um, [...] og sproytaða grøði úr ES-londunum. HVÍ fuglurin minkaði her og við norsku strendurnar er óvist. Andrias Reinert hevur arbeitt við spurninginum og er komin fram við áhugaverdum hugsanum um, at støðan hjá
vikuna í Juni. Tað er annars ikki oftari enn so, at stýrið fer út í æsir við at leggja seg út í virksemið í húsinum. Tí er natúrligt at spyrja: Kann tað vera so, at Ólavur Hátún er farin uttan um stjóran [...] fær skeiva fatan av nøkrum. Lætt er at misskilja tað, ið Ólavur Hátún førir fram um Summartónar ? og vil illa til, kann lesarin lættliga fáa fatan av, at Kristian Blak er eitt grúiligt tvørball, sum hvørki [...] lesaranum at siga, so krevur eitt so mikið stórt og umfatandi tiltak sum Summartónar, at skil er í, og at alt er fyrireikað út í æsir ? og tað í góðari tíð. Eitt nú mást tú halda allar umsóknarfreistir og
miðsavnanin byrjaði her í miðstaðarøkinum Havn/Suðurstreymoy, sum tit finnast at. Tað er eisini nógv fyri, at tit ikki kunnu síggja tær kreppur og trupulleikar, tit dagliga skapa her í miðstaðarøkjum sum [...] Tað skal eisini verða gjørt vart við, at hetta er eisini galdandi fyri øll tey oljusamtøk, sum taka seg upp í leitingarumfarinum og hvørs stórur áhugi er fyri og hvørs nógv ríkidømi man finnast í undirgrundini [...] hevur nevnt í lesarabrøvum. Tað er eisini so, at avbygdar- og býarkommunur sleppa eisini undan at loysa teir sosialu trupulleikar, ið tykkara borgarar hava og skapa okkum her í miðstaðarøkinum. Hví vilja
trivnaðin hjá teimum, sum her búgva. Ferðaráð Føroya hevur ógvuliga umfatandi uppgávur. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at ábyrgdarøkini hjá Ferðaráðnum verða útgreinað, og hetta er ikki minst umráðandi fyri [...] ferðavinnan er ein partur. Grundin til, at hetta kundi verið eitt skilagott arbeiðsbýti, er, at Ferðaráð Føroya hevur sum endamál at økja um umsetningin í landsbúskapinum. Ferð eftir ferð er ávíst, at [...] Tað er ein vansi í sjálvum sær, at eingin serkønur er settur at taka sær av umhvørvismálum í ferðavinnuni, sigur Durita Brattaberg, landbúnaðarkandidatur í umhvørvisstýring. Hon hevur fingið til uppgávu
úr Suðuramerika yvirgeva seg fyri guillotinufótbóltinum hjá fraklendingunum. Í dag er bastilludagur í Fraklandi. Tað er ein hátíðardagur til minnis um at bastillan fall, men tað var tveir dagar frammanundan [...] ? Eg møtti til arbeiðis klokkan 6 í morgun, og á vegnum her til møtti eg floytandi bilum og glaðum fólki, greiður Tórheðin Jensen frá. Hann er eitt av fýra starvsfólkum á deildini í býnum, sum ikki hevur [...] at vinna. Teir trúðu ikki at teirra landslið var so strekt, sum tað hevur víst seg at verða, og tí er gleðin eisini so nógv størri, tá tað nú eydnaðist teimum at vinna HM fyri fyrstu ferð. ? Tey vóru glað
og Íslandi er talan um eina minking í burðartalinum, um enn hon langt og frá er so stór sum í Svøríki. Hetta stendur í "Helsestatistik for de nordiske lande 1996", ið nú er útkomin. Útgevari er norðurlendska [...] Hetta er á sætta sinni at Føroyar eru umboðaðar í ritstjórnini fyri bókina, og føroyska umboðið er Høgni Debes Joensen, landslækni. Deyðstíttleikin fallandi Tað sum serkennir øll Norðanlondini er, at talið [...] deyðstíttleikan. Deyðstíttleikin fyrsta liviárið er fallandi yvirhøvur. Burðartalið minkar Ikki óvæntað er burðartíttleikin í Føroyum sambært hagtølunum minkandi - her skulu vit minnast til, at nýggjastu tølini