vísti tó á, at eitt samstarv og ein samskipan er í gongd við Vørður, og í tí sambandi er hann eisini komin í nevndina hjá føroyska tryggingarfelagnum í Íslandi. Eitt annað nevndarskifti fór fram á aðalfundinum [...] nevndarlimur í staðin fyri Súna Schwartz Jacobsen. Jens Erik Christensen er næstformaður í nevndini í P/F Føroya Banka, er útbúgvin aktuarur og hevur sera drúgvar royndir innan tryggingarvinnuna í Evropa. Hann [...] Hann hevur millum annað verið forstjóri í Codan tryggingarsamtakinum í fleiri ár. Í nevndini hjá P/F TRYGD sita nú: Janus Petersen, formaður, Jens Erik Christensen, Christian Andreassen, Tummas Hanus Dam
sett, mest í Vági, á Tvøroyri, á Sandi og í Klaksvík. Sigvald og Ása hava trivist væl á Skála. Í 1983 keyptu tey hús á Skála, og har búgva tey framvegis. Sigvald hevur verið í kirkjuráðnum í nógv ár, fram [...] ellis- og røktarheim í Eysturoynni, og var eisini við í bygginevndini, tá heimið varð bygt. Sigvald er nú formaður í Landsfelag Pensionistanna, har hann ofta hevur verið frammi í fjølmiðlunum og gjørt [...] Hann hevur í nógv ár og er framvegis av trúgvastu spælarum, tá skálafólk savnast í høllini at spæla flogbólt. Eisini hava Ása og Sigvald tryvist úti í náttúruni. Dagligir gongutúrar, bæði í bygdini, ímillum
milliónir krónur árið fyri. Ársúrslitið vaks úr 1,95 milliónum í 2019 til 3,28 milliónir í 2020. Felagið skrivar í ársfrágreiðingini, at sum koronuárið í fjør leið, so teknaði myndin seg hóast alt væl. Keypsmynstrið [...] kvotaskipanini í 2020. Í mong ár var galdandi, at limir kundu innviga fulla kvotu + 10 prosent til fullan prís. Skipanin kundi seta virkið í sera truplar støður. ##med2## – Í 2016 fingu vit heili 7,74 milliónir [...] er almannakunngjørdur í skipanini hjá vinnuvitan.biz. Nettosølan hjá MBM vaks úr 157 milliónum upp í 164 milliónir krónur. Tað gav ein bruttovinning upp á 55,5 milliónir krónur í mun til 52,7 milliónir
koppseta ungar gentur fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum, verður sett í verk næsta ár. Tað kappast politikarar í Løgtinginum um at lova, hóast Sosialurin annars í farnu viku kundi avdúka, at samgongan [...] títtleikin av krabbameini í lívmóðurhálsinum, er tvær ferðir so stórur í Føroyum, sum í okkara grannalondum, kann vera, at vit vóru 15 ár seinni enn onnur lond at seta regluligar kanningar í verk. Annars ávaraði [...] 12 ára gamlar gentur fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum og samgongan hevði avgjørt, at skipanin skuldi setast í verk longu næsta ár. Men nú sparingar skuldu setast í verk fyri at avmarka hallið á fíggjarlógini
kommunalpolitik, sat í ymiskum almennum nevndum, var virkin í vinnulívi og ikki minst í kirkju og missiónsarbeiði. Hann var deknur í kirkjuni, til hann fyri sjúku mátti leggja frá sær. Í missiónshúsinum var [...] hann formaður í meira enn tríati ár, til hann, í oktober seinasta ár, mátti leggja frá sær vegna sjúku. Eitt av hansara stóru hjartamálum var Blái Krossur, har hann var sera virkin og eisini sat í landsnevndini [...] landsnevndini í rúma tíð. Í arbeiðinum í missiónshúsinum og í kirkjuni, haðani eg sjálv best kenni Ernst, kann eg siga, at slíkan trúskap mótvegis arbeiðinum, eru tað ikki mong, sum hava. Eg kann minnast heilt
