men at vinnan sjálv ásetti gjaldið í fríari kapping um kvoturnar. Hóast frælsu marknaðarkreftirnar koma at kosta arbeiðspláss í fiskivinnuni, vil økta lønsemi skapa onnur nýggj arbeiðspláss. At tað letur [...] seinasta nýggja er, at tann veiðuorka, skipum er tillutað, skal brúkast upp (brúksskylda), annars verður hon skerd. Eitt tiltak, sum gongur beint ímóti øllum sunnum vinnulívssjónarmiðum, at orkan skal minimerast [...] fyrst av øllum, at loysa vinnuna, ið troytir okkara størstu og drúgvastu keldu til vælferð í hesum landi, úr teim mongu darvandi høftum, sum fiskidagaskipanin leggur á hana, soleiðis, at hon fær virkað
frágreiðingini at hann “andaði so nógva frælsa luft” í seg í Íslandi áðrenn tey komu heim til Føroyar. MENNING og MENSKA Skal nakað fáast at ganga er neyðugt at hava trúgv á ætlanina og sjálvsálit. At trúgva á [...] noyddist at taka á seg nógv annað virksemi til frama fyri landbúnaðin. Tað gjørdist eitt megnar Meginfelag Búnaðarmanna Eirikur nú alt ov tíðliga letur eftir seg. Bert tey fægstu væntaðu at so væl fór at ganga [...] sonnum illveðri. Hann ynskti sjálvur at hvíla í Vestmanna har tey hava búð flestu árini. Stór mannfjøld fylgdi, og vitjaði í stásiliga misjónshúsinum aftaná, fyri at vísa Eiríki virðing og teim eftirsitandi
løgdu tær saman til at verða kaffistova. - Eg slapp kanska ikki at bestemma so nógv við kaffistovuni, men navnið vildi eg sleppa at avgera, sigur Magne Ósá. Og soleiðis bleiv tað til, at etiopiski høvuðsstaðurin [...] hava havt við sær, at Magne Ósá bæði hevur arbeitt og búð uttanlands síðani fyrst í 70’unum. - Mær dámdi væl at búgva í Liverpool. Serliga tey fyrstu árini var tað ein góður býur at búgva í, men tey seinnu [...] við línubátum úr Klaksvík, hann tók skiparaprógv í 1964 oog helt fram at verða við fiskiskipum í eina tíð. - Eg vildi sleppa út at sigla og síggja verðina, og í 1968 slapp eg við einum donskum báti. Síðani
fór Mia til Keypmannahavnar at læra at seyma á eini seymistovu. Hon búði í tvey ár hjá beiggja sínum, Páll, sum tá búði í Danmark. Mia kom heim aftur í 1947. Hon fór tá at arbeiða á heilsøluni hjá beiggja [...] beiggja sínum Jákupi. Í 1950 kom hon at arbeiða á skrivstovuni hjá Mariu Poulsen, har beiggin, Grímur, var stjóri. Her kom hon at verða kend sum arbeiðssom, skilagóð og fyri at vera sera kring við tølum. Hon [...] Mortansstovubrekku 5. Synirnir vóru tá farnir til ommurnar á Eiði og í Havn at vera, men Mia megnaði at savna familjuna aftur og at byggja eitt nýtt og gott heim uppaftur. Tað eru tey øll framvegis sera takksom
høgragyklarum fyri onki. Spennandi verður um fjøldin, ið er við at vakna og at skilja millum gykl og veruleika, fer at góðtaka og finna seg í, at Gyklarin mikli og hansara høgraharkalið av fullkomnum samvi [...] fólk livdu og virkaðu. Gyklarin fann skjótt út av, at fólkið var lætt at lumpa, og tá hansara moralur var meira enn ivasamur, tók hann sær fyri at gykla sær og sínum virðislutir uttan fyrilit fyri lógum [...] gerast sporleyst. Og tá gyklarin upplivdi ,at gyklið eydnaðist til fulnar, og at fleiri líkafram hildu hann vera óføran, og tá hann har aftrat slapp undan at verða handtikin, føldi hann seg hevjaðan yvir
