EIRÍKI ÓLAFI THORVALDSSYNI TIL MINNIS

føddur 12. november 1947 , deyður 24. februar 2012.

Eiríkur fór til gravar, frá Vestmanna Kirkju, leygardagin 2. mars í sonnum illveðri. Hann ynskti sjálvur at hvíla í Vestmanna har tey hava búð flestu árini.
Stór mannfjøld fylgdi, og vitjaði í stásiliga misjónshúsinum aftaná, fyri at vísa Eiríki virðing og teim eftirsitandi stuðul.

Eiríkur var Hornfirðingur úr Høfn. Har aldist hann til mans, og fór millum annað at arbeiða á mjólkarvirki teirra. Seinni fór hann til Dalum á Fjóni at ganga í meiarískúla, og gjørdist stjóri á meiarínum í Høfn 27 ára gamalur.
Hann varð í tænastu við verjuskipi meðan eitt toskakríggj var í millum Bretland og Ísland. Í hesum sambandi kom fyrsta ábendingin um føroysku lagnu hansara.
Verjuskipið kom inn í Vestmannaoyggjar at bunkra, og har í millum var winarbreyð. Eirikur var sendur til bakara og í hurðini gjørdist samanstoytur við eina vakra føroyska gentu. Um kvøldið var dansur og har møttust tey so aftur, og síðani hava tað verið tey. Gentan var Rannvá (Bessa) Didriksen úr Vestmanna. Av góðum smiðslagi runnin, sum m.a. komu av Hvítanesi.
Tey giftust og búsettust í Høfn, fingu einkardóttrina Annu, og hon eigur tvey børn, sonin Bjørgvin Annan og dóttrina Rannvá Bjørk. Tey búgva í Reykjavík.

STØÐIÐ

Í 1978 høvdu búnaðarmenn í Føroyum tikið seg saman um at fara undir mjólkarvirkið.
Stovnað varð eitt lutafelag (ella andeilsfelag) eftir danskari og íslendskari fyrimynd. Felagið er enn lutafelag, og nú tað einasta í landinum, og felagið kláraði enntá kreppuna í nítiárunum, sum ein av fáum fyritøkum í landinum.

Tað var Karstin Rasmussen, sáli, á Jarðarráðnum sum var drívkraftin fyri tí handliga arbeiðinum at fáa bygging og alt tað í gongd, aftaná drúgvt forarbeiði hjá millum øðrum Pálli Paturssyni, sála, Jóanesi Dalsgarð, Hanusi í Miðstovu, sála, Fritleifi Joensen og Óla Kristiani Debess og fleiri øðrum.
Karstin “heintaði” síðani Eirik til stjórauppgávuna, umborð á Smyrli tá Eddi, Bessa og Anna skuldu heim aftur til Íslands eftir summarfrítíð í Føroyum.
Soleiðis kom føroyska lagna Eiriks í stuttum í lag. Hann var stjóri frá 1978 og til hann nú andaðist.
Í fyrstuni var umbygging, veiting av útgerð og innrætting á skránni. 1. apríl í 1980 tók Mjólkarvirkið Búnaðarmanna ímóti fyrstu mjólkini á nýggja virkinum.
Seinni broytist navnið til Meginfelag Búnaðarmanna tí felagið noyddist at taka á seg nógv annað virksemi til frama fyri landbúnaðin.

Tað gjørdist eitt megnar Meginfelag Búnaðarmanna Eirikur nú alt ov tíðliga letur eftir seg. Bert tey fægstu væntaðu at so væl fór at ganga. Tað er mongum fyri at takka.
Ikki minst vituga, vinarliga, skemtingarsama og treiska javvarinum Eiríki. Sjálvandi saman við góðum starvsfólki, nevndum, samarbeiðsfyritøkum og dyggum netverki.
Kanska er ein partur av frágreiðingini at hann “andaði so nógva frælsa luft” í seg í Íslandi áðrenn tey komu heim til Føroyar.

MENNING og MENSKA

Skal nakað fáast at ganga er neyðugt at hava trúgv á ætlanina og sjálvsálit.
At trúgva á egnan mátt og megi. “Smá men kná” kundi veri eitt mantra.

Hetta er eisini eitt støði í alheimsvísundi.
Kong–Fu-Tse, kinverskur filosoffur segði fyri einum 2500 árum síðani:
“Eitt fólk (ella tjóð) uttan sjálvsálit glatast”.
Hesi orð kunnu snúgvast Eiriki og MBM.


Eg kom, av tilvild, at starvast saman við Eiriki í 14 ár, frá 82 til 96, harav 12 ár sum nevndarformaður.
Tað var av sonnum ein byltingartíð, bæði innanfelags og samfelagsliga. Eg vil rósa Eiriki fyri eginleikan at koma víðari, at herja á aftur, og vinna á næstu forðing.
Sjálvt um ósemjur kundu vera um mál, so skalaðist persónliga vinarlagið ongantíð. Og úr øllum hesum kom framburður og framgongd. Tað er ikki sørt stórt.

Veit ugga og styrki til Rannvá, Onnu og børnini, eins og móðir og systkin hansara.
Fjálg eru minnini!
Alt tað besta!
-----
Hanus Vang