Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at nógvur roykur kom úr einum húsum á Grønlandsvegnum í Havn. Sløkkiliðið fekk tamarhald á eldinum beinanvegin Ein maður var inni í húsinum, men hann slapp út, áðrenn ov seint var. Eldurin kyknaði á komfýrinum, har maðurin hevði sett mat út á, sum hann var sovnaður frá.
Vakthavandi í Havn sigur, at eldurin tíbetur ikki náddi at breiða seg, men at húsini hava fingið nakað av royk- og vatnskaða.
Annars hevur vikuskiftið verið friðarligt í Havn og í Gøtu, har G-festivalur hevur verið. Eitt steðgi- og parkeringsforboð í brekkuni oman móti Syðrugøtu varð ikki serliga væl respekterað, og tí gav løgreglan boð um at flyta fleiri bilar, sum stóðu har.
Sambært vakthavandi í Havn var vikuskiftið annars sera friðarligt, og lagið var sera gott á fólki í góðveðrinum. Onkur avdottin, onkur stuldur, men annars ongir trupulleikar.