hevur verið sterkari og megnaði alíkavæl at koppa Portugal í undankappingini, so Portugal hevur eisini nakað at prógva. Fyrimunurin við at vera í bólki B er, at tey bæði bestu skulu møta liðum úr bólki [...] fyrsta bríkslið hevur ljóðað, fyri síðani at verða eitt stórt vónbrot. Men við nógvum nýggjum og hugagóðum ungum leikarum, so er ikki óhugsandi at Ongland fer at koma betur frá hesum endaspælinum enn onkrum [...] Italia fyri at koma víðari. Bólkur A: Poland, Tjekkia, Grikkaland og Russland - - - Hetta er avgjørt veikasti bólkurin og øll londini munnu fegnast um lutakastið. Poland hevur stóra fyrimunin av at vera á
kvinnur Eg skilji væl, at tað ikki er at finna í dag. Tí er tað nakar, sum gongur ímóti tí skeivu fólkagongdini í Føroyum, so er tað júst GHM. Í samfelagsorðaskiftinum hava vit ampa av, at tey ungu støðast ikki [...] hevur tað verið síðani 1922, og tað fer tað eisini at verða í framtíðini. Ein havnarmynd, sum fleiri ættarlið hava fegnast um, og sum vit gleða okkum til at njóta í framtíðini. GHM stendur fyri Georg Hansens [...] Hann savnaði fólk um tónleik og tónleikaupplivingar og lærdi ungfólk í Havn at spæla upp á ymisk ljóðføri. Tónleikurin fór tá at ljóma um tann lítla hugnaliga býin. Burtur úr tíðini komu nógvir evnaríkir
álop at gera, men vísir bert á, at greinskrivarin tvíheldur um nakað, sum bæði eg og stórur partur av tigandi meirilutanum er ósamdur við honum í. – Hetta er ósunt. Nú nevnir Teitur Vágadal, at frøðingar [...] fráboðaðu grein frá mær! Onki at ivast í, tá greinskirvarin í grein síni: “Latum okkum virða vinnuna 1”, nevnir marknaðføring sum kensla, kann hetta í minsta lagi tvískiljast soleiðis, at marknaðføringarátak er [...] g” eisini kann skiljast “kensluleys” lobbyisma, har ofta verður hildið, at vinnulívsfólk og politikarar tosa í so nógv saman. At Coca Cola - sum mynd - kemur inn í kjakið um føroyskt fiskatilfeingið, sum
avbjóðing, men hóast honum varð bjóðað at halda fram í starvinum, so gjørdu tey bæði av at flyta heim aftur. Fyrst í sjeyti árunum flutti familjan til Føroya, eftir at tey eitt skifti høvdu verið í Næstved [...] fór hann til Havnar at ganga í skúla. Tað var stór broyting frá familjulívinum í Mykineshólmi og dagligu gongdini millum hólman og heim í bygdina við skúla og bygdarlívi og so at fara til Havnar. Kríggið [...] 1958, og so næsta takið at fara undir útbúgving til serlækna í ortopædi. Tað var undir lestrinum í Keypmannahavn og í samkomuni í Thorsgade, har nógvir føroyingar altíð vóru, at Rodmundur hitti Karen, sum
Prei • Fyri at fáa eina javna tilførslu av orku skal barnið eta 3 høvuðsmáltíðir og 2-3 millummáltíðir. So hevur tað lættari við at samla seg allan dagin. • Tað er altíð týdningarmikið at eta ein góðan [...] týdningarmikið at barnið drekkur vatn, tá íð tað følir tosta, av tí at barnið følir seg troyttan og óupplagdan, um tað manglar vætu. • Um barnið venur hart og leingi, er tað týdningarmikið at barnið eisini [...] følir tosta. Hetta av tí at tað gott kann mangla vætu, sjálvt um tað ikki følir tosta. • Í meðan barnið íðkar ítrótt er tað gott at drekka ofta. Tá íð venjingin er av, er tað gott at drekka ríkiligt av vatni