- Ósakligar atfinningar rína als ikki við.
Pál Weihe, illa umstríddur granskari, er púra avkláraður um atfinningarnar, sum hava regnað niður yvir hann, síðani hann í farnu viku almannakunngjørdi tað minniligu fráboðanina saman við Landslæknanum, at grind er ikki longur egnað sum mannaføði, tí hon er so illa dálkað.
Síðani hava bæði leik og lærd heglað hann niður og eisini av sjálvum Løgtingsins røðarapalli hava politikarar roynt av øllum alvi at tileinkisgera granskingina, sum tilmælið um at gevast at eta grind, byggir á.
Hann viðgongur, at hetta er eitt tilmæli, sum gongur føroyingum ógvuliga nær og tí skilir hann, at kenslur koma upp í.
Men ósakligar atfinningar nerva ikki granskaran stórvegis.
Hinvegin viðgongur hann, at hann tekur meiri synd í okkara fremsta fólkaræðiliga stovni, Løgtinginum, at tað ikki skal vera á einum hægri støði enn so.
Tað var enntá onkur politikari, sum meinti, at vit hava ikki brúk fyri granskarum í Føroyum, sum mæla okkum frá at eta grind?
- Hatta er óskiljandi tos. Meiri fái eg ikki sagt um tað, sigur Pál Weihe.
Politikarar hildu eisini, at tað var syrgiligt, at granskarar nú skulu leggjast á grindina, sum hevur hildið lív í okkum í øldir ?
- Tað er púra rætt, at tað er syrgiligt, at tað er neyðugt. Hetta ein partur av okkara samleika, okkara siðaarvi og ein gamal sigur og tí føla bæði Landslæknin og eg ein sting í hjartað av at ásanna, at hetta er neyðugt.
Hinvegin Spyr Pál Weihe, hvat tey høvdu sagt, vissi teir løgdust á boðini og høvdu tagt bara fyri ikki at ganga okkara mentan ov nær.
- Hvat hevði hent, skuldi tað nú víst seg um eini 20-30 ár, at dálkingarevni í tvøsti og spiki elva til uppaftur álvarsligari skaðar, enn vit hava nú hava víst á.
- Tá kundu løgtingslimir og onnur av røttum briksla okkum, at vit høvdu blandað okkara tjóðskaparkenslu og okkara vísindaliga skyldu saman, sigur Pál Weihe.
Almenn fígging
Hann er eisini púra róligur, tá ið bæði politikarar og læknar alment hava roynt at sáa iva um trúvirðið í granskingini við at sáa illgruna um, um hon var púra óheft av teimum, sum hava fíggjað hana og um tað sostatt er eitt heilt álítandi grundarlag, sum tilmælið byggir á,
- Tað er ikki so nógv at siga til tað, men sum føroyingur verðið eg eitt sindur keddur av at hoyra slíkar skuldsetingar. Skulu vit hava eitt høgt ment fólkaræði, hevur tignin í okkara fólkavalda tingið stóran týdning.
Men hann heldur ikki, at sumt av tí, sum er sagt um grindatilmælið, ber á tann bógvin.
- Okkara fíggjarligu keldur eru púra greiðar og her er talan um almennar stovnar, sum stuðla gransking. Talan er um granskingarráðini í Føroyum og Danmark og ein av høvuðsstuðlunum hevur verið danska umhvørvisstýrið.
- Annars hava vit fingið fígging frá fleiri ES-grunnum, sum stuðla gransking, umframt at vit hava fingið fígging frá almennum stovnum í USA. Umvegis tann stovnin, hava vit somuleiðis fingið fígging frá universitetinum í Boston og Harvard.
- Minnist meg rætt, er einasta privata fígging, vit hava fingið, einar 100.000 krónur, sum vit fingu til forkanningar mitt í áttatiárunum frá einum, ið nevndist Højgaardgrunninum.
Góða samvitsku
Pál Weihe vísir á, at hann nú hevur arbeitt við hesum kanningum í 23 ár og hann er sannførdur um, at granskingin byggir á haldgott støði.
- Vit hava gjørt okkara besta og vit hava ongan sum helst iva um, at úrslitið kann leggjast fram við góðari samvitsku og tískil rína ósakligar atfinningar ikki við.
Men vegna fólkaræðið Føroyar harmast hann um, at politikarar føra slík viðurskifti fram á tingsins røðarapalli, ið nógv hava uppfatað, sum rættiliga niðurgerandi.
