Nógv umrødda ætlanin at koppseta ungar gentur fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum, verður sett í verk næsta ár.
Tað kappast politikarar í Løgtinginum um at lova, hóast Sosialurin annars í farnu viku kundi avdúka, at samgongan annars hevði slept ætlanini.
Bæði danska heilsustýrið og landslæknin hava mælt til at fara undir at koppseta 12 ára gamlar gentur fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum og samgongan hevði avgjørt, at skipanin skuldi setast í verk longu næsta ár.
Men nú sparingar skuldu setast í verk fyri at avmarka hallið á fíggjarlógini næsta ár, avgjørdi landsstýrið kortini at sleppa ætlanini, hóast tað bara kostar 2,5 milliónir um árið tey bæði fyrstu árini og síðani eina góða millión um árið.
Renna undan
Hetta hevur skapt stóra misnøgd hjá politikarum og í Løgtinginum hava løgtingslimir kappast um at renna undan Hans Paula Strøm, landsstýrismani og at taka frástøðu frá ætlanini at sleppa koppsetingini.
Og hansara egnu floksfelagir í Javnaðarflokkinum stóðu ikki aftast í røðini at renna undan avgerðini hjá landsstýrinum.
Tjóðveldið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta koppsetingina í verk og tá ið tað var til viðgerðar, bedýraði Eyðgunn Samuelsen, sum umboðar Javnaðarflokkin í fíggjarnevndini, at hetta var ein raðfesting, sum landsstýrisfólkini høvdu gjørt, uttan at ráðføra seg við flokkarnar. Hon gjørdi eisini púra greitt, at tað eigur at finnast ein loysn á hesum og at javnaðarflokkurin tekur ikki undir við at sleppa koppsetingini.
Eisini John Johannessen, sum er politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, lovaði, at koppsetingin skal setast í verk.
- Hetta málið verður gjøgnumført, ongin ivi um tað, staðfesti hann.
Hann segði fíggingin verður fingin til vega, so at koppsetingin verður sett í verk.
- Sjálvsagt verður hetta økið raðfest, legði hann afturat.
Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, segði, at tað eigur at finnast peningur til hesa viðgerð, tí tað er skjótt, at tað er ógvuliga skjótt, at krabbameinstilburðirnir kosta nógv meiri enn koppsetingin kostar.
- Hetta er eitt mál, vit fara at loysa í samgonguni og pengarnir eiga at finnast, staðfesti hann.
- Vit hava ikki ráð til alt, men akkurát hesa viðgerðina meina vit, at vit eiga at fáa framda, legði hann afturat og hann lovaði fullan stuðul frá Fólkaflokkinum til at gjøgnumføra koppsetingar-ætlanina.
Andreas Petersen, sum sjálvur er lækni, vísti á, at ein orsøk til at títtleikin av krabbameini í lívmóðurhálsinum, er tvær ferðir so stórur í Føroyum, sum í okkara grannalondum, kann vera, at vit vóru 15 ár seinni enn onnur lond at seta regluligar kanningar í verk.
Annars ávaraði hann ímóti at fara í panikk, tí hetta hevur ikki bráðneyðugan skund.
- Tað ganga eini 14 ár frá tí, at kyknubroytingar verða staðfestar í lívmóðurhálsinum, til broytingarnar mennast til krabbamein, so verður tað ikki sett í verk frá 1. januar, er tað ongin vanlukka. Hann segði, at tey fara at arbeiða fyri, at fáa játtanina á fíggjarlógina fyri 2009 og undir øllum umstøðum skal koppsetingin setast í verk innan heilt stutta tíð. Hann nevndi, at ein annar møguleiki var at byrja koppsetingarnar 1. juli, tí so skal játtanin vera tað minni.
Hans Pauli Strøm sigur, at landsstýrið er samt um at skerja hesa koppsetingina burtur og tí stóð tað ikki til hann at broyta tað.
Men hann sigur, at vil Løgtingið raðfesta øðrvísi og seta koppsetingina í verk, skal hann ikki mæla eitt øvugt orð ímóti tí.
Annars taka øll í andstøðuni undir við, at koppsetingin verður sett í verk.