mai í 2002 og kundi sigast upp til 1. desember í ár og tað varð hann. Kortini er sáttmálin framlongdur til 15. januar. À landsfundinum hjá fiskimannafelagnum í gjár greiddi Óli Jacobsen, formaður í Fis [...] sum eru uppi í tíðini. Hann segði, at tað mest nýskapandi í sáttálanum, sum kom í gildi í fjør, var, at nú hava fiskimenn eisini fingið eina eftirlønarskipan. Frá 1. juli 2002 var inngjaldið í eftirlønargrunnin [...] umborð fekk stórt pláss í sáttmálanum, sum er í gildi. Í hesum sambandi verða eisini skyldur lagdar á fiskimenn.eitt nú skulu teir velja trygdarumboð, og tað skal ikki roykjast í felagshølum umborð. Somuleiðis
ið kann brúkast í nógvum europeiskum londum. Í løtuni er FSF í holt við hendan partin av útbúgvingini, og teir fyrstu luttakararnir hava verið á hesum skeiðum. Fyrsta próvtøka verður í summar, og annars [...] og vegleiðing úti í feløgunum. Hendan útbúgving er ætlað venjarum á hægsta stigi. Eftir hetta kemur ein serlig yrkisútbúgving, sum ikki verður boðin út í Føroyum í løtuni. FSF hevur í nógv ár havt gott [...] gott samstarv við DBU um útbúgvingarnar í Føroyum, og DBU er við í arbeiðnum at seta nýggju UEFA-útbúgvingina í gongd í Føroyum. Eftir fyrstu B-skeiðini, har danskur vegleiðari hevur verið við, er líkt til
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum hevur aðrastaðni í blaðnum í dag eina viðmerking um landsfundin um vikuskiftið. Har sigur hann millum annað: ? At aldargamli Sjálvstýrisflokkurin nú er í ferð við at [...] vánaligastu hjá Sjálvstýrisflokkinum. ? Sjálvstýrsflokkurin er í løtuni í andstøðu og er við sínum eina umboði minsti flokkur í løgtinginum. ? Í árunum frá 1998 til 2002 hevði Sjálvstýrisflokkurin tvey la [...] góðum kreftum Í Sosialinum í gjár greiddi fyrrverandi formaðurin fyri Unga Sjálvstýrið frá, hví hann hevur gjørt av at fara úr flokkinum. Kenneth Rasmussen saknar, at flokkurin markerar seg í føroyskum politikki
alilingina fer at hátta seg í framtíðini. Onkur heldur, at gongdin við lágu prísunum fer at halda fram í hálvt ár afturat, meðan onnur halda fyri, at gongdin líka so væl verður soleiðis í eitt heilt ár fram. Verri [...] støðan er í løtuni, so missa flestu virkini einar tvær krónur av hvørjum seldum kilo í mun til framleiðslukostnaðin, men hetta eiga flestu virkini at kunna tola, sigur Hans Jacobsen, formaður fyri Havb [...] alingin í løtuni koyrir ógvuliga tungt, men hann metir, at teir eru førir fyri at klára núverandi støðuna í eitt ár fram. Faroe Salmon var tað føroyska alifyritøkan, sum kundi vísa á besta úrslitið í fjør
kappingin fyri lið Fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið verður leikt í Bridgehúsinum í Havn vikuskiftið 2. og 3. november. Í 1.deild leika tey 6 liðini, sum kvalifiseraðu seg í fjør. Hesi vóru: Allan Dal- [...] navn. Til kappingina í 2.deild er frí tilmelding. Í fjør leiktu 8 lið í aðru deild. Tann nýggi kappingarleiðarin hjá FBS, Marjun Restorff, heitir á øll, ið ætla sær at spæla við í liðkappingini komandi [...] 00, og ætlanin er, at folk ongantíð skulu koma til læstar dyr í Bridgehúsinum sunnudag í vetur. Kollfirðingar í Vági Suður gevari Allir í hættu Norður Sp 4 Hj K76 Rú K9865 Kl 10954 Vestur Eystur Sp AK106542