dámar. Eftir mínum tykki liva hinskynd og samkynd tvey javnfjar lív við passaligari frástøðu, og síggja og skilja tessvegna ikki hvønn annan. Hetta er áhugavert, og hesin leikur ger kanska sítt til, at fólk [...] Munur er á monnum. Aldurin á leiklutunum er úr 20 og upp í 60 ár! Hin yngsti er vónríkur, opinskáraður og ósmæðin, meðan hin elsti er innanhokin, trútin og so at siga steinrunnin í tilveruni sum »ógrøðiligur [...] upptøkur eftir risastórum filmsskíggja, og ljós og ljóð eru eisini týdningarmiklir partar av framførsluni. Listagreinirnar í einmansleikinum eru tískil mangar og fjølbroyttar. Her er sjónbandalist, leiklist
eru tað politikararnir og landsstýrini, sum hava umsitið Vaktar-og Bjargingartænastuna tey seinastu árini. Teir hava fleiri ferðir ?selt skinnið áðrenn bjørnin er skotin?. Fyrst seldu teir ÓLAV HALGA fyri [...] NÓLSOYAR PÁLL, sum ongantíð fekk loyvið til at sigla. Síðani vórðu fyrst NIM og so GORM leigaðir - hvørgin teirra egnaður til endamálið - og at enda varð GORM sendur av landinum áðrenn viðurskiftini við BRIMLI [...] part í hesum máli og at teirra harraboðum skulu øll rætta seg eftir. Landsstýrið hevur goldið kvarta mill. kr. fyri at fólk kundu ferðast til Noregs at vera við til at doypa BRIMIL og løgtingið hevur játtað
buksum og hettu og hvítum kitli, fettir sær á, lyftir smáu brillurnar longri upp á nasaryggin og hugsar við fullari ferð. Hann veit, at Propofolið hevur eina helvtartíð, sum bara er átta minuttir, og at [...] at mala fyri tær, eru boðini hann fær. Og ein gamal vestmenningur, sum var áhaldsin og hevur brákað høgra herðablað, fær fatl og ávísing um 1 gramm av panodili og 600 milligramm av Brufeni sum pínulinna [...] sprænir evnini inn í æðrarnar. Og kvinnan er burtur alt fyri eitt. Beinanvegin verður ein blá plastikkverja stungin í munnin á sjúklinginum, so hann ikki bítur seg í vørr og tungu. Og so verða elektrodurnar settar
Base og Laid Back, stórum rokknøvnum sum Kashmir og Mew, gomlum klassikarum sum Willie Nelson og Cliff Richard og føroyskum nøvnum sum Anniku Hoydal, Frændur og Makrel) hevur miksað og mastrað, og plátufelagið [...] luttikið í bæði Prix Føroyum og Global Battle of The Bands. Tónleikurin hevur mestan íblástur frá 70unum og fyrst í 80unum. Frá bólkum sum Whitesnake, Deep Purple, Led Zeppelin og Uriah Heep. Afturat teimum [...] orgul, Kim Hansen á kór og klaver og Terja Rasmussen á tamburin. Upptøka og framleiðsla Fløgan er tikin upp av Eager To Please saman við Jón Mc Birnie í Skýrák Studios í Havn og Terja Rasmussen í Studio
frá »Discotheque« og »Lemon« - og kanska ein feril av Primal Scream og Nirvana eisini? Ja, tað er sum heitið sigur tað, ein upplyftur sangur. Kanska tað nærmasta vit koma tí intensa og hálv-larmandi ro [...] Honey« hetta er elegant og akustiskt; feitur elbassur og ein klárur farri av Rolling Stones uppá tað besta...og prógvar fyri tað fyrsta, at U2 duga at rokka við kassaguitarum, og at teir eisini hava lurtað [...] funnið. Veitst tú nakað? Ja fyrst skuldi hann ikki vera við og so aftur og fram. Men endin varð at hann bert finst á ljóðsporinum til Wim Wenders-filmin »Million Dollar Hotel« og kom slettis ikki við á hesa
