Øll skulu hava somu rættindi

– Við at mæla til lógarbroytingina, sum verður lagað til føroysk viðurskifti, vilja vit, at øll menniskju skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum. Tí skal minnilutabólkum verða tryggjað javnbjóðis rætt til at velja sær lívsmaka, skrivaðu tey trý í viðmerkingum til uppskotið

Eirikur Lindenskov

Í noveber í fjør løgdu Bjørt Samuelsen, tingkvinna úr Tjóðveldi, Rigmor Dam, tingkvinna úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen, formaður í Framsókn, fram á ting uppskot um, at samkynd skulu kunna vígast borgarliga.
Hetta mál fekk drúgva umrøðu. Talan var ikki um eitt einfalt lógaruppskot, tí at talan var um eitt ríkislógartilmæli, sum bæði skal samtykkjast í løgtinginum og møguliga eisini í fólkatinginum. Tað hevði verið, um danska løgmálaráðið helt tað hava so stóra broyting við sær, at tað ikki var nóg mikið við eini avgerð í danska løgmálaráðnum.
Sambært teimum trimum tingfólkunum, so var endamálið við uppskotinum at gera tað møguligt hjá samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnalag.
– Við at mæla til lógarbroytingina, sum verður lagað til føroysk viðurskifti, vilja vit, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum. Tí skal minnilutabólkum verða tryggjað javnbjóðis rætt til at velja sær lívsmaka, skrivaðu tey trý í viðmerkingum til uppskotið.
Tey vístu eisini á, at vit við hesum kundu fáa eina tíðarhóskandi lóggávu, sum tey hildu vera í samsvari við hugburðin hjá størsta partinum av fólkinum í føroyska samfelagnum.
– Í fleiri ár hava vit kjakast um at loyva samkyndum at ganga saman í hjúnalag. Kortini hava vit ikki gjørt nakra broyting í lóggávuni, sum tískil ikki endurspeglar hugburðin í samfelagnum, søgdu tey.
Tey vístu so á, at sambært galdandi lóg er bert loyvt hinskyndum møguleikan at ganga saman í hjúnalag.
– Hendan avmarking er ótíðarhóskandi og ikki sømilig fyri eitt framkomið samfelag sum tað føroyska, hildu tey.
Síðani vístu tey á, hvussu grannalondini støðugt hava broytt lóggávuna á hesum øki.
– Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Svøríki hava, eins og mong onnur evropisk lond, sett í gildi antin fullkomna ella nærum fullkomna javnstøðu millum samkynd og hinskynd, hvat hjúnabandslóggávuni viðvíkir. Í hesum londum kunnu pør av sama kyni ganga saman í hjúnalag við somu rættarligu avleiðingum, sum pør av hvør sínum kyni, søgdu tey í viðmerkingunum.
Tey vístu á, at í summum øðrum londum er lóggávan ikki eins víðfevnd, eitt nú í Finnlandi, Bretlandi, Kekkia og Týsklandi. Í hesum londum ber tó til at ganga saman í skrásett parlag.
– Samanumtikið kann sigast, at eitt vaksandi medvit og støðugar broytingar í samfeløgunum gjørdu, at lógarkarmarnir vóru vorðnir ov trongir, søgdu tey og vístu á, at eitt nú í Danmark var neyðugt at umskipa løgfrøðiliga bygnaðin á hesum økinum.
Hetta var gjørt fyrst við lóg nr. 372 frá 7. juni 1989 um skrásett parlag, ið bar í sær, at rættarligu avleiðingarnar av einum skrásettum parlagi í stóran mun kundu javnsetast við rættarligu avleiðingarnar, tá hinskynd pør gingu saman í hjúnalag. Síðani er lóggávan í Danmark ment og broytt. Við lóg nr. 532 frá 12. juni 2012 um broyting av lóg um ”ægteskabs indgåelse og opløsning, lov om ægteskabets retsvirkninger og om ophævelse af lov om registreret partnerskab” varð lógin um skrásett parlag tikin av, og hjúnabandslógin broytt soleiðis, at tað gjørdist møguligt hjá samkyndum at ganga saman í hjúnalag.
Tey trý mæltu tí til, at tað í hjúnabandslóggávuni í Føroyum skuldi verða staðfest, at lógin ásetir, at borgarligt hjúnalag er galdandi fyri tveir persónar av ymiskum eins og av sama kyni.
– Broytingarnar í lóggávuni fevna ikki um rættin hjá samkyndum at verða vígd í kirkju ella samkomum í Føroyum. Hetta eiga kirkjan og ymsu trúarsamfeløgini sjálvi at taka støðu til, løgdu tey dent á.
Uppskotið fall við aðru viðgerð í løgtinginum 13. mars í ár.