Miriam bloggar: Er tað krabbamein?

Tað er ljósareyði oktober, og tað merkir, at kvinnur í hesum døgum varpa ljós á bróstkrabba. Ein bólkur av kvinnum, sum rópa seg Krabbakvinnurnar, blogga um, hvussu tað er at hava bróstkrabba. Ein teirra er Miriam Fossadalsá, sum hevur skrivað hendan bloggin. 

 

Miriam Fossadalsá, bróstkrabbamein í feb ´16, sum 39 ára gomul.

- “Er tað krabbamein?”

Eg fann ein knykil í bróstinum mitt í januar 2016 og fór sama dag til lækna. Veit ikki, hví eg gjørdi so skjótt av, men eg hevði varhugan av, at hetta møguliga ikki bara var ein óskyldigur knykil. Læknin tók meg í størsta álvara og sendi meg til mammografi.

Fekk tíð 3 vikur seinni, og 2 dagar eftir mammografi fekk eg boð um at koma til ultraljóð. Skanningin vísti, at har var nakað, og røntgenlæknin segði: ”Her er nakað, sum skal vekk”.

Eg mannaði meg upp og spurdi: ”Er tað krabbamein?”

 ”Ja”, segði læknin.

Eg var einsamøll til viðtaluna, tí eg visti ikki, at eg fekk boðini tann dagin. Eg koyrdi sjálv heim og bíðaði, til Kári og børnini komu heim frá ítrótti. Bað síðan Kára koma og keypa, so eg kundi siga honum boðini. Tað, sum eg ikki visti av sjálv, var, at eg segði ikki orðið ”krabbamein” fyri Kára, men eg segði ”ondartaður knykil”. Hann hevði ikki fatað tað sum krabbamein, men bara ein óskyldigur knútur, sum skuldi vekk. Ikki fyrr enn 3 vikur seinni, tá eg og Kári tosaðu við bróstaskurðlæknan Kristján Skúla á Skype, tá gekk tað upp fyri Kára, at talan var um bróstkrabba, og fekk hann tá ein skelk. Hann skilti ikki, at eg kundi sita so rólig og taka ímóti einari so álvarsligari staðfesting sum ”BRÓSTKRABBI”, men eg hevði jú vitað tað í 3 vikur:)

 

 

So týdningarmikið er tað at vera týðuligur, og ikki vera bangin at nevna orðið “krabbamein”.

At skula siga teimum nærmastu frá mínari støðu, var eitt tað strævnasta. Strævnast var at siga fyri børnunum Heina (12) og Jóhonnu (10), at mamma hevur fingið krabbamein.

Gloymi aldrin andlitsbráið á teimum, og gloymi aldrin fyrsta spurningin eg fekk frá dóttrini: ”Mamma, fert tú at doyggja?” Hvat svarar man so til tað? Eg segði, at tað ætlaði eg mær ikki, men tað kundi eg aldrin lova teimum, men læknarnir fóru at gera alt fyri, at eg skuldi blíva frísk, og at tað sá gott út.

Annars haldi eg, at tey tóku tað heilt pent, og tey høvdu sjálvi sagt tað fyri sínum vinum, so tað haldi eg var flott av teimum.  Eg havi roynt at borið boðini positivt, tí tað føldi eg, at boðini vóru hóast alt. Læknarnir hava allatíð lagt tað út sum, at hetta fóru vit at klára í felag, og tað valdi eg at trúgva uppá.