Vit mugu fáa nýggjan flogvøll á Glyvurnesi

FLOGFERÐSLA Nú er greitt, at vit mugu fáa ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi, sum lýkur allar treytir, sigur borgarstjórin í Havn

- Nú er stundin komin, har vit av álvara eiga at fara undir at gera flogvøll á Glyvursnesi.
Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjórin í Havn.
Hann heldur, at ólagið á flúgvingi til og úr Vágum seinastu dagarnar, er enn eitt dømi um, at tað er neyðugt við einum betri flogvølli í Føroyum.
- Skulu vit hugsa um at menna samfelagið og skulu vit hugsa um at menna ferðavinnuna, ber ikki til at tað er so ofta ólag á flogferðsluni, sum tað er nú, sigur hann.
Hann sigur, at tað er longu gjørt eitt stórt fyrireikingar arbeiði í sambandi við flogvøll á Glyvurnesi.
Eitt nú eru veðurmátingar gjørdar í fleiri ár.
- Í 25 ára framtíðarætlanini fyri Tórshavnar Kommunu hava vit eisini lagt upp fyri flogvølli á Glyvursnesi.
- Skuldi nakar ivast, hava vit eisini lagt upp fyri golfvølli á Glyvursnesi, tí har er væl pláss fyri báðum, leggur hann afturat.
- Vit hava allar dátur fyri mjørka og vind og tað ber væl til at gera ein vøll á Glyvursnesi upp á 2700 metrar, sum er ein heilur kilometur longri enn tað nakrantíð ber til at byggja vøllin í Vágum út.

Sleppa ikki undan
Borgarstjórin í Havn heldur, at helst ber til at byrja í smáum á Glyvursnesi, kanska við einum tyrlupalli fyrst og síðani kann haldast fram við einum veruligum flogvølli.
Borgarstjórin í Havn heldur, at skulu vit framtíðartryggja hetta samfelagið, slepst ikki undan at gera ein langan flogvøll á Gluyvursnesi, sum kann taka stór flogfør.
Hann hugsar í hesum sambandi um ferðavinnuna, men hann hugsar eisini um annað vinnulív, serliga útflutning av fiski og øðrum.
- Góðir, tryggir og álítandi ferðamøguleikarnir eru ein heilt avgjørd fortreyt fyri einum framtíðar samfelagi.
Og ikki um at tala, skuldu vit funnu olju undir Føroyum, verður ein flogvøllur á Glyvursnesi eitt krav, tí oljuvinnan kann ikki bíða í dagavís eftir floglíkindum.
Samstundis er Glyvursnes beint við høvuðstaðin við øllum tænastum og við at kalla øllum hotellunum.
Men er tað veruleikakent, at hava tveir flogvallir í Føroyum?
- Tað er ikki ov nógv, at eitt land hevur tveir flogvallir. Men annars er tað stutt úr Havnini vestur í Vágar, so tað er onki í vegin fyri at flyta arbeiðsmegina á einum flogvølli úr Vágum til Havnar, so tað er onki at stúra fyri, sigur heðin Mortensen.
Nú er vøllurin í Vágum akkurát útbygdur fyri eina slaka hálva milliard. Er so ikki alt prát um ein annan flogvøll parkerað hesi næstu 25-30 árini?
- Nei, tað er tað ikki, tí vøllurin í Vágum kemur aldrin at lúka nútímans krøvini til ein flogvøll, tí hann er ov stuttur og kann ikki gerast longri.
- Vit gjørdu vart við hetta, tá ið talan var um at longja vøllin í Vágum, men tað lurtaði Løgtingið eftir.
- Men vit eiga kortini at fara eitt stig víðari og gera ein vøll í Vágum.
1,7
milliard


Landsverk metti fyri tveimum árum síðani, at ein vøllur á Glyvursnesi upp á 1800 metrar, kostar eina milliard, ella tað sama, sum ein Sandoyartunnil.
Verður hann útbygdur til 2700 metrar, kostar hann 1,7 milliard.
Hann heldur, at talan er um eina landsuppgávu.
Men tað er als ikki óhugsandi, at Tórshavnar Kommuna er sinnað at vera við í eini ætlan um at byggja flogvøll á Glyvursnesi.
- Tað er ikki ókent at kommunur eru við í slíkum ætlanum, tí tað skapar virksemi og inntøkur til kommununa.
- Tað veldst sjálvandi um politiska viljan í býráðnum, men tað er als ikki óhugsandi, at tað hevði býráðið tikið undir við.
Tórshavnar Kommuna hevur eina fíggjarætlan upp á góðar 700 milliónir. Kann kommunan ikki bara leggja alt til viks í eini trý ár og raðfesta flogvøllin á Glyvursnesi fram um alt annað í hesum tíðarskeiði?
- Tað kundi verið ein møguleiki, men tað gera vit ikki, tí tað er liggur nógv á láni í kommununi annars, sum vit eiga at raðfesta.
- Men um vit vera við í eini flogvallarætlan, er ein heilt onnur søga, tó at vit ikki vilja átaka okkum alla ábyrgdina.
Nú eru tað nógv havnarfólk, sum ikki vilja vita av einum flogvølli á Glyvursnesi, tí tað elvir til nógvan larm?
- Í dag larma motorar á flogførum so lítið, at tann tíðin er farin, tá ið larmur er ein trupulleiki. Annars koma flogførini ikki at flúgva beint yvir Havnini.
Nú sigur tú, at ein flogvøllur á Glyvursnesi upp á 1800 metrar, kostar tað sama sum ein Sandoyartunnil. Skal ein nýggjur flogvøllur raðfestast fram um ein Sandoyartunnil?
- Tað veit eg ikki, tí tað er Løgtingið, sum raðfestir útbyggingarnar. Men spuringurin um ein flogvøll á Glyvursnesi, er ein spurningur um, hvat vit vilja á ferðavinnuøkinum, á útflutningsøkinum og á vinnulívsøkinum sum heild.