»Tann tvíeggjaði knívurin«

TÍÐINDASKRIV

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út bókina »Tann tvíeggjaði knívurin« eftir Philip Pullman. Hjalmar Petersen hevur týtt úr ensk-um.
»Tann tvíeggjaði knívurin« er onnur bókin av trimum í røðini undir felagsheitinum »Myrkursins frumevni«. Fyrsta bókin »Norðlýsi« kom út í februar í fjør. Tann triðja og seinasta, ið eitur »Ravkikarin« kemur væntandi seinin í hesum árinum.
Søgan byrjar, tá ið Lyra sníkir seg inn á harrastovuna á Oxford universitetinum. Fjald aftan fyri lenistólin sær hon rektaran hella eitur í vínið hjá Asriel lordi, pápabeiggja sínum. Lyra trýr valla sínum egnu eygum. Hví ætlar rektarin at drepa pápabeiggjan? Man tað hava nakað samband við loyndarfullu ferðir hansara til Arktis? Tó er tað rektarin, sum gevur Lyru gyltu kumpassina, men hví má hon onki siga fyri vøkru og hugtakandi frú Coulter? Og hvørjir eru teir ræðuligu gloypararnir, ið stjala børn í Oxford? Í næstu bókini hevur tólv ára gamli Will dripið ein mann. Púra einsamallur í verðini ætlar hann at finna sannleikan um, hví pápin hvarv. Hann fer ígjøgnum eitt vindeyga og kemur í ein annan heim. Her hittir hann Lyru, og saman fara tey upp í tornið Torre degli Angeli, har ein gripur liggur fjaldur, sum fólk vilja drepa fyri at fáa hendur á. Hesin lutur skal vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri lagnuna hjá øllum mannabørnum.
Bøkurnar hava fingið framúr góða móttøku um allan heim og sum vera man nógvar virðislønir, m.a. fremst ensku bókmentavirðislønirnar The Carnegie Medal, The Guardian Award og The Whitebread Book of the Year 2001. Um »Tvíeggjaða knívin« skrivar ummælarin í The Young Telegraph: »Spenningur, óvissa og vandi á øllum síðum og ein ógvuslig søgugongd, eg fekk ikki lagt bókina frá mær. Hon verður avgjørt ein klassikari.
»Tann tvíeggjaði knívurin« er 324 bls. og kostar 240 kr. í bókabúðunum.