at ganga í hesum skúlanum, sigur hann avgjørdur. Men so kemur eisini orsøkin til hetta avgjørda svarið: - Eg kenni jú ikki til nakran annan skúla. Honum dámar væl skúlan og skúlagongdina. Men tað er kortini [...] eisini. Men tey skilja meg ikki ordiliga. - Tí, - eitt stykki í bókini er bara ikki eitt stykki. Skal eg rokna eitt stykki, so er tað sum at hava 50 ting í høvdinum ísenn. Og eg klári altso bara eitt ísenn [...] er ikki lætt at finna hann, um tú ikki beinleiðis veit, hvar hann er. Hann líkist meiri eini vanligum sethúsum við einum stórum garði og hegni uttanum. Og tá tú fert innar í skúlan er heldur ikki mangt
ber til at lesa alla røðuna. Góða Andrea So kom dagurin tá tygum, Andrea hava rokkið teimum 100 árunum. Ikki hissini at náa so høgum aldri. Og eg má siga, at tað er mær ein sera stórur heiður, og eg gleðist [...] vegnum at vitja familjuna í Norðragøtu. Sum longu nevnt er tygum røsk til handverk, ikki minst at binda, og serliga eru tað børnini og ommubørn, sum hava fingið gleðina við hesum pløggum. Men eisini prestur [...] lagt eftir til okkara, ið nú skulu føra arvin víðari fram. Høvdu vit í Føroyum ikki havt átt slíkar slóðbrótandi kvinnur, vóru vit nógv fátækari í dag, bæði andaliga og handaliga. At enda fari eg at ynskja
tíð, har vit koma í jólahýr. Ein tíð, har vit hugna okkum saman. Ein tíð, sum børnini gleða seg serliga nóg til.
Børnini gleða seg, og tað gera vit vaksnu eisini, tí vit kenna ein serligan fløva, tá [...] fyrireikingum til jólini hugsa vit altíð um familjuna. Tann vakri og hugnaligi miðbýurin er úrslit av arbeiði, sum er lagt væl til rættis. Hetta er samstarv, ídni og dugnasemi. Tað fari eg at veita øllum [...] n Sámal Joensen Mikines tók til, ein "ónd tíð" við fátækt, nógvum vanlukkum á havinum og tuberklum. Jólatræið á Vaglinum kveikti gleði og vón. Tí vendu fólk sær eisini til býráðið, og almennar áheitanir
vekk”. Eg mannaði meg upp og spurdi: ”Er tað krabbamein?” ”Ja”, segði læknin. Eg var einsamøll til viðtaluna, tí eg visti ikki, at eg fekk boðini tann dagin. Eg koyrdi sjálv heim og bíðaði, til Kári og [...] og børnini komu heim frá ítrótti. Bað síðan Kára koma og keypa, so eg kundi siga honum boðini. Tað, sum eg ikki visti av sjálv, var, at eg segði ikki orðið ”krabbamein” fyri Kára, men eg segði ”ondartaður [...] “Er tað krabbamein?” Eg fann ein knykil í bróstinum mitt í januar 2016 og fór sama dag til lækna. Veit ikki, hví eg gjørdi so skjótt av, men eg hevði varhugan av, at hetta møguliga ikki bara var ein óskyldigur
skal ikki so øgiliga nógv til fyri at skapa røttu karmarnar, meðan tað kann vera torført í einari ítróttarhøll. Poul Jákup greiðir frá, at tá tey komu til Runavíkar, var alt so gott sum klárt til sjálva [...] heiminum til dømis symfoniorkestrinum í Santa Pætursborg. Hann loyvdi nøkrum av børnunum at stjórna symfoniorkestrinum, og tað hildu børnini vera sera stuttligt. ? Tað ráddi um at fáa børnini at luttaka [...] teimum, ið kanska ikki dáma so væl tann tunga klassiska tónleikin, at Føroya Symfoniorkestur er annað enn bara tað, staðfestir Poul Jákup og leggur afturat, at tað letur til, at børnini eisini kunnu síggja
