Kenslur, Coca Cola, tilfeingið og marknaðføring

Tað er sum danska orðatakið sigur: “Det er som man ser det”.

Jógvan við Keldu
-----

Áðrenn eg komi til greinina “Latum okkum virða fiskivinnuna 3” hjá Teiti Vágadal, lati eg hesa fráboðaðu grein frá mær!
Onki at ivast í, tá greinskirvarin í grein síni: “Latum okkum virða vinnuna 1”, nevnir marknaðføring sum kensla, kann hetta í minsta lagi tvískiljast soleiðis, at marknaðføringarátak er kensla meðan ein sokallað “marknaðføring” eisini kann skiljast “kensluleys” lobbyisma, har ofta verður hildið, at vinnulívsfólk og politikarar tosa í so nógv saman.
At Coca Cola - sum mynd - kemur inn í kjakið um føroyskt fiskatilfeingið, sum hann sigur er ein kenslulig marknaðføring, er tað eitt sindur av uttanumtosi: “Tá vinnan hugsar pening, skulu vit so virða hana?” spyr greinskrivarin” og sigur víðari: “Eitt kunnu vit staðfesta. Vinnan er væl greið yvir at kenslur selja”, og so, “Coca Cola hevur funnið útav, at fólk skulu endurminnast og endurminnast ...” og leggur afturat, “vit tráa meira. Tað (CC-drykkurin,red.) er ósunt, sum veit ikki hvat, men hóast tað so heldur sølan fram”.
Tøl og veruleikin
Lat meg endurtaka. Tað eg vísti á í míni fyrstu grein “Fastløntir frøðingar og verulig vinnulívsfólk”, var í stuttum, at frøðingur, sum tíðum er serkønur í Kringvarpi Føroya kallar vinnulív, reiðarar og politiska systemið korrupt – Gunnvør Balle, leggur eisini upp til tað í síni skematisku grein. Hesin sleppur at brúka sterkar alment goldnar miðlar sum “bakland”, og við tí talar til lægsta felagsnevnara, sum við øvund etur seg upp ígjøgnum samfelagið. Hetta niðurbrýtur alla framgongd. Hetta páhald hevur onki við persónligt álop at gera, men vísir bert á, at greinskrivarin tvíheldur um nakað, sum bæði eg og stórur partur av tigandi meirilutanum er ósamdur við honum í. – Hetta er ósunt.
Nú nevnir Teitur Vágadal, at frøðingar tosa tøl og veruleika, sum um gerandisdagurin hjá okkara veruliga vinnulívi ikki ger tað. Hann sigur: “Kenslur hevur vinnulívið og samfelagsbúskapurin ikki brúk fyri. Vinnulívið hevur brúk fyri veruleikanum”. – Er tað ikki júst vinnulívið sum hugsar veruleika? – Tað er henda niðurgerðin!
Teir eiga “good will” frá fólkinum
Hesum veruleika – gerandisdagurin við upp- og niðurgongdum undirbygd við tølum – er dagliga lívið hjá vinnulívsfólki okkara, meðan frøðingar oftast bara hava annan partin, nevniliga tølini, rokniarkið og kanska gloyma multiplikatoreffektina. – Ov sjáldan sæst, at ávísu frøðingar tosa um satsningar, niðurgongdir kanska fleiri ár upp í røkur, milliardaíløgur, áhaldandi lánsgjøld, upparbeiddu vitanina, marknaðføringarátøk og annað sjálvsagt, sum er við til at ríka samfelagið, hesir - eg endurtaki – eiga sanniliga ein “good will”!
Sjálvandi nýtast verulig vinnulívsfólk ikki okkara hjálp, men nýtast bara frið og kontinuitet at arbeiða, so samfelagið kemur uppaftur longri. Samfelagið gerst ikki betri fyri, av at fastløntir frøðingar vanvirða hesar veruleikar, og liva í órealistiskum dreymum, sum eru langt frá visjónum. – Óstøðugt lítið oyggjaland má geva høvuðsvinnuni kontinuitet.
Ummælið - bara á “hægri støði”
“Søgan endurtekur seg “men bara á hægri støði ”. Fari tí at endurtaka eina av fleiri útsøgnum, sum ein av okkara kendu frøðingum segði seinast í 1940num um hendinga stórreiðaran og stórkeypmannin, Kjølbro, sum tá hevði umleið 800 fólk á lønarlistanum við víðfevndum ídnaðargreinum, sum hevði týdning fyri allar Føroyar – eisini visionert. Hesin frøðingur segði um Kjølbro, og tað er alment: “Og Kjølbro kann vera so bíttur og ólogiskur. Hann veit skil á saltfiski og sølu av saltfiski. Men tað er eisini tað einasta vit hansara røkkur rundan um! – Og í framhaldi gav hann honum eitt dygt gúpp. Soleiðis endurtekur søgan seg ídag, ”bara á einum hægri støði”!
So siga bæði Teitur Vágadal og Gunnvør Balle, at tað er tann, ið finst at frøðingum fyri teirra niðurgerð um føroysk vinnulívsfólk, sum er persónligur og klývur føroyska fólkið.
Nei, sum danska orðatakið sigur: “Det er som man ser det”!