Vit vilja vera eitt portur hjá ST

Dagurin í dag er av heimssamfelagnum kosin at vera ST-dagur, har kunnað verður um, hvat Sameindu Tjóðir, er, hví ST varð stovnað, og hvat endamálið við felagsskapinum er.
<DPTAB>    Í apríl í ár varð føroyska ST-felagið stovnað. Felagið hevur eina fýramannanevnd, og formaður í áhugafelagnum er Justin Philbrow á Toftum.
<DPTAB>    Í kvøld verður kunnað um ST í býráðshøllini í Runavík

ST-dagur

Í dag, 24. oktober, verður aðalfundur hjá Sameindu Tjóðum, og samstundis fer felagsskapurin, sum varð stovnaður eftir krígslok í 1945, undir sítt 58. arbeiðsár. Dagurin verður hátíðarhildin á ymiskan hátt kring um heimin, og bæði í Geneve og í New York verða standmyndir avdúkaðar, ið heiðra ST-fólk, sum hava latið lív í friðartænastu.
Eisini í Føroyum verður dagurin hátíðarhildin.

Prát og hugni

Í apríl í ár varð føroyska ST-felagið stovnað í Havn, og formaður í áhugavelagnum er Justin Philbrow á Toftum. Felagið, sum er óheft politiskt, hevur eina fýramannanevnd við fólkum úr ymiskum heraðshornum í landinum. Hesi hava átikið sær at kunna um fjølbroytta virksemið hjá ST sum felagsskapi ? hvat ST er, hví felagsskapurin varð stovnaður, og hvat hann fæst við.
- Í Føroyum verður dagurin eisini hildin. Fólk, sum hava verið við á friðarveitandi herliðnum hjá ST og annars luttikið í ST-arbeiði, fara í kvøld at hittast til prát og hugna. Hetta hevur verið gjørt í fleiri ár, og soleiðis verður eisini í ár.
Justin sigur, at hendan løtan, sum plagar at verða hildin í Mjørkadali, er ikki almenn.

Alment í Saltangará

Í býráðshøllini í Saltangará verður dagurin eisini hildin, og hetta tiltak er tað fyrsta almenna tiltakið, sum føroyska ST-felagið skipar fyri.
- Í kvøld klokkan 20 verður almennur fundur, har fólk hava høvi at hoyra um Sameindu Tjóðir. Fyrilestur verður hildin, og síðan verður óformligt kjak um ST.
Justin sigur, at føroyska ST-felagið eisini hevur heitt á fjølmiðlar og skúlar í Føroyum um at gera nakað burtur úr degnum.
- Vit vilja fegin, at føroyingar verða kunnaðir um virksemi hjá ST kring um heimin. Uppgávan hjá ST fevnir um mong økir, har friðarvarðveitandi parturin er tann, vit hoyra mest um. Men ST hevur so nógvar aðrar uppgávur, og ein týðandi partur er hjálpararbeiði av ymiskum slag, sigur hann.

Eitt portur

Justin sigur, at føroyska ST-felagið hevur sama endamál, sum onnur áhugafeløg í londunum kring um heimin, og føroyska felagið arbeiðir við at gera limir í altjóða áhugafelagsskapinum.
- Í flestu londum, sum eru limir í ST, eru eisini áhugafeløg, ið sum so eru óheft av ST. Hesi feløg hava til uppgávu at kunna fólk um virksemið hjá Sameindum Tjóðum.
Spurdur, um hesi áhugafeløg serliga eru í londum, sum ikki eru limir í ST, sigur Justin, at so er ikki.
- Hesi feløg eru serliga í teimum londum, sum hava ST limaskap.
Hann sigur, at hóast Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í ST, er uppgávan hjá áhugafelagnum ikki minni.
- Vit vilja fegin vera ein portalur ella eitt portur hjá ST ? á tann hátt, at vit vilja upplýsa um felagsskapin í Føroyum og fáa fólk at skilja, hví ST er við í teimum tiltøkum, sum felagsskapurin nú einaferð luttekur í.
Justin vísir á, at danska ST-áhugafelagið eitt nú ger nógv burtur úr at upplýsa í skúlum og gera tilfar til undirvísing.

Føroyar eru við

Formaðurin í føroyska ST-felagnum sigur, at føroyingar partvís eru við í ymiskum ST-arbeiði, eitt nú í hertænastu, løgreglutænastu og í nevndum, sum á ymiskan hátt arbeiða undir ST.
- Men reint politiskt hava vit ikki nakað sjálvstøðugt tilknýti til ST, sigur hann.
Justin leggur dent, at føroyska ST-felagið er óheft politiskt, og tí hevur felagið ikki sum endamál, at Føroyar gerast sjálvstøðugir limir í ST.
- Vit vilja fegin hava áhugafelagið so breitt sum møguligt, tí á tann hátt meta vit, at føroyska ST-felagið best tænir sínum endamáli, sigur Justin Philbrow.