»There's No Pleasin' Some People«

Eager To Please avdúking:

Bólkurin Eager To Please telur fimm mans, ið allir hava verið nógv virknir á føroyska tónleikapallinum millum ár og dag. Nú geva teir fyrstu fløguna út, »There's No Pleasin' Some People«. Her avdúka vit alt rundanum útgávuna umframt húsan, ið er málaður av Ragnar Simonsen Østerø

 

 

Hvat og hvør?

Eager To Please eru Dagfinn Joensen á vokal og gittara, Høgni Fagraberg á gittara (síðani Bjarti Dalheim flutti til Danmarkar), Heri Reynheim á bass gittara, og Rani H. Christiansen á trummur. Síðani teir slógu seg saman í 2005, hava teir luttikið í bæði Prix Føroyum og Global Battle of The Bands.

Tónleikurin hevur mestan íblástur frá 70unum og fyrst í 80unum. Frá bólkum sum Whitesnake, Deep Purple, Led Zeppelin og Uriah Heep.

Afturat teimum fimm væl samanskrúvaðu monnunum í bólkinum, hava teir til fløguna fingið Jóhan Petur Andreassen við á hammond orgul, Kim Hansen á kór og klaver og Terja Rasmussen á tamburin.

 

Upptøka og framleiðsla

Fløgan er tikin upp av Eager To Please saman við Jón Mc Birnie í Skýrák Studios í Havn og Terja Rasmussen í Studio Oyravox í Nólsoy. Flemming Hansson frá Sweep Studios í Keypmannahavn (ið m.a eisini hevur arbeitt saman við kultarunum Ace of Base og Laid Back, stórum rokknøvnum sum Kashmir og Mew, gomlum klassikarum sum Willie Nelson og Cliff Richard og føroyskum nøvnum sum Anniku Hoydal, Frændur og Makrel) hevur miksað og mastrað, og plátufelagið Tutl gevur fløguna út.

Málningarnir í húsanum eru málaðir av Ragnar Simonsen Øster, og pressumyndir annars eru tiknar av Høgna Heinesen og Bárður Eklund. Høgni Egholm Magnussen stendur fyri grafiskari sniðgeving.

 

Komandi gigg

Eager To Please hava heili níggju framførslur á skránni komandi mánaðarnar. Eitt nú í Mentanarhúsinum, Rex og Café Natúr, men ikki minst eisini tann 10. mai, tá teir eru bidnir at hita upp fyri skotsku rokklegendurnar Nazareth í høllini á Nabb.

Hoyr tónleikin hjá Eager To Please á myspace.com/egr2plz

 

»There's No Pleasin' Some People«

1. Two Timin´ Lady

2. Eager To Please

3. Broken

4. Put Your Money Where Your Mouth Is!

5. Give a Little Lovin'

6. Still Need Your Love

7. The Bitch is in Heat

8. Burn in Hell