Løgreglan, sum fekk fráboðan um eldin klokkan 13.15, heitir á fólk, sum búgva og starvast í grannalagnum, um at hava vindeygu og hurðar aftur, so roykur ikki kemur inn. Mynd: Álvur Haraldsen

Eldur í sethúsum í Havn

- Ein kvinna var í húsunum, tá eldurin kyknaði, og hon er komin út í øllum góðum, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan, sum fekk fráboðan um eldin klokkan 13.15, heitir á fólk, sum búgva og starvast í grannalagnum, um at hava vindeygu og hurðar aftur, so roykur ikki kemur inn. Mynd: Álvur Haraldsen

Klokkan 13.15 í dag fekk løgreglan fráboðan um, at eldur er í einum sethúsum í J.H.Schrøtersgøtu í Havn.

 

- Ein kvinna var í húsunum, tá eldurin kyknaði, og hon er komin út í øllum góðum. Kvinnan hevur ikki fingið likamligt mein.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn veit í løtuni ikki at siga, hví eldurin kyknaði.

 

Fólk, sum eru á staðnum, skilja, at talan kann vera um, at eldur er komin í eina grýtu í sethúsunum. 

 

Men, hesi tíðindi eru ikki váttað. Sløkkilið, sjúkrabilur og løgregla eru á staðnum í J.H. Schrøtersgøtu í Havn.

 

Løgreglan heitir á fólk, sum búgva og starvast í grannalagnum, um at hava vindeygu og hurðar aftur, so roykur ikki kemur inn.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Løgreglan, sum fekk fráboðan um eldin klokkan 13.15, heitir á fólk, sum búgva og starvast í grannalagnum, um at hava vindeygu og hurðar aftur, so roykur ikki kemur inn. Mynd: Álvur Haraldsen

Myndina tók Jónas Lindenskov Schiller.