fram, sum hendi fyri nøkrum árum síðani, har autoverjan var vandamikil á staðnum. Eftir hesa vanlukkuna varð gjørt av, at autoverjur skulu líka nøkur ávís krøv, har tær standa. Eisini eru aðrar - sum til [...] Staðfesting Í kjalarvørrinum av hvørjari ferðsluvanlukku, sum annaðhvørt krevur mannalív ella ger, at fólk koma álvarsliga til skaða, kemur eitt kjak fram, sum tíverri ofta vísir seg bert at vera eitt upplop í [...] so eru tað altíð nógvar gitingar, sum uttan iva hava við sær, at nógvar leysasøgur fara at ganga. Ferðsluskaðanevndin hevði kunnað avlívað nógvar av leysasøgunum, sum ofta fara runt eftir vanlukkur. ?
brillur, sum leita eftir trupulleikum. Eg haldi at vit í nógv størri mun eiga at gleðast um øll okkum, sum fáa gerandisdagin at ganga væl. Og tá eru vit eisini betri fyri at hjálpa teimum, sum hava veruligar [...] eg av miðlastreyminum, har tað tykist sum hugburðurin og rúmið, at lyfta tað góða fram í ljósið, sjáldan vinnur frama. Eru vit vorðin so von við at geva tí lítla, sum kanska ikki virkar perfekt, ein alt [...] aðinum. Uppala okkara børn við fevnandi umsorgan og kærleika hvønn einasta dag. Eisini um vit renna okkum í lívshendingar sum skaka okkum á leiðini. Vit summa okkum, hava kanska tørv á eini vinarligari
hugmynd um nakrar hugsjónir, sum næstan eru ómøguligar at liva upp til. Sálarfrøðingurin er heldur ikki hin einasta, sum vísir á hesi viðurskifti – at tað er skipanin, sum í ov stóran mun leggur upp til [...] barna-og ungdómssálarfrøðina. Talið av børnum og ungum, sum fingu ávísingar til sálarhjálp í 2012, var 1340, men hetta tal vaks upp í heili 2058 í 2018 sum er ein vøkstur á heili 718 børn og ung eftir bert seks [...] ikki bara í Danmark, at hetta er gongdin. Altjóða heilsuprofilar siga tað sama. Hetta eru viðurskifti hjá børnum og ungum, sum hava tað trupult á lívsleiðini, og serfrøðingar vísa á, at henda gongd eigur
øðrum londum, sum ikki hava havt olju. Pengarnar í stuðulsgrunn Serliga hugtikin er Olaf Olsen av gongdini í Hetlandi. Hetland er eitt land, sum líkist Føroyum, eitt lítið oyggjaland, sum livdi mest av [...] oljulógina soleiðis saman, at hon er so góð fyri Føroyar, sum gjørligt. Og tað gera teir við m.a. at gera eina oljulóg, sum tryggjar, at vit fáa sum mest burturúr oljuvinnuni. Men mugu ikki bara hugsa um [...] geva teimum, sum higar koma, so leysar teymar, at teir halda, at teir kunnu liva og láta, sum teimum lystir. Kolan ov lítil Sjálvur stóð Olaf Olsen á sinni á odda fyri einum lítlum oljufelag, sum skipafelagið
letur seg als ikki gera, og er tað sama sum at kasta føroyingum torvmold í eyguni, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum. Í hansara verð er loysing ella fullveldi tað sama sum at avbyrgja Føroyar frá umheiminum [...] andstøðuni.. Ikki eitt holmstrá.. Danir fara ikki so frægt sum at leggja eitt holmstrá fyri okkum, fyri at forða okkum í at fáa fullveldi, men sum danski vinstraformaðurin segði, tá hann vitjaði í Føroyum [...] fyri Føroyar, fyri at tryggja okkum pláss í heiminum, við teimum grundlógarfestu rættindunum, sum vit hava í dag. Edmund Joensen leggur aftrat, at ætlan Sambandsfloksins røkkur longur. Føroyar skulu eisini
