Umráðandi fyri tilknýti at børn ikki fara á stovn

– Tað var ræðandi at lesa um, hvussu umráðandi tilknýti er til foreldrini, og hvussu menningin hjá okkum menniskjum er tengd at tilknýtinum vit hava fyrstu livitíðina

Vicoria og Karstin Neshamar úr Klaksvík vóru ávikavist 19 og 22 ár, tá tey giftust. Stutt eftir fingu tey sonin Trygva, sum í dag er 18 mánaðir. Áðrenn tey fingu Trygva høvdu tey ætlanir um at flyta til Danmarkar, tí Victoria skuldi byrja at lesa til ljósmóður. Stutt eftir at Trygvi varð føddur, skrivaði Victoria - sum flest onnur foreldur - hann upp á bíðilista til vøggustovupláss í kommununi. Men sum tíðin leið, broyttist eitthvørt innan í henni. Hon greiðir frá, at hon hevði eina sterka kenslu av, at hetta als ikki var rætta avgerðin. Hon fór tí at lesa meir um tørv, tilknýti og menning hjá smábørnum og kom fram á fleiri kanningar, sum vísa á, at størsti tørvurin hjá smábørnum er tætt og trygt tilknýti foreldur síni, og at hetta tilknýti er ein tíðandi liður í sálarligu menningini hjá barninum.

– Tað var ræðandi at lesa um, hvussu umráðandi tilknýti er til foreldrini, og hvussu menningin hjá okkum menniskjum er tengd at tilknýtinum vit hava fyrstu livitíðina. Tað er her evni til at skapa relatiónir til onnur menniskju, og evni til at regulera okkum sjálvi og handfara kreppur verður ment. Eg helt, at tað var ræðandi at fara á kompromis við tað, sigur hon.

– Sálarfrøðingar siga, at tað kann hava stórar sálarligar avleiðingar fyri børnini, tá tey eru fleiri tímar á stovni dagin og harvið eisini mangla hetta grundleggjandi tilknýti, sigur Victoria Neshamar.  

Fíggjarligar raðfestinar
Unga parið setti seg síðani niður at hyggja gjølla at fíggjarstøðuni og leggja fíggjarætlan. Skuldu tey liva av eini inntøku og leggja pening til síðis, so tey kundu keypa bústað, so máttu tey broyta gamlar vanar og liva undir strangari teymum. Karstin arbeiðir í timburhandli og annaðhvørt vikuskifti í grillbar.

– Tíverri er einki gandabragd, ið ger eina slíka raðfesting nemmari. Tað er í roynd og veru eitt sindur gamalsligt, tí í høvuðsheitum snýr tað seg um at vera strangari við seg sjálva og minnast til, hvat málið er, sigur unga mamman, sum tó ikki var ovurnýtari, aðrenn stóru broytingina í fíggjarraðfestingini.

 Victoria hevði í longri tíð lisið nógv um minimalismu og royndi eisini at liva eftir ta sannføringini. Minimalisma er í stuttum ein raðfesting av tíðini heldur enn matriellum lutum og snýr seg um at minka um tað óneyðugu ovurnøgdina í tilveruni. 

– Tað er eitt stórt frælsi í ikki at keypa ting, sum ikki gera teg glaða. Eg havi tað fínt við, at míni klæðir bara eru miðal-kul, sigur hon við einum skálkabrosi.

– At hava kul klæði gevur ikki gleði. Tí peningur er tíð. Tá vit keypa okkurt kostnaðarmikið, so brúka vit tíð upp á tað. Vit halda, at vit brúka pengar, men vit rinda veruliga við tíð okkara. Tíð saman við børnunum, ommum og øðrum menniskjum, vit eru góð við. Hvussu kann eg rættvísgera tað, spyr hon.

Broytingin hevði við sær, at tey skrivaðu hvørja einastu útreiðslu niður, og gjørdu síðani broytingar, ið kravdust. Sum til dømis tað, at tey als ikki eta úti longur ella brúka pening til nakað, sum ikki er rúm til í fíggjarætlanini.

– Keypir ein okkara til dømis eina sodavatn, so má man konfronterast við 18 krónur. Tí hava vit púra vant okkum av við bráðkeyp av øllum slagi.  Einki eitur at líka keypa sær ein ís. So mugu vit baka eina kaku ístaðin, sigur hon sannførd.

Ein av teimum heilt stóru broytingunum, sum Victoria hevur sett í verk, er at hon nú bert keypir klæðir og lutir í endurnýtsluhandlum.

 

– Alt tað, sum eg eigi er endurnýtsla ella gávur, sigur hon.

–Eg eri glað fyri, at eg eri nøgd við lívsháttin hjá okkum. Tá ein finnur útav, hvussu dýrabart tað er at hava tíð til barnið hvønn dag, vil man ikki býta tað um við eina ferð til París, sigur hon.

 

Familjan er nokk
Victoria verður ofta spurd, nær Trygvi fer á stovn, ella nær hon fer undir útbúgving ella til arbeiðis aftur.

 –Tað er slett ikki tað, sum er mest umráðandi í okkara familju. Ein yrkisleið er als ikki í mínum høvdi júst nú, tí nú raðfesti eg hetta. Vit vita ikki, hvussu langa tíð vit hava við okkara børnum. Tey eldru siga øll, at tað gongur so skjótt. So hví ikki raðfesta at vera saman við teimum, spyr hon.

–Tað er harmiligt, at familjan ikki er nokk, og at tann bygningshátturin ikki er nóg góður, tá foreldrini vísa barninum, hvussu lívið gongur fyri seg, sigur hon umhugsin.

Hon heldur, at vit í dagsins samfelagi hava alt ov nógv um at vera, og tí raðfesta vit ikki tíð saman við børnunum. Heldur hugsa vit um kvalitetstíð, vikuskiftishugna og feriur. Tíðin, tá vit einki gera er eisini umráðandi og skapar eitt tilknýti, sum ikki kemst av ongum.

Og stranga fíggjarætlanin hevur eisini borið á mál. Tølini á kontuni eru ikki reyð, tá mánaðurin er av – tey hava enntá lagt til síðis hvønn mánað til eginpening, so tey kundu keypa hús. Og í nýggja árinum flyta tey eisini í egin hús.

Samfelagið átti at gjørt tað lættari
Dagsins samfelag leggur upp til, at bæði foreldrini fara til arbeiðis, og at børnini fara á stovn. Fyri nøkrum mánaðum síðani varð nógv tosað um ætlanirnar hjá nýggju samgonguni um at kommunur skulu fáa heimild til at geva foreldrum, sum ikki hava børn í ansing pengarnar útgoldnar, sum plássið á dagstovninum annars kostar kommununi.

 

Ætlanin hjá nýggju samgonguni um at lata pengarnar fylgja barninum fekk tó kaldliga móttøku í størsta andstøðuflokkinum, Javnaðarflokkinum. Millum annað varð sagt, at ætlanirnar hjá samgonguni eru ræðandi, og vandi er fyri, at stóra námsfrøðiliga arbeiðið, sum fakfólk hava bygt upp gjøgnum áratíggju, nú er fyri bakkasti.

 

– Tað er umráðadni, at man ikki bíðar, til politikarar og landið gera okkurt. Vit eiga børnini, tey eru lítil nú, og tí er tað er nú, vit mugu handla. Tað eru nógvir mátar at gera