Bjargingarmaðurin

Vodafonedeildin - Mamuka Toronjadze hevur skotið fleiri mál, sum hava tryggjað FC Suðuroy fleiri stig, í hesum kappingarárinum. Í gjár var framherjin úr Georgia aftur bjargingarmaðurin í Vági

Mamuka Toronjadze.
Eitt navn, sum aftur og aftur verður varpað út um landið í út­varp­inum, í sjónvarpinum og á heima­síðum.
Tað er heldur ikki løgið.
Toronjadze hevur gingið undan í stríðnum hjá FC Suðuroy, sum roynir at varðveita sætið í Voda­fonedeildini.
Síðsta vikuskiftið átti hann høvuðsleiklutin á fótbóltspallinum í Gundadali, tá suðuroyingar vunnu 4-1.
Í gjár tryggjaði hann sær og sínum liðfeløgum eina stigi, tá FC Suðuroy spældi javnleik á heima­vølli móti NSÍ.
Jón Pauli Olsen er venjari hjá FC Suðuroy. Hann er sjálvsagt fegin um spælaran úr Georgia.
– Hann er millum fremstu leik­arar­nar í Føroyum, sigur hann sann­førdur.

Framúr fríspark
FC Suðuroy fekk fríspark í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat í fyrra hálvleiki. Fjarstøðan frá mál­inum var gott og væl 20 metrar.
Tað sá einfalt út. Mamuka Toronjadze rann til bóltin og sendi hann upp í málhornið.
Eitt flott mál, sum tryggjaði heima­liðnum eitt stig móti odda­liðnum. NSÍ royndi at trýsta í seinna hálvleiki, og í seinasta minutt­inum sendi Christian Høgni Jacobsen í tvørtræið.
Christian Høgni Jacobsen stóð eisini fyri málinum hjá NSÍ, sum kom aftaná 10 minuttir.

Ikki óvæntað
Jón Pauli Olsen dugir væl at seta orð á fótbóltsspælaran Mamuka Toronjadze.
– Hann er sera dugnaligur við bóltinum. Tað er sera torført at fáa bóltin av honum, og hann setir ofta fleiri mótstøðumenn av. Hann er væl fyri kropsliga, skjótur og altíð ein støðug hóttan. Serligi eginleikin, at hann dugir væl við bóltinum, er umráðandi í okkara skjótálopum, tí vit fáa tíð at umstilla okkum og flyta fólkið fram á vøllin, meðan hann er á bóltinum, sigur Jón Pauli Olsen.
Jón Krosslá Poulsen var fegin, tí tað eydnaðist at fáa stig í gjár. Hann segði við Rás2, at styrkin hjá FC Suðuroy er at stríðast.
– Vít stríðast í samfullar 90 min­uttir og ræðast ikki at tveita okkum í nærdystirnar. Tað er okkara vøru­merkið, vísti framherjin á.
Men hvussu passar bóltdugnaligi Toronjadze inn í heildarmyndina hjá einum liði, sum fyrst og fremst stríðist?
Jón Pauli Olsen er greiður.
– Tað hevur víst seg at rigga væl. Veikleikin hjá Toronjadze hevur verið, at hann hevur hildið seg aftur í nær­dystum og øðrum. Fyrstu dyst­irnar í hesum kappingarárinum varð hann lætt ávirkaður og frustreraður, tá hann varð rendur um koll í heilum, men hann dugir betur og betur at handfara slíkar støður, sigur Jón Pauli Olsen.

Var í AaB
Tað er ikki bara føroyskur fótbóltur, sum hevur varnast dugnaligu fót­bóltsevnini hjá framherjanum úr Georgia.
Toronjadze royndarvandi í danska AaB, sum spælir í bestu donsku deildini, í summar­steðg­inum. Hann royndi seg á eykaliðnum hjá felagnum úr Aalborg. Hann var vigaður og funnin ov lættur.
– Hann er ikki slagið av spælara, sum vit sakna í løtuni, segði Lynge Jacobsen, formaður í AaB, við bold.dk.
Mamuka Toronjadze hevur áður spælt við FC Dila Gori og FC Tbilisi. Hann hevði steðg frá fótbóltinum í árunum frá 2006 til 2008.
FC Suðuroy hevur tørv á Mamuka Toronjadze. Og Jón Pauli Olsen vísir ikki aftur, at hann heldur fram í felagnum í komandi kapp­ingarári.
– FC Suðuroy er millum før­oysku feløgini, sum standa seg best fíggjarliga. Tað verða ikki trupul­leikar við at rinda honum lønina. Eg vænti, at hann heldur fram, sigur Jón Pauli Olsen.