Tjúkkur roykur sást yvir miðbýnum í Havn stutt fyri klokk 15. Eldur var í almenna nátthúsinum millum Hotel Tórshavn og Ráðhúsið. Talan var um stóran eld, sum stóð út gjøgnum hurðina. Bygningurin er undir
Eitt flogfar hjá norska felagnum Widerøe noyddist mitt í vikuni at neyðlenda, eftir at eldur kom í annan motorin. Flogfarið, sum er av slagnum Dash-8, var á veg úr Sandefjord til Bergen við 21 ferðafólkum [...] ferðafólkum, men stutt eftir at tað var farið á flog, varnaðist flogskiparin, at eldur var í øðrum motorinum. Hann gjørdi av at sløkkja motorin, og tað eydnaðist flogfarinum at venda aftur til Sandefjord, har [...] heitur, skrivar Aftenposten, og nú verður kannað, hvat veruliga hendi. Kanningar hava í hvussu er vist, at hitin í motorrúminum var ov nógvur, og at ávaringartólini virkaðu, sum tey skuldu, skrivar blaðið
Eitt norskt fiskiskip hevur í dag verið í neyð í russiskum sjógvi. Eldur var í maskinrúminum, men eldurin er nú sløktur, upplýsir Høvuðsbjargingarmiðstøðin í Noregi. VG veit í kvøld at siga, at trý skip [...] eru á veg til skipið, sum nú skal sleipast í norskan sjógv. Manningin, sum telur 14, hevur tað eftir umstøðunum gott, og sambært VG hevur eingin fingið skaða í eldsbrunanum. Robert Ervik, sum umboðar reiðaríið
Eingin fekk skaða, tá eldur í nátt kom í eitt gistingarhús, sum skuldi hýsa 40 børnum, sum hava biðið um friðskjól í Noreg. Eldur kom í nátt í eitt gistingarhús í Lindås í Noreg. Gitstingarhúsið skuldi [...] er enn ókend. Ein bilur varð sæddur í økinum, men greitt er ikki, um hann hevði nakað við eldin at gera. Tað er løgreglan í ferð við at kanna. – Vit hava varðlið í økinum, sum kann tað, sum skal kannast [...] kannast, sigur Terje Magnussen, vaktleiðari hjá løgregluni við NTB. Í Svøríki hava í heyst fleiri eldar verið í verandi ella komandi heimum fyri flóttafólk.
Beint fyri miðdag í dag var eldur einum neysti í Klaksvík. Roykurin var so nógvur, at næmingarnir á HF-skeiðinum fingu frí restina av degnum. Tað stóðst nógvur roykur frá, og tá ið neystið var beint uppat [...] gott fyri okkurt - tí næmingarnir á HF-skeiðnum fingu frí restina av degnum, tí so nógvur roykur var í hølum teirra. Tað var Dávur Winther, ið tók myndina.
Mikudagin kom eldur í eitt gamalt neyst í Vestmanna. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at orsøkin til eldin ivaleyst var tann, at nakrir smádreingir høvdu spælt við eld. Vestmanna Kommuna eigur [...] eigur gamla neystið, sum ætlanin helst var at ríva niður í næstum. Sløkkiliðið í Vestmanna bleiv boðsent, og einar 20 minuttir seinni høvdu teir sløkt eldin.
a felagnum KLM, tí eldur kom í ein av motorunum, tá flogfarið stóð á flogvøllinum í Aalborg í morgun. -Flogfarið var í ferð við at hita motorarnar, tá fólk varnaðust, at eldur var í einum motori. Tað eydnaðist [...] boð um at fara úr flogfarinum, sigur Rikke Mølgaard hjá Aalborg Lufthavn við TV2. 67 ferðafólk vóru í flogfarinum, sum er av slagnum Fokker 70 og hevur pláss fyri 80 ferðafólkum. Flogfarið skuldi til Amsterdam
eftir teimum saknaðu persónunum í Nólsoy. Teir endaðu við at seta tann skadda í land á ísbryggjuni. Pansarin setti tveir persónar í land í Nólsoy og var við sum figurantur í samband við tann skadda kavaran [...] Venjing Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Nógvur útrykningur var at hoyra í Havn í gjár, tá fleiri ambulansur fóru við fullari ferð gjøgnum býin. Talan var tó ikki um nakra stóra [...] ein maður var saknaður umborð. Seinni boðaði Tjaldrið frá at roykurin í maskinrúminum hevði ment seg og bað um roykkavara hjálp. Í maskinrúminum vóru fýra skaddir persónar funnir. Skaddur kavari og vilstir
Norskir miðlar vita í kvøld at siga, at eldur er í einum norskum línuskipi á havleiðunum í Norðurnoregi. Sjóbjargingarstøðin sigur, at øll manningin, sum telur 22, er farin í bjargingarbátarnar. Sagt verður [...] manningin komin í bjargingarbátarnar. Manningin fekk sent út neyðarkall, har sagt varð frá eldi umborð og nógvum royki. Tað er ógreitt, hví eldur kom í skipið. Upplýst verður, at skipið er skrásett í Noregi. Tíðindini [...] liggur 35 fjórðingar norðan fyri Røst í Lofoten, og at tvær bjargingartyrlur eru á veg. Skip hjá bjargingartænastuni eru eisini á veg á leiðina, har eldur kom í skipið. Tað er vindur á leiðini, men ikki
frá eldi í einum lastbili, sum stóð parkeraður í grótbrotinum í Norðragøtu. Enn er ikki greitt, hvør orsøkin er til eldin. Men bilurin hevur ikki koyrt síðani einaferð í morgun. Eldur er inni í stýrhúsinum [...] stýrhúsinum á bilinum, sum er illa farin av eldinum. Sløkkiliðið í Eysturkommunu var skjótt á staðnum við tveimum brandbilum, og teir hava fingið tamarhald á eldinum, sum verður sløktur hvørja løtu.