frá 2004. - Eingin veit, hvussu tølini eru í dag, men tað er einki at ivast í, at skulu vit ganga undir Kyoto-sáttmálan, so skal tað gerast við samráðingum, sum taka hædd fyri okkara viðurskiftum. Soleiðis [...] annað, sum eingin heldur tykist hava hugsað um, er hvat hendir, um olja verður funnin á føroyska landgrunninum. - Tað er ein sannroynd, at bara ein einasti boripallur hevur líka stórt útlát sum alt tað [...] segði í løgmansrøðu síni, at hann skuldi lata eina frágreiðing gera um, hvussu vit náddu málinum, sum ES og harvið Danmark hava sett sær. Men enn er eingin frágreiðing komin, og í mínari verð er hetta
landstýrisfólk, sum tekur avgerðirnar, um hvør skal stuðlast. Vit mugu hava ein listapolitikk, lógir og kunngerðir, sum ikki bert eru ein lítil avleggari í okkara mentanarpolitikki, men sum snýr seg um sjálva [...] fólk sum skapa okkara list. Í Javnaðarflokkinum vilja vit tryggja, at tær minst 13 milliónirnar, sum vit føroyingar gjalda í mvg fyri stroymingtænastur, enda í føroyska landskassanum, og ikki sum nú í [...] varð veittur hesum bólkum, sum hava sett eitt stórverk fyri og annað eftir á pall, bæði heima og uttanlands. Eitt virksemi, sum skapar so ómetaliga nógvar ringar í vatnið. Og sama kundu vit gjørt við hinar
tað ein veruleiki, sum vit onki fáa gjørt við, at tann vitanin,sum arvagranskingførir við sær, hevur eitt handilsigt virði -Tey, sum gera heilivág vilja fegin hava ta vitanina, sum arvagransking førir [...] hava vit eitt høvi, sum sjálvdan býðst, at fara undir eina gransking, sum er mennandi fyri heilsuverkið og sum harafturat kundi givið tí eitt avkast afturat. Hann vísir eisini á, at sama, hvat vit gera, hevur [...] arvagranskingin skal fara fram. - Tað, sum hevur elvt til nógv kjak í Íslandi er, at DeCode hevur nú biðið íslendsku stjórnini um at gera eina serlóg, sum gevur teimum, sum privatfelag, einkarrætt í 12 ár til
Kyndil: Hannis Wardum er í dag tann einasti, sum er eftir av Kyndla-liðnum, sum fyri nøkrum árum síðani var tað besta í Føroyum. Men síðani tá er nógv broytt, og í dag eru Hannis og beiggin Uni væl eldri [...] hevur ikki spælt í seinastuni, men hann er komin fyri seg aftur og verður við í dag. Tað sama verður Bárður Johannesen, sum hevur verið skaddur alla vikuna. ? Vit mugu bara seta okkum upp og gera okkara [...] eisini aftur á úrslitunum, sigur Hannis Wardum. ? Tað er eingin loyna, at H71 er stórfavorittur í dag, men vit fara at gera okkara besta. Hetta er einasti kjansur hjá okkum at fáa nakað burtur úr í ár
upp á 1800 metrar, kostar tað sama sum ein Sandoyartunnil. Skal ein nýggjur flogvøllur raðfestast fram um ein Sandoyartunnil? - Tað veit eg ikki, tí tað er Løgtingið, sum raðfestir útbyggingarnar. Men [...] tveimum árum síðani, at ein vøllur á Glyvursnesi upp á 1800 metrar, kostar eina milliard, ella tað sama, sum ein Sandoyartunnil. Verður hann útbygdur til 2700 metrar, kostar hann 1,7 milliard. Hann heldur [...] kommununi annars, sum vit eiga at raðfesta. - Men um vit vera við í eini flogvallarætlan, er ein heilt onnur søga, tó at vit ikki vilja átaka okkum alla ábyrgdina. Nú eru tað nógv havnarfólk, sum ikki vilja vita