Niðri á Hotel Thorshavn situr ein eldri maður. Hetta er triðju ferð, hann skal í viðgerð fyri krabbamein á Ríkissjúkrahúsinum. Hann finnur ikki sjálvur yvir á sjúkrahúsið, so aðrir sjúklingar, sum eru betri fyri, mugu fylgja honum. Men maðurin er bangin fyri øllum bilunum, og hann er ørkymlaður, tí hann dugir ikki málið. Og fremmandu ljóðini á hotellinum halda hann vaknan um náttina. So lagið er onki serligt, tí hann kennir ikki eina sál, og sleppur ikki heim aftur fyrr enn um einar tríggjar vikur. Heima hevur hann konu og vaksin børn, sum hava verið niðri á vitjan fyri egna rokning. Maðurin fekk nevniliga ongan fylgjara við niður. Men tey nærmastu kunnu ikki vera her altíð, tí hvør nátt á hotellinum kostar teimum millum 500 og 700 krónur.
Undir liðini á manninum situr ein miðaldrandi kvinna. Hon hevur eisini krabbamein og skal til sína triðju viðgerð. Áðrenn hon fór úr Føroyum, fekk hon, sum altíð, bræv um nær og hvar hon skuldi møta, og at hon hevði rætt til ein fylgjara. Men konan vil ongan hava, tí hon hevur tað eftir umstøðunum gott, og klárar seg væl í stórbýnum, sum hon hevur búð í sum ung.
Hesar báðar støðurnar eru ikki íspunnar, men dømi um sjúklingar, sum vit hava havt samband við, eftir at Jóna Mortensen, krabbameinssjúklingur, í lesarabrævi gjørdi vart við órættin, sum nógvir sjúklingar uppliva, tá teir verða sendir av landinum í sjúkraørindum: At summi fáa fylgjara við og onnur ikki. Eisini hóast tey í stóran mun eru í somu støðu.
Kærdi sína neyð í lesarabrævi
Í lesarabrævinum, sum Jóna Mortensen setti í bløðini í gjár, greiddi hon soleiðis frá:
”Men, tað sum eg síðani upplivdi á Hotel Torshavn var, at meginparturin av sjúklingunum høvdu onkran við, játtað av Landsjúkrahúsinum. Tey vóru rættiliga kløkk um, at eg ikki hevði fingið nakran við. Soleiðis var tað hvørja ferð, eg fekk ongan við nakrantíð. Eg sat saman við fólki á hotellinum, sum vóru í somu ørindum sum eg, diagnosan var júst tann sama sum mín og har var fylgjara við hvørja ferð.”
Jóna Mortensen kærdi málið, men fekk ikki viðhald.
Yvirlæknin er suverenur
Tað er yvirlæknin, sum einsamallur ger eina heilsufakliga meting í hvørjum einstøkum føri, hvør skal hava fylgjara við og hvør ongan skal hava við.
Metingin verður gjørd út frá nøkrum leiðreglum, sum heilsumálaráðið staðfesti í einari kunngerð frá 2006. Sum liður í sparingum vórðu hesar leiðreglur herdar í 2009. Aðrastaðni her á síðuni er nærri frágreiðing um reglurnar.
Felagið øtast
Hjá Føroya Felag móti Krabbameini hoyra tey javnan um sjúklingar, sum kenna seg órættvíst viðfarnar, tí teir hava ikki fingið fylgjara við uttanlands.
Jákup N. Olsen, formaður, sigur við Sosialin, at tað hevði verið lættari, um øll fingu tilboð um at fáa fylgjara við, og at tey so sjálvi kundu valt. At yvirlæknin ger eina meting í hvørjum einstøkum føri, hevur við sær, at metingarnar kunnu vera ymiskar.
Eisini vísir formaðurin á, at tað er so ymiskt, hvussu krabbasjúklingurin er fyri.
- Kanska ert tú kroppsliga væl fyri, men tú veitst ongantíð, hvørji boð verða givin, sigur formaðurin.
- Vit fáa javnan áheitanir frá fólki um hetta. Tað einasta vit kunnu gera, er at biða tey spyrja læknan aftur, og so at vísa teimum til kærumøguleikarnar, sum eru, sigur Jákup N. Olsen, sum vegna felagið fleiri ferðir hevur roynt at ávirka myndugleikarnar, so allir sjúklingar fáa tilboð um fylgjara.
Men har er lítið at gera, heldur formaðurin, sum tó kennir til dømi, har klagarar hava fingið viðhald.










