Fyri einum tíma síðan fekk løgreglan boð, at eldur var í einum sethúsum í Hovi.
Løgreglan og sløkkiliðið eru nú á staðnum.
Sum skilst, so síggja teir ongan eld enn, men nógvan royk.
Sløkkiliðið er ikki sloppið inn í húsini enn, so tað er ikki greitt enn júst hvussu umfatandi eldurin er.
In.fo fylgir málinum.