Sigvald Kristiansen á Skála 80 ár

Tann 30. apríl fyllir Sigvald Kristiansen, fyrrverandi kommunulækni á Skála 80 ár.

Sigvald búði øll barnaárini í Fuglafirði. Foreldrini vóru Súsanna og Aleksandur Kristiansen, og var Sigvald tann fimti av sjey systkjum. Seinna helvtin av barnaárunum var eisini merkt av seinna heimsbardaga og ensku hermonnunum í bygdini.

Áftaná kríggið, fór hann til Havnar á preliminer- og síðani studentaskúla, og aftaná lokið studentsprógv gekk leiðin til Keypmannahavnar at lesa til lækna.

Í Keypmannahavn hitti hann Ásu Colbjørnsen úr Hesti, og giftust tey í 1955.
Tey eiga synirnar Súna, Arnbjørn, Regin og Boga. Eisini eiga tey 15 ommu- og abbabørn og trý langommu- og langabbabørn.

Sum lækni starvaðist Sigvald fyrst á Landssjúkrahúsinum í tvey ár, og á sjúkrahúsinum í gomlu Føroyingahavnini summarið 1964, áðrenn hann í 1965 gjørdist kommunulækni á Skála, sum tá var nýtt starv. Hetta starv hevði hann, til hann varð pensioneraður. Eisini skal nevnast, at Ása virkaði øll árini á Skála sum læknaskrivari.

Læknastarvið mundi helst vera strævið til tíðir. Í nøkur ár vóru bert tveir læknar í økinum, og eisini vóru nakrar bygdir, sum ikki høvdu fingið vegasamband.
Fyrstu árini var ein av vanligastu uppgávunum at trekkja tenn út. Onkuntíð vóru eisini boð eftir læknanum, tá onkur seyður ella hundur hevði brotið bein, ella tá ær skuldi lemba, og ikki alt gekk, sum tað átti.

Sigvald hevur verið virkin ítróttarmaður og var við til at stovna Skála Ítróttarfelag. Hann hevur í nógv ár og er framvegis av trúgvastu spælarum, tá skálafólk savnast í høllini at spæla flogbólt.
Eisini hava Ása og Sigvald tryvist úti í náttúruni. Dagligir gongutúrar, bæði í bygdini, ímillum bygdir og í haganum. Sigvald hevur eisini skotið harur so at siga á hvørjum ári síðani tey búsettust á Skála, og hann súkklar framvegis nakrar km hvønn dag, um veðrið loyvir tí.

Sigvald var eisini við, tá skálamenn keyptu línubátin Leivur Hepni og bygdu hann um til nótabátin, ið fekk navnið Skálafossur.

Hann fekk sær bát, og bygdi neyst, tá hann búsettist á Skála, og var á floti ella skeyt fugl av og á, men tíðin hevur helst ikki verið so góð sum hugurin, so báturin varð við árunum ikki flotaður so ofta. Tá Sigvald so varð pensioneraður varð báturin skiftur út, men tíðin røkkur framvegis ikki til tann nógva útróðurin.

Aftaná at hann gavst sum lækni á Skála hevur hann ofta verið avloysari fyri aðrar læknar ella har læknastørv ikki vóru sett, mest í Vági, á Tvøroyri, á Sandi og í Klaksvík.

Sigvald og Ása hava trivist væl á Skála. Í 1983 keyptu tey hús á Skála, og har búgva tey framvegis.

Sigvald hevur verið í kirkjuráðnum í nógv ár, fram til síðsta kirkjuráðsval, og hann er framvegis virkin sum organistur í kirkjuni. Eisini hevur hann verið virkin í Meinigheitshúsinum á Skála.

Sigvald hevur leingi havt áhuga fyri viðurskiftunum hjá teimum eldru. Í starvi sínum sum lækni sá hann tørvin á einum heimi til eldri og óhjálpin fólk. Hann var longu við til tær fyrstu fyrireikingarnar til ellis- og røktarheim í Eysturoynni, og var eisini við í bygginevndini, tá heimið varð bygt.

Sigvald er nú formaður í Landsfelag Pensionistanna, har hann ofta hevur verið frammi í fjølmiðlunum og gjørt vart við viðurskifti hjá pensionistunum, og nýtur hann nógva tíð til hetta starvið.

Dagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum á Skála, og byrjar borðhaldið kl. 17.