Vilja ikki rinda sín part av rokningini

Tí er vandi fyri, at tað verður neyðugt við sparingum á eldraøkinum í Suðuroy

Summar kommunur í Suðuroy eru komnar illa fíggjarliga av tí at eldraøkið kostar væl meiri enn tað, kommunurnar fáa í endurgjaldi úr landskassanum.

Sosialurin skrivar í dag, at eftir fíggjarætlanini, fer eldraøkið í Suðuroy at kosta góðar 60 milliónir at reka næsta ár.

Men endurgjaldið úr landskassanum verður bara slakar 56 milliónir krónur, og skal tænastustigið á eldraøkinum varðveitast, mugu kommunurnar sostatt rinda góðar fýra milliónir afturat úr sínum egna kassa.

Og tað er tað ikki allar kommunur, sum vilja.

Allar kommunurnar hava ikki viðgjørt málið enn, men í hvussu so er hevur bæði bygdaráðið í Hovi, og bygdaráðið í Hvalba, samtykt, at tey rinda ikki meiri til eldraøkið enn tað, sum tey fáa í endurgjaldi úr Landskassanum.

Og bæði borgarstjórin í Hovi, Jónsvein Hovgaard, og borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen, staðfesta, at hetta kann ikki halda fram, og tí má endurgjaldið úr landskassanum hækkast.

Sosialurin skrivar, at eftir fíggjarætlanini fyri eldraøkið næsta ár, skal Hvalbiar kommuna rinda góðar 8,6 milliónir fyri eldraøkið í Suðuroy næsta ár, men kommunan fer bara góðar átta milliónir í endurgjaldi úr landskassanum.

Sostatt má kommunan rinda slakar 600.000 krónur úr sínum egna kassa, og tað vil bygdaráðið ikki.

Eftir ætlanini skal Hovs Kommuna rinda góðar 1,4 milliónir krónur til eldraøkið næsta ár, men kommunan fær bara góða 1,1 milliónir í endurgjaldi úr landskassanum, ella góðar 300.000 krónur minni.

Men eisini bygdaráðið í Hovi hevur samtykt, at tey rinda ikki meiri til eldraøkið í oynni enn tað, tey fáa í endurgjaldi úr landskassanum.

Longu her manglar sostatt ein sløk millión í fyri at sleppa undan sparingum í eldraøkinum næsta ár.

Tann kommunan, sum verður nógv harðast rakt, er Sumbiar kommuna, tí hon skal rinda góðar 4,6 milliónir til eldraøkið næsta ár, og tað eru heilar 820.000 krónur minni enn kommunan fær í endurgjaldi úr landskassanum.

Sumbiar Bygdaráð hevur ikki tikið støðu til málið, men Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri, ásannar í Sosialinum í dag, at tað sær ikki gott út.

Hinvegin ivast hann í um tað yvirhøvur ber til at seta sparingar í verk á eldraøkinum og tí væntar hann, at kommunan hevur ikki annað val enn at rinda. Men tað fer so at merkjast aðrastaðni.  

Vágs kommuna skal rinda slakar 17,6 milliónir til eldraøkið næsta ár, og tað eru góðar 804.000 krónur meiri enn gjaldið úr landskassanum er.

Men Sosialurin skrivar, at á býráðsfundi í mánakvøldið kvøldið samtykti Vágs býráð at taka undir við fíggjarætlanini fyri eldraøkið, hóast tað merkir, at kommunan skal rinda yvir 800.000 meiri enn gjaldið úr landskassanum verður.

Vágs býráð vil fegin gjalda tær 800.000 krónurnar meiri enn tað, kommunan væntandi fær frá Landinum til eldraøki, tí tey halda ikki, at tað sømir seg at seta sparingar í verk á hesum øki, er býráðslimir í Vági samdir um.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, er eisini formaður í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu, og hann sigur, at borgarstjórarnir í teimum kommunum, sum ikki vilja rinda sín part av eldraøkinum, mugu eisini sjálvir koma við uppskotum um, hvørjar sparingar skulu setast í verk.

Og tað fer at fáa avleiðingar fyri tey eldru, tí nógv tann størsti parturin av útreiðslunum eru beinleiðis lønir til røktarstarvsfólk og heilsustarvsfólk á økinum.

Í Sosialinum í dag hava vit nógv meiri um støðuna í eldraøkinum í kommununum. har er eisini ein uppgerð yvir, hvussu nógv, hvør kommuna skal rinda til eldraøkið, og hvussu nógv tær fáa í endurgjaldið úr landskassanum