Harald Hammer 70 ár

Í dag, fríggjadagin 21. oktober, verður Harald Hammer í Syðru­gøtu 70 ár.
Nú er hann virkin pen­sion­istur, sum er nógv í egn­ing­arskúrðunum í Leirvík, og sum annars dámar væl at flóta og at vera uttandura.
Haraldur varð í 1966 settur í starv sum lærari í Gøtu skúla, og har var hann alt sítt ar­beiðs­lív.
Harald er ættaður av Tvør­oyri. Hann er sonur Hannefíu og Mikkjal Hammer. Pápin var av Tvøroyri, og mamman úr Sørvági.
Kríggið leikaði á, tá Harald sá dagsins ljós. Hesa tíðina sóust týsk flogfør so at siga dagliga á okkara leiðum. Ein dagin fórust grannahúsini – tey hjá Dala-Mikkjali – heilt illa av bumbuálopi. Húsini hjá Hannefíu og Mikkjali vórðu eisini skadd. Hon slapp akkurát av húsinum við tí ný­fødda, áðrenn bumban rakti.
Eftir hetta fluttu Hannefía og Mikkjal til Vágs, har tey hildu til í Tippinum. Tá kríggið var liðugt, fóru tey norður aftur.
Harald er elstur av fimm systkjum. Hini eru Juilius, sum búði í Hvalba og ikki er millum okkara meiri, Jóhannes, sum býr í Danmark, Terji, sum býr á Tvøroyri, og Eydna, sum býr í Havnini.
Hinir brøðurnir vóru skips­menn, men hjá Haraldi stóð hugurin til bókina, og hann leyk prógv á Føroya Lær­ara­skúla í 1966. Sum ný­klækt­ur lærari fór Harald til Mykinesar at vera lærari í eitt ár. Harald tosar um hetta árið sum nakað serligt. Tað vóru stundir at lesa, og tað var góður lívsførningur at síggja og vera uppií bygdarlívinum, ikki minst tá tað ráddi um innløgu.
Harald fann sær konu í Fuglafirði. Sonja, sum er fødd Poulsen, og tey eiga trý børn: Jóna, sum er fødd í 1968, býr í Fuglafirði, Jonhard, sum er føddur í 1971, býr í Gøtu, og Meiken, sum er fødd í 1975, býr í Svendborg.
Harald hevur altíð verið bitin av ítróttini, og hann hev­ur eisini verið virkin – bæði sum íðkandi og í nevnd­ar­arbeiði. Áðrenn hann kom til Gøtu hevði hann spælt fótbólt og hondbólt og róð kapp á Tvøroyri og í Havnini, har hann var Neista maður.
Gøtumenn royndu seg fyrstu ferð í fótbólti stutt eftir, at fótbóltsvøllurin var komin, og Harald spældi við. Millum liðfelagarnar kunnu nevnast Jákup Jacobsen, Símun Konoy, Líggjas Hansen, Ólavur á Toft­ini, Jóannes Gøthe og John Pet­er­sen, sum tá arbeiddi á Skála.
Í Gøtu kom Harald Hamm­­er beinanvegin upp í nevnd­ar­arbeiðið. Hann var limur í nevndini fyri GÍ frá 1967 og fram til 1985, og hann var formaður frá 1974 og fram til 1979. Hetta síðsta árið var tað, at GÍ vann 2. deild og flutti upp í fremstu røð, har teir hava verið síðani. Harald stóð í fleiri ár sum umboðsmaður fyri fót­bóltin og hondbóltin í Gøtu.
Nakað eftir at hann fór úr GÍ nevndini, fór Harald at hjálpa til í borðtennis. Eftir at oyggjaleikirnir høvdu verið í Føroyum í 1989, gjørdist hann nevndarlimur í Borðtennissambandinum, og har var hann inntil í 1997.
Harald er framvegis áhugaður í ítrótti og fylgir væl við. Tá ið Víkingur spælir, sær hann teir flestu Vodafon dystirnar. Líka gott sum lagið er, tá Víkingur vinnur, líka keddur er hann, tá liðið tapir.
Hann og Sonja eiga seks barnabørn, og tey verður nógv tíð brúkt uppá.