Fyri løtu síðan var útrykningur í Havn.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn er fáorðaður, men sigur, at fráboðan er komin um, at eldur helst er í einum sethúsum í Krossgøtu í Havn, og sløkkiliðið er sent á staðið.
- Vit vita lítið beint í løtuni um, hvussu vorðið er, men vit vita, at húsini standa ikki í ljósum loga, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
in.fo fer at fylgja málinum.