til 1949. Í 1949 fór hann til Keypmannahavnar á fakskúla og meistaraskúla innan prentarayrkið, og starvaðist har í tvey ár. Hann kom heim aftur í 1951 og starvaðist eitt skifti í Prentsmiðjuni í Bókahandlinum [...] varðhaldinum eina ferð um vikuna í tilsamans 36 ár. Í 1962 kom hann upp í sjómansmissiónsarbeiði, og var t.d. sjómanstrúboðari í Vestmannaoyggjunum og eitt stutt skifti í Ravnoynni. Sum trúboðari virkaði [...] var ættaður og uppvaksin í Norðragøtu. Hann er nummar 4 av 13 systkjum. Foreldrini vóru Eliesar Jacobsen í Tjørnustovu og Sunnuva f. Heinesen í Súnastovu. Hann gekk sjey ár í barnaskúla. Sum 16 ára gamal
heimin, og bæði í Geneve og í New York verða standmyndir avdúkaðar, ið heiðra ST-fólk, sum hava latið lív í friðartænastu. Eisini í Føroyum verður dagurin hátíðarhildin. Prát og hugni Í apríl í ár varð føroyska [...] hevur verið gjørt í fleiri ár, og soleiðis verður eisini í ár. Justin sigur, at hendan løtan, sum plagar at verða hildin í Mjørkadali, er ikki almenn. Alment í Saltangará Í býráðshøllini í Saltangará verður [...] føroyska ST-felagið stovnað í Havn, og formaður í áhugavelagnum er Justin Philbrow á Toftum. Felagið, sum er óheft politiskt, hevur eina fýramannanevnd við fólkum úr ymiskum heraðshornum í landinum. Hesi hava
søgdu tey í viðmerkingunum. Tey vístu á, at í summum øðrum londum er lóggávan ikki eins víðfevnd, eitt nú í Finnlandi, Bretlandi, Kekkia og Týsklandi. Í hesum londum ber tó til at ganga saman í skrásett [...] Eirikur Lindenskov Í noveber í fjør løgdu Bjørt Samuelsen, tingkvinna úr Tjóðveldi, Rigmor Dam, tingkvinna úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen, formaður í Framsókn, fram á ting uppskot um, at samkynd [...] lóggávu, sum tey hildu vera í samsvari við hugburðin hjá størsta partinum av fólkinum í føroyska samfelagnum. – Í fleiri ár hava vit kjakast um at loyva samkyndum at ganga saman í hjúnalag. Kortini hava vit
januar í ár slóknaði Gunnvør Svabo Rasmussen, sum hevði fylt 80 ár í hesum døgum, ella mikudagin tann 23. í hesum mánaði. Gunnvør varð fødd í Miðvági í 1933 og vaks upp sum ein av teimum yngstu í einum [...] felagsskapinum í Kjøpinhavn. Longu fyrst í 80´unum kom Gunnvør sum næstformaður í nevndina í Tí føroyska Kvinnufelagnum í Kjøpinhavn, har ein annar miðvingur hevði sitið sum formaður, líka síðani [...] Samuelsen, sum var lærari í Miðvági og á Giljanesi frá 1920 og líka til 1968, altso í 48 ár tilsamans. Eftir eitt stutt skeið sum handilsfólk í Havn, fór Gunnvør av landinum í 1952, tá ið so avbera nógvir
stur í Klaksvík fyri Jóhan Nielsen, sum var fólkatingsmaður. Undir lesnaðinum hevði Petur Martin roynt seg sum læraravikarur í skúlunum á Strondum og í Kollafirði og eisini í studentaskúlanum. Í 1962 varð [...] settur sum adjunktur í studentaskúlanum, har hann undirvísti í kristni, latíni og søgu. Frá 1965 og fram til 1971 var Petur Martin fyrst hjálparprestur í Havnini og síðani kalskappellanur í Suðurstreymoyar [...] prestagjaldi. Í 1971 gjørdist hann prestur í Eiðis prestagjaldi, og Petur Martin var prestur og familjan búði á Eiði inntil í 1983. Tá fluttu tey til Havnar aftur, tí Petur Martin fór í fulltíðarstarv
