Spenningurin var í hæddini fríggjadagin, tá avgerast skuldi hvør skal møta hvørjum í EM-endaspælinum í Polandi og Ukraina í komandi summar. Stóru tapararnir av lutakastinum vóru landsmenninir hjá núverandi og fyrrverandi landsliðsvenjarunum hjá okkum. Danmark kom í sterkasta bólkin, meðan Írland skal snúgva sær fram við Spania, Kroatia og Italia fyri at koma víðari.
Bólkur A:
Poland, Tjekkia, Grikkaland og Russland
- - -
Hetta er avgjørt veikasti bólkurin og øll londini munnu fegnast um lutakastið. Poland hevur stóra fyrimunin av at vera á heimavølli, men er samstundis tað landið í EM-endaspælinum, sum er styrkismett lægst á FIFA listanum sum nummar 66. Vertirnir spæla setanardystin ímóti Grikkalandi tann 8. juni.
Russland og Poland eru helst bestu boðini uppá, hvør kemur víðari úr bólkinum, men bæði Tjekkia og EM-vinnarnir frá 2004, Grikkaland, hava sínar styrkir og kunnu vinna seg víðari. Ein opin bólkur.
Bólkur B:
Holland, Danmark, Portugal og Týskland
- - -
Donsku EM-dreymarnir fingu eitt slag fyri og annað eftir, so hvørt sum bólkur B myndaði seg. Úr sterkasta styrkisbólkinum kom Holland og síðani Týskland og úr triðsterkasta styrkisbólkinum kom Portugal. Ein krútbólkur sum vil nakað. Av hasum fýra er Danmark tað landið, sum er styrkismett lægst á FIFA-styrkislistanum sum nummar 11, og tað sigur ikki so lítið um styrkina í bólkinum.
Eitt nú kann nevnast, at Grikkaland er tað landið, sum er styrkismett hægst í bólki A og teir eru styrkismettir sum nummar 12.
Tað ber illa til at taka dagar ímillum londinum í hesum bólkinum, men Holland og Týskland munnu nokk hava munin, sum nú er. Danmark hevur verið sterkari og megnaði alíkavæl at koppa Portugal í undankappingini, so Portugal hevur eisini nakað at prógva.
Fyrimunurin við at vera í bólki B er, at tey bæði bestu skulu møta liðum úr bólki A í fjórðingsfinaluni.
Bólkur C:
Spaina, Írland, Kroatia og Italia
- - -
Eisini ein bólkur, ið telur heimsins sterkasta landslið, Spania. Tað er ilt at ímynda sær, hvør skal steðga spaniólum, um teir halda fram at spæla tann fótbóltin, teir hava borðreitt við síðani undankappingina til EM í 2008. Liðið er framvegis inntakt og allar stjørnurnar eru framvegis í góðum aldri.
Tí verður helst talan um eina kapping millum Italia og Kroatia um at fáa hitt plássið, ið gevur víðari luttøku. Tað er ongin ivi um, at landsmenninir hjá Brian Kerr koma hugagóðir til endaspælið, men teir skulu nokk vera meira enn hepnir, um teir skulu koma víðari.
Bólkur D:
Ukraina, Frakland, Svøríki og Ongland
- - -
Hesin bólkurin er sera opin, men Svøríki stendur helst veikast í myndini. Tað skal ganga Zlatan Ibrahimovic serstakliga væl, um teir skulu stjala annað teimum báðum fremstu plássinum. Ukraina er sum so ikki eitt sterkari landslið. Millum annað er stjørnan tann aldrandi Andrei Shevchenko, sum nú er blivin 35 ára gamal. Styrkin hjá Ukraina liggur í heimavøllinum.
Tað er ilt at meta um, hvørjum standi Frakland og Ongland møta upp í. Frakland hevði eitt skammiligt HM-endaspæl í Suðurafrika og nakað at prógva, men spurningurin er so, um tað er ein styrki ella veikleiki.
Mangan hevur Ongland vunnið bæði HM og EM, áðrenn fyrsta bríkslið hevur ljóðað, fyri síðani at verða eitt stórt vónbrot. Men við nógvum nýggjum og hugagóðum ungum leikarum, so er ikki óhugsandi at Ongland fer at koma betur frá hesum endaspælinum enn onkrum av hinum.
Fyri Ongland kemur tað illa við, at Wayne Rooney hevur leikbann fyrstu tríggjar dystirnar. Tað kann verða munurin á, um Ongland kemur víðari ella ikki.