aran, Boubacar Sanogo leysan, og hann sveik ikki álitið. Sami Sanogo legði ivorianar á odda 2-1, aftaná at hann og liðfelagarnir høvdu spælt ghanesisku verjuna sundur og saman. Hetta hendi í 32. minutti [...] fyri sættu ferð og eru nú meistarar aðru ferð á rað. Egyptaland hevur einaferð áður vunnið afrikanska meistaraskapið tvær ferðir á rað. Teir vunnu fyrstu kappingina, sum var hildin í 1957 og tí næstu, sum [...] 77 minutti eydnaðist tað Zidan at trýsta Rigobert Song hjá Kamerun at fyrst gera eitt mistak, síðani at krøkja bóltin av honum og servera bóltin elegant fyri Mohamed Aboutrika, sum hamraði bóltin í kamerunska
um hesi ikki hava staðið fremst, sum prýði í bløðum og sjónvarpi. Eitt av hesum stórmálum, sum hesi leggja eftir seg, er ókeypis bussleiðin, sum byggir á veruligt samhaldsfesti og ikki minnst gott umhvørvisligt [...] Ein skipan, sum hevur vakt ans langt út um landoddarnar og kann gerast fyrimynd hjá øðrum. Treyðugt so kunnu og skulu ábøtur gerast á skipanina og við núverandi hugsunarhátti hjá meirlutanum í býráðnum [...] verður hesi góðu skipan lív lagað, eins og kommunan sum heild verður í góðum hondum. So Tove og onnur: komið tit eisini við í hendan samhaldsfasta »bussin« og verð við til at menna hendan enn meira, ikki
fingið framúr góða móttøku um allan heim og sum vera man nógvar virðislønir, m.a. fremst ensku bókmentavirðislønirnar The Carnegie Medal, The Guardian Award og The Whitebread Book of the Year 2001. Um [...] »Spenningur, óvissa og vandi á øllum síðum og ein ógvuslig søgugongd, eg fekk ikki lagt bókina frá mær. Hon verður avgjørt ein klassikari. »Tann tvíeggjaði knívurin« er 324 bls. og kostar 240 kr. í bókabúðunum [...] er tað rektarin, sum gevur Lyru gyltu kumpassina, men hví má hon onki siga fyri vøkru og hugtakandi frú Coulter? Og hvørjir eru teir ræðuligu gloypararnir, ið stjala børn í Oxford? Í næstu bókini hevur
við nýtslu av fjøðlmiðlunum og politiskum ágangi royndi at kroysta ígjøgnum ultimativ eginkrøv. Flest allar deildir og virkisøki á LS kenna, at teimum væntar starvsfólk og ábøtur, hvat leiðslan hevur verið [...] afelagnum á Landssjúkrahúsinum. Hetta er grundleggjandi skeiv fatan. Sjúkrarøktarstjórin er fyrst og fremst leiðari í eini trímannaleiðslu við sjúkrarøktarfakligum innliti, somuleiðis sum læknastjórin [...] játtanina, og hóast skjalprógvan og tøl at vísa á tørvin fyri meirjáttan innan mítt virkisøki, vann hetta ongar sømdir, meðan B6 við størstu vanvirðing fyri galdandi mannagongdum, viðtøkum og leiðsluskipanum
Svenn, og tað rann saman tónleikaliga teirra millum. Á hesi útgávu spæla teir saman og David einsamallur. Nøkur av løgunum eru klassikarar innan amerikanskan blues- og countrytónleik. Svenn og Hermann [...] upp í Revagarðinum og Hermann vaks upp í Sverrisgøtu. Teir báðir kendust frá barnsbeini, tí Hermann og familjan búðu undir somu lon sum Herluf og Masa. Masa var ommusystur Hermans, og Herluf var pápabeiggi [...] Svenn og Hermann vera kendir frá V4, har teir spældu við á eini 100 táttum og vísum. Teir riggaðu ógvuliga væl saman tónleikaliga, Svenn við sínum góða gittara, og Hermann við síni góðu rødd, og hetta