tey í hini kommununi í oynni, sigur hann. Í nýggja bygdaráðnum í Mikladals kommunu sita Markus S. í Norðnástovu, Christian Andreasen og Sigrun Heldarskarð. Kommunuval í Kalsoynni Tvær kommunur eru í Kalsoynni [...] verður brúktur. Bygdaráðið avgjørdi seint í áttatiárunum, at øll børnini í kommununi skuldu ganga í skúlanum í Mikladali. Í løtuni eru seks børn úr hvørjari bygd í skúlaaldri, og eftir summarfrítíðina verður [...] blankar atkvøður í Mikladals kommunu á kommunuvalinum í síðstu viku. Fólk á Trøllanesi og í Mikladali velja limirnar í Mikladals kommunu, og triðja hvør atkvøða, sum tey sleptu niður í atkvøðukassan, var
Formaðurin í politisku andstøðuni í Italia, Romano Prodi, vil vera við, at Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, ætlar sær at keypa sær sigurin á tjóðartingsvalinum, sum verður í apríl næsta ár. Í samrøðu [...] gloymdar hetjur Tá týskararnir hersettu Noreg í apríl í 1940, fingu teir serliga harða mótstøðu í Norðurnoregi, og bardagin um býin Narvik hevur serstøðu í norskari søgu. Tað vóru nú ikki bara norðmenn [...] settu á land. Soleiðis eitur tað í søguni, men í veruleikanum vóru tað ikki teir sameindu, sum settu hermenninar í land, men heldur smá norsk fiski- og flutningsskip. Í einari nýggjari bók skrivar høvundurein
seta sparingar í verk á hesum øki, er býráðslimir í Vági samdir um. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, er eisini formaður í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu, og hann sigur, at borgarstjórarnir í teimum kommunum [...] men í hvussu so er hevur bæði bygdaráðið í Hovi, og bygdaráðið í Hvalba, samtykt, at tey rinda ikki meiri til eldraøkið enn tað, sum tey fáa í endurgjaldi úr Landskassanum. Og bæði borgarstjórin í Hovi [...] 1,1 milliónir í endurgjaldi úr landskassanum, ella góðar 300.000 krónur minni. Men eisini bygdaráðið í Hovi hevur samtykt, at tey rinda ikki meiri til eldraøkið í oynni enn tað, tey fáa í endurgjaldi úr
Í sambandi við at Havnar Róðrarfelag fyllir 80 ár 25. juni, fer nevndin í felagnum at skipa fyri ymsum tiltøkum í sambandi við 80 ára føðingardagin. Fyrsta tiltakið verður longu í dag í samstarvi við Bragdið [...] standa har. Niels Juul Arge, sum eitt skifti var formaður felagnum, skrivar í broti í bókini Drekin, at í 1935 kom drekahøvdið at gerast frámerkið hjá bátunum í felagnum. Niels Juul sigur soleiðis: Víkingarnir [...] hjá felagnum eru við í mentanarnáttini 8. juni, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri. Hetta fer felagið at boða frá seinni. Kappróðrarsøgan í Føroyum er drúgv, tí longu í seinast í 1800 talinum varð róð
sær konu í Fuglafirði. Sonja, sum er fødd Poulsen, og tey eiga trý børn: Jóna, sum er fødd í 1968, býr í Fuglafirði, Jonhard, sum er føddur í 1971, býr í Gøtu, og Meiken, sum er fødd í 1975, býr í Svendborg [...] Eftir at oyggjaleikirnir høvdu verið í Føroyum í 1989, gjørdist hann nevndarlimur í Borðtennissambandinum, og har var hann inntil í 1997. Harald er framvegis áhugaður í ítrótti og fylgir væl við. Tá ið Víkingur [...] Í dag, fríggjadagin 21. oktober, verður Harald Hammer í Syðrugøtu 70 ár. Nú er hann virkin pensionistur, sum er nógv í egningarskúrðunum í Leirvík, og sum annars dámar væl at flóta og at vera uttandura