mjólk. Eg minnist ein nýggjársmorgun – tað var kalt, kavi og hált – eg fór vestur eftir mjólk. Tá ið eg rann oman Heyggin, har Ragnvald býr í dag, gleið eg og misti spannina, so hon hvølvdist. Eg so vestur [...] Tað fyrsta, eg minnist, høvdu vit torv í Góðadali.Eg man hava verið nakað lítil tá, tí einaferð minnist eg , at pápi bar meg í leypi tann síðsta teinin niðan á Háls, og eg minnist eisini, at eg sá eina haru [...] vestur aftur til fastur og kærdi mína neyð, og hon gav mær eitt sindur av mjólk, og glaður var eg, tí eg kundi ikki koma aftur við ongari mjólk. Við kúgv í húsunum og fitt av seyði, høvdu vit nógv at hoyggja
tað er umráðandi, at tað eisini verður skrivað til tey børnini, sum dáma at hugsa, tosa um og greina tað, tey hava lisið. Tað er umráðandi, at hesi børnini eisini fáa ymsikt áhugavert, hugfangandi og viðkomandi [...] talgildari tíð, so haldi eg ikki, at vit skulu undirmeta bókina. Hon er sum lívið. Uttan aldursmark. Undirhaldandi og nemandi, sigur Steintór Rasmussen. - Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so kallast [...] umboðaðir á lægru førleikastigunum. - Tíverri undra vánaligu úrslitini í Pisakanningin meg ikki. Hóast undantøk eru, so havi eg leingi havt tann keðiliga varhuga, at føroysk skúlabørn vita og lesa í minna lagi
harðari hond, so tað ikki verður ov strævið hjá okkum. Eg kundi tó ikki verið meiri ósamd! Ja, tað er nógv at minnast til, fara til, ordna og gera, men eg havi absolutt ikki hug til at vraka nakað. Tvørturímóti [...] alt at hanga saman. Onkuntíð renni eg kanska mestsum aftaná mær sjálvari, men hóast tað vildi eg ikki verið tað fyriuttan. Eg elski desembermánað við øllum resinum, og eg latið meg gleðiliga stressa eitt [...] harmar tað meg ofta, at eg ikki nái at fara til enn fleiri tiltøk. Tað er so deiligt, at vit einaferð árliga svinga okkum upp í eitt hægri gear. At vit dyrka hvønnannan og tað sosiala. Eg havi hug at spyrja:
tilknýti er til foreldrini, og hvussu menningin hjá okkum menniskjum er tengd at tilknýtinum vit hava fyrstu livitíðina. Tað er her evni til at skapa relatiónir til onnur menniskju, og evni til at regulera [...] eitt stórt frælsi í ikki at keypa ting, sum ikki gera teg glaða. Eg havi tað fínt við, at míni klæðir bara eru miðal-kul, sigur hon við einum skálkabrosi. – At hava kul klæði gevur ikki gleði. Tí peningur [...] longur ella brúka pening til nakað, sum ikki er rúm til í fíggjarætlanini. – Keypir ein okkara til dømis eina sodavatn, so má man konfronterast við 18 krónur. Tí hava vit púra vant okkum av við bráðkeyp
sjónleiki um pálmasunnudag og páskadag, og børnini sleppa at síggja film um Langa Fríggjadag. - Eg havi hoyrt um slíkar temadagar í Noreg. Men hetta havi eg sjálvur bygt upp yvir tveir mánaðir. Mann kann [...] Roknast kann við nógvum børnum til temadagarnar um páskir. 70 børn ganga í skúlabólkunum hjá barnagørðunum í Klaksvík, og børn úr 1.-3. flokki úr báðum skúlunum eru boðin við til tiltakið. [...] riggaði ótrúliga við børnunum. Yvirhøvur er jólahátíðin væl dekkað inn hjá okkum, men tað sama kann ikki sigast um páskahátíðina, sum er ein enn størri hátíð, greiðir Hanus Simonsen frá. Samstarvið við skúlarnar