»Trygdin í vanda «, sigur landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum í leygardagssosialinum.
At fiskimálaráharrin nú fer at tosa um trygd, tí eitt skip fyri 100 mill. kr. liggur í Noregi, tykist
Maskinmeistarafelagnum heldur løgið. Felagið hevur í fleiri ár strongt á, at tey lógarkravdu førleikakrøvini á sjónum vórðu hildin av myndugleikunum, soleiðis at trygdin varð sett í hásæti, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás.
Vit hava tíverri nógv dømi um, at myndugleikin er skjótur at slaka í sínum egnu lógarásettu krøvum, hóðast Maskinmeistarafelagið hevur mælt frá, júst við atliti at trygdini hjá manning og skipum.
Fiskimálaráharrin umsitur hesi málsøkið eisini, men tað hevur kanska ikki so stóran áhuga, tí tað fer eisini at raka reiðararnar.
Spæla við trygdini
Um nakar hevur spælt við trygdini hjá sjófólki, eru tað politikararnir og landsstýrini, sum hava umsitið Vaktar-og Bjargingartænastuna tey seinastu árini.
Teir hava fleiri ferðir ?selt skinnið áðrenn bjørnin er skotin?. Fyrst seldu teir ÓLAV HALGA fyri spottprís uttan at hava annað skip klárt. Harnæst keyptu teir NÓLSOYAR PÁLL, sum ongantíð fekk loyvið til at sigla. Síðani vórðu fyrst NIM og so GORM leigaðir - hvørgin teirra egnaður til endamálið - og at enda varð GORM sendur av landinum áðrenn viðurskiftini við BRIMLI vóru komin uppá pláss.
At ein landstýrismaður síðani fer at geva fakfeløgunum skuldini fyri væntandi trygd, tí at tey ikki vilja góðtaka hvat sum helst frá Fíggjarmálastýrinum, er heilt burturvið.
Tað sær út til, at Landsstýrið heldur seg vera einaráðandi part í hesum máli og at teirra harraboðum skulu øll rætta seg eftir.
Landsstýrið hevur goldið kvarta mill. kr. fyri at fólk kundu ferðast til Noregs at vera við til at doypa BRIMIL og løgtingið hevur játtað hálva mill. kr. fyri at sjómansskúlanæmingar kundu fáa siglingstíð við øðrum skipi, so tað sær ikki út til, at tað er peningamangul hjá Landsstýrinum.
BRIMIL ? jólatrøll ella nýggjur Nólsoyar Páll ?
Fagfeløgini hava fullan rætt til at nokta limum sínum at sigla við BRIMLI so leingi eingin sáttmáli er. At siga, at fakfeløgini seta seg upp ímóti landsins myndugleikum er eisini heilt burturvið, tí okkum vitandi er demokratiið framvegis galdandi í Føroyum.
Um BRIMIL verður jólatrøll ella ein nýggjur NÓLSOYAR PÁLL kann bert tíðin vísa.
Tórshavn, 07.11.2000
Vegna Maskinmeistarafelagið
Finnleif Guttesen
formaður