Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum er bjartskygdur um framtíðina hjá flokkinum, hóast Sjálvstýrisflokkurin til tey tvey seinastu løgtingsvalini hevur fingið minstu undirtøkuna nakrantíð og er blivin minsti flokkur í løgtinginum.
Sperrumarkið er 3,7 prosent, og til tey seinastu tvey valini hevur Sjálvstýrisflokkurin fingið ávíkavist 4,4 og 4,6 prosent av atkvøðunum.
? Á seinasta valinum vóru vit nær við at fáa tvey umboð í løgtingið, vit fingu einar 150 atkvøður fleiri enn á seinasta vali, og eg eri púra sannførdur um, at vit fara at fáa tvey løgtingsfólk á næsta vali. Sjálvstýrisflokkurin er á veg fram, sigur Kári P. Højgaard.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum hevur aðrastaðni í blaðnum í dag eina viðmerking um landsfundin um vikuskiftið. Har sigur hann millum annað:
? At aldargamli Sjálvstýrisflokkurin nú er í ferð við at leggja árarnar inn og er komin á deyðastrá, er ynskidreymur hjá politisku mótstøðumonnum floksins.
Brúk fyri øllum góðum kreftum
Í Sosialinum í gjár greiddi fyrrverandi formaðurin fyri Unga Sjálvstýrið frá, hví hann hevur gjørt av at fara úr flokkinum.
Kenneth Rasmussen saknar, at flokkurin markerar seg í føroyskum politikki, tekur nøkur mál fram og heldur fast um tey.
? Tað er eingin vilji í Sjálvstýrisflokkinum til at gera nakað munagott við støðuna, sum flokkurin er komin í, segði Kenneth Rasmussen millum annað.
Kári P. Højgaard harmast, at ein av ungu og virknu politikarunum gevst í Sjálvstýrisflokkinum, men hann sigur seg standa spyrjandi.
? Kenneth Rasmussen hevur verið virkin í flokkinum, og tað eru ikki meira enn tvær vikur síðani, at hann kallaði inn til ein fund fyri at fáa meira lív í flokkin, og vit umrøddu at gera arbeiðsbólkar at arbeiða við ítøkiligum málum. Eg helt, at nú skuldu allar góðar kreftir bróta upp um armar, og tí kemur tað óvart á meg, at Kenneth Rasmussen nú fer úr flokkinum, sigur Kári P. Højgaard.
Báturin er á floti
Á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum um vikuskiftið var flokkurin samanborin við ein bát, sum stendur á landið væl málaður og tilriggaður, men sum ongantíð fer á flot.
Hesa mynd vil formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum ikki kennast við.
? Tað fyrsta, vit mugu gera, er at staðfesta, at báturin er á floti, og nú mugu vit eisini fáa øll at rógva í takt og sama veg. Vit skulu finna áralagið í flokkinum, sigur Kári P. Højgaard.
? Tað má vera langt síðani, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið so sjónligur, sum hann er nú. Sjálvstýrisflokkurin hevur verið virkin og hevur markerað seg í løgtinginum. Virksemið í lokalfeløgunum og landsnevndini hevur ikki verið stórt, men tað kunnu vit broyta. Tað er eingin loysn at stinga í sekkin.
Hóast undirtøkan hjá Sjálvstýrisflokkinum til tey tvey seinastu løgtingsvalini hevur verið minni, enn hon áður hevur verið, og flokkurin nú er minsti flokkur í løgtinginum, sær formaður glottar fyri framman.
? Um vit næstu árini klára at føra ein konstruktivan andstøðupolitikk, so eri eg als ikki í iva um, at vit fáa tvey løgtingsfólk til næsta val, sigur Kári P. Højgaard.
- - -
Fakta
Soleiðis hevur tað gingið hjá Sjálvstýrisflokkinum til løgtingsvalini seinastu 25 árini. Úrslitið er gjørt upp sum prosent av samlaða atkvøðutalinum.
1970: 5,6 %
1974: 7,2 %
1978: 7,2 %
1980: 8,4 %
1984: 8,5 %
1988: 7,1 %
1990: 8,8 %
1994: 5,6 %
1998: 7,6 %
2002: 4,4 %
2004: 4,6 %
? Tvey tey seinastu løgtingsvalini eru tey vánaligastu hjá Sjálvstýrisflokkinum.
? Sjálvstýrsflokkurin er í løtuni í andstøðu og er við sínum eina umboði minsti flokkur í løgtinginum.
? Í árunum frá 1998 til 2002 hevði Sjálvstýrisflokkurin tvey landsstýrisfólk og tvey løgtingsfólk.









