fremstu leikararnar í Føroyum, sigur hann sannførdur. Framúr fríspark FC Suðuroy fekk fríspark í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat í fyrra hálvleiki. Fjarstøðan frá málinum var gott og væl 20 metrar [...] varpað út um landið í útvarpinum, í sjónvarpinum og á heimasíðum. Tað er heldur ikki løgið. Toronjadze hevur gingið undan í stríðnum hjá FC Suðuroy, sum roynir at varðveita sætið í Vodafonedeildini. [...] hann upp í málhornið. Eitt flott mál, sum tryggjaði heimaliðnum eitt stig móti oddaliðnum. NSÍ royndi at trýsta í seinna hálvleiki, og í seinasta minuttinum sendi Christian Høgni Jacobsen í tvørtræið
landsstýrismaður í fíggjarmálum, er Jóannes Eidesgaard eisini formaður í Javnaðarflokkinum. Hann hevur nú í fleiri mánaðir arbeitt við at snikka saman ein politiskan pakka, sum skuldi stýra Føroyum burtur úr [...] Eg skal viðganga, at ávísir partar í ólavsøkupakkanum eru ørkymlandi. John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, vil ikki kennast við ávísar orðingar í Ólavsøkupakkanum, sum Jóannes Eidesgaard [...] áðrenn semja var um hann? - Tað havi eg onga meining í. Tað er landsstýrið, sum hevur lagt pakkan fram, so ta má landsstýrið svara upp á. Hevur ikki lúripassað Tá ið Ólavsøkupakkin varð til umrøðu í Løgtinginum
mild, ímeðan hon greiðir frá. Áskoðaratalið einki at siga ? Í gjár spældu vit í Keypmannahavn fyri 30.000 áhoyrarum, og í kvøld eru vit her. Í kvøld spældu vit fyri nógv færri fólkum, men tað løgna er, [...] Ekdahl frá. ? Í kvøld vóru jú nógv færri fólk enn í gjárkvøldið, men upplivingin er fyri meg júst líka sterk og júst líka intensiv, hóast áskoðaratalið ikki er líka høgt. ? At spæla her var ein fantastisk [...] Bæði í mær, ímillum meg og mínar tónleikarar og ímillum meg og tey fólkini, sum eru komin at lurta, sigur Lisa. Hon nýtir hendurnar, ímeðan hon tosar, og brúnu eyguni hyggja allatíðina beint í eyguni
landinum í sjúkraørindum: At summi fáa fylgjara við og onnur ikki. Eisini hóast tey í stóran mun eru í somu støðu. Kærdi sína neyð í lesarabrævi Í lesarabrævinum, sum Jóna Mortensen setti í bløðini í gjár [...] fór úr Føroyum, fekk hon, sum altíð, bræv um nær og hvar hon skuldi møta, og at hon hevði rætt til ein fylgjara. Men konan vil ongan hava, tí hon hevur tað eftir umstøðunum gott, og klárar seg væl í stórbýnum [...] ongan við nakrantíð. Eg sat saman við fólki á hotellinum, sum vóru í somu ørindum sum eg, diagnosan var júst tann sama sum mín og har var fylgjara við hvørja ferð.” Jóna Mortensen kærdi málið, men fekk ikki
samdur í, tí hann metir at kappingarráðið hevur eina greiða støðu kring kringvarpið og lýsingar. - Tað var eisini júst hetta, sum Kappingarráðið vísti á, tá galdandi Kringvarpslóg var til viðgerðar í 2006 [...] milliónir krónur, í mun til ætlaðu 12,4 milliónir krónurnar í ár. - Grundin til, at vit hava minkað um lýsingarinntøkurnar fyri 2009, er tí, at lýsinagarinntøkurnar hava verið nógv minni í ár, enn vit roknaðu [...] 2006. Og tað var eisini júst hetta, sum førdi til greiðu politisku semjuna, um at lýsingarinntøkur Kringvarpsins skuldu niðurlagast, skrivar stjórin á Rás2 í lesarabrævi í vikuskiftis Sosialinum. Ójøvn kapping
