Tíðindi
Sløkkiliðið er í løtuni í ferð við at basa eldi, sum kyknaði í sethúsum í Gøtu
Í kvøld vóru boð eftir sløkkiliðnum, tá eldur var kyknaður í einum sethúsum í Norðragøtu.
Sum skilst hevur talan verið um skammlop í einum kamari. Sløkkiliðið er komið á staðið, og tað tykist, sum er tamarhald á støðuni.