Havnarmyndin GHM í besta blóma

Jógvan Arge heilsaði GHM á fagnaðarkonsertini í Læraraskúlahøllini í dag. Formaðurin í mentamálanevndini í Havn segði, at GHM er í besta blóma og hevur ongantíð verið so stórt og fjølbroytt sum á 90 ára degnum.

Jógvan Arge
--------

Harmoniorkestrið GHM er ein havnarmynd. Tað hevur tað verið síðani 1922, og tað fer tað eisini at verða í framtíðini. Ein havnarmynd, sum fleiri ættarlið hava fegnast um, og sum vit gleða okkum til at njóta í framtíðini.
GHM stendur fyri Georg Hansens Minni, tí danski bakarin Georg Hansen var ein týðandi kveikjari í føroyskum tónleikalívi fyri rúmari øld síðani. Hann savnaði fólk um tónleik og tónleikaupplivingar og lærdi ungfólk í Havn at spæla upp á ymisk ljóðføri.
Tónleikurin fór tá at ljóma um tann lítla hugnaliga býin. Burtur úr tíðini komu nógvir evnaríkir tónleikarar, og ljómlið av ymsum slag vórðu sett á stovn, bæði stór og smá. Óivað hevur William Heinesen í hesi tíðini fingið sín íblástur til tað kenda hugtakið glataðu spælimenninir.
Bakar Hansen var ein slóðari fyri føroyskum tónleikalívi. Tá havnarmenn stovnaðu sær nýtt orkestur tann 14. mars í 1922, vildu teir seta honum ein varða, meðan hann enn var á lívi. Tí nevndu teir sítt orkestur ”Georg Hansens Minni”.
Í besta blóma
GHM hevur hesi 90 árini síðani verið fastur táttur í mentanar- og undirhaldslívinum í Havn; stundum eisini úti um landið og enntá uttanlands við. Orkestrið hevur sjálvsagt havt bæði góðar dagar og minni góðar dagar, men ikki ringar dagar. Hóast áhugin hevur verið upp og niður eins og limatalið, so hevur látið í GHM síðani fyrsta dag.
Lat meg so skunda mær at sláa fast, at GHM er í besta blóma nú á níti ára føðingardegnum. Býarins harmoniorkestur hevur sjáldan ella ongantíð verið so stórt og fjølbroytt sum í dag. Vit kunna uppliva bæði smá og stór tónleikaavrik, alt eftir, hvat høvið er, og skráin í dag prógvar, at tykkara orkestur smæðist ikki at taka við nýggjum avbjóðingum.
Tað er eisini vegurin framá. Eg googlaði hesar bókstavirnar GHM nú ein dagin, og har komu fram nøvn av øllum møguligum slag um allan heim, men eitt fann eg ikki. Tað var kelinavnið, sum kappingarneytar brúktu um GHM fyrr í tíðini – Gamlir Havnar Menn.
Nóg ungfólk og flest kvinnur
Eg skilji væl, at tað ikki er at finna í dag. Tí er tað nakar, sum gongur ímóti tí skeivu fólkagongdini í Føroyum, so er tað júst GHM. Í samfelagsorðaskiftinum hava vit ampa av, at tey ungu støðast ikki, soleiðis at javnvágin millum aldursbólkarnar skeiklast við teimum fylgjum, sum tað kann hava.
90 ár er høgur aldur, men hann sæst ikki á tykkum, tí tit eru í dag ein ung og spelkin havnarmynd, sum ríkar okkara bý.
Orkestrið telur 60 leikarar. Av teimum eru 20 tilkomin, frá 20 árum og uppeftir, men tey, sum eru millum 15 og 20 ár, eru heili 40 í tali. Og fara vit so til býtið millum kynini, so líkist GHM heilt burturúr, tí her eru kvinnurnar í meiriluta. So hatta skemtið um, hvat GHM var fyri nakað, tað heldur ikki ein tumma í dag.
GHM vil rúma bæði ungum og vaksnum og leggur seg eftir góðum venjingum, so hvør leikari kennir seg ríkaðan og fegin vil støðast. Sosial átøk hava ikki minsta týdningin í hesum viðfangi. Býarins harmoniorkestur virkar alsamt fyri at fáa fleiri leikarar, fjølbroyttari samanseting og nýggj ljóðføri at geva orkestrinum upp aftur betri førleika og ljóð. Tað er sera hugaligt.
Til lukku og góðan byr
Eg fari vegna Tórshavnar býráð og mentamálanevndina at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við føðingadegnum. Tórshavnar býráð hevur slíkar dagar tann sið eftir førimuni at geva góðar gávur sum viðurkenning fyri avrik og stuðul til framburð.
Eg hugsi, at tað eisini fer at drýpa á tykkum í so máta seinni í dag.
Havið eina góða konsert og góðan byr.