tú kundi toga teg upp á gullsessin í dag. - Tað kann væl vera. Hevði eg vita av, hvussu nær eg var við, so hevði eg nokk slettis ikki fingið seinastu avgerandi stigini í kassan, helt fegni gullvinnarin at [...] spentir at bíða. Í liðkappingini tóktist eingin ivi vera um, vat Føroyar vóru væl á odda, og hjá kvinnunum hevði Sigrid við vissu vunnið sær bronsu í compound. Visti einki Hinvegin var sera stórur spenningur [...] hava, og her hevði Jógvan 36 móti teimum 31 hjá Heath Perrett av Jersey. Gullið í compund var aftur føroyskt, og so var fagnaðurin ovurstórur. Sjálvandi hjá Jógvani sjálvum, men ikki minst hjá liðunum
tá ið fólk í hundraðtúsunda tali doyði í flóðaldu í Fjareystri. - Tá ið nýggjársrøðan varð tikin upp á band nakrar dagar fyri nýggjársaftan, vistu vit ikki, hvussu umfatandi vanlukkan var. Tí varð hon [...] Virðing og álit Hann sigur, at høvuðsevnið í røðuni í ár verður virðing og álit. Men tað hevur ikki tilvísing til nakað ávíst. - Virðing og álit eru grundleggjandi virði í okkara samfelag. Tað eru tvey hugtøk [...] siðvenja í øllum nýggjársrøðum. Og tað merkir, at aftur í ár fer løgmaður at bera øll góðynski fram fyri landi og fólki. Men hann fer eisini at líta aftur um bak har hann fer at umrøða tað sum hendi í árinum
Føroyar. Veðrið var gott, tað var klárt, og tað var stórsligið at síggja oyggjarnar úr erva. Mín fyrsti skelkur á ferðini var, at eg var ílætin til 40 hitastig í Spania, og veðrið var heldur kaldligt, [...] etið lunda. Tað er eingin kriminalitetur í Føroyum. Púra eingin. Nær hevur tú seinast latið lyklarnar staðið í bilinum? Við vilja meini eg! Tað gera tey í Føroyum, og tað fær tað at hugsa eitt sindur! Tey [...] konsertin í Føroyum kom upp á tal, minnist eg meg at hava hoyrt um Føroyar í veðurtíðindunum sum barn heima í Onglandi. Føroyar eru 18 oyggjar norðanfyri Skotland og Hetland, men støðan hjá teimum mitt í gol
læraraprógv í Føroyum. Hann fór sum so mangur lærari niður á háskúla, og hann var í Testrup. Heimafturkomin var hann lærari í Miðvági og Sandavági, annan hvønn dag í hvørjum stað. Í fleiri ár var eingin [...] Húsum, sum var abbi tann Just Jacobsen, sum var við til at kalla inn til kenda jólafundin í 1888. Jacob fór 17 ára gamal á læraraskúla í Havn í 1870, og hann tók læraraprógv í 1872. Hetta var fyrsta hold [...] eingin skúlabygningur í Miðvági. Hann helt so skúla í gomlum húsum niðri í Toft. Í Sandavági var ikki skúli bygdur fyrr enn nógv ár seinni. Ein av næmingunum hjá Jakob var Rasmus Rasmussen á Háskúlanum. Jakob
gongur føroyingum ógvuliga nær og tí skilir hann, at kenslur koma upp í. Men ósakligar atfinningar nerva ikki granskaran stórvegis. Hinvegin viðgongur hann, at hann tekur meiri synd í okkara fremsta fólkaræðiliga [...] , at tað ikki skal vera á einum hægri støði enn so. Tað var enntá onkur politikari, sum meinti, at vit hava ikki brúk fyri granskarum í Føroyum, sum mæla okkum frá at eta grind? - Hatta er óskiljandi tos [...] tað, sigur Pál Weihe. Politikarar hildu eisini, at tað var syrgiligt, at granskarar nú skulu leggjast á grindina, sum hevur hildið lív í okkum í øldir ? - Tað er púra rætt, at tað er syrgiligt, at tað