Hann vísir eisini á, at í øllum førum tey, sum hava eitt fakligt bakstøði, eiga at vita, at í vísindafólk koma ikki við treytaleysum niðurstøðum.
- Góður vísindaligur siður er at koma við varligum niðurstøðum, serliga í kanningum av hesum slagi, har vit hava kannað um beinleiðis samband er ímillum ymisk viðurskifti.
Ætlanin er ikki at trútta nakað niður í nakran, men hetta er okkara besta sannføring, eftir teirri vitan, vit nú hava.
- Og er tað onkur í Løgtinginum, sum liggur inni við upplýsingum, vit ikki hava, frætti eg hjartans fegin frá teimum, leggur hann afturat.
- Hinvegin hava vit ikki sagt, at nýggjar granskingar kunnu koma til eina aðra niðurstøðu og tað er heilt grundleggjandi í vísindum, at vit byggja hvør á annan
- Skulu vit beinleiðis prógva at dálkingarevni í grind eru orsøkin til ávísar heilsuskaðar hjá fólki, skulu vit gera beinleiðis royndir, har vit býta fólk í tveir bólkar, har annar parturin fær eina nøgd av ávísum evnum í longri tíð og hin parturin onki fær og so verða úrslitini mátað eftir eina tíð.
- Men á hesum øki ber jú ikki til at gera slíkar royndir við menniskjur á hesum.
Pál Weihe staðfestir eisini, at granskingarúrslitini hjá teimum hava verið almannakunngjørd í fleiri vísindaligum tíðarritum, sum eru høgt í metum.
- Okkara gransking hevur stórar fíggjarligar avleiðingar á summum økjum, at úrslitini eru eftirkannað ferð eftir ferð, men har hevur onki verið at seta fingurin á.
- Samstundis hevur amerikanski umhvørvismyndugleikin eftirmett okkara granskingarúrslit í eini heili bók og grundað á okkara úrslit, hevur stovnurin gjørt av, at broyta markvirðið fyri, hvussu nógv dálkingarevni fólk kunnu fáa í seg.
- Ein avleiðing av okkara gransking er, at longu fyri 10 árum síðani fingu kraftverk, sum brúka kol, álagt at útvega sær betri royksáld á skorsteinarnar fyri at minka um útlátið av kyksilvuri.
- Hetta var ein útreiðsla upp á einki minni enn einar 60-70 milliardir krónur so tað fall sjálvandi ikki í góða jørð og tískil hava tey brúkt nógva orku upp á at tileinkisgera okkara gransking, men tað hevur ikki eydnast.
- Eg veit ikki um øll hesi fólkini hava mistikið seg og at tað bara eru nakrir føroyskir løgtingsmenn, sum hava fatað veruleikan, spyr Pál Weihe.
Hann leggur afturat at finst onkur stovnur, sum finnur feilur í okkara gransking, tekur hann fegin ímóti, tí hann hevur onga sum helst áhuga í koma við skeivum eginleikum.
Tað er eisini ført fram, at tað eru eisini evni í grind, sum hava góða ávirkan, eitt nú selen?
- Vit fáa nóg mikið av selen í aðrari føði og ómettaðar feittsýrur ber til at fáa úr fiski og aðrastaðni frá. Eg eri samdur í, at tað er samlaða inntakið av mati, vit skulu hugsa um. Men tá ið ein ávísur partur av føðini er so eitrandi er meiri vunnið við at taka tann partin burtur úr føðini, tí tað er nokk eftir av aðrari, heilsugóðari føði.
Eiga vit heilt at gevast at drepa grind?
- Hetta er eitt tilmæli og so stendur tað til fólk sjálvi, hvussu tey brúka tað. Taka føroyingar undir við tilmælinum, er ongin orsøk at drepa grind. Men vit eru ikki lóggevarar og tí fara vit ikki at siga politikarum, hvat teir skulu gera, tí tað er ikki okkara uppgáva
- Tilmælið er ikki givið til stuttleika men tí at vit meta, grundirnar eru haldgóðar.
Bilar tað nakað um vit fáa okkum ein bita av og á.
- Tað er nokk við grindini, sum við eini góðari sigar: Tað er ongin sum forgongur av at roykja eina sigar á nýggjárinum, sigur Pál Weihe
- Tað skal bara ikki vera nýggjár ov ofta, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Pál svara spískum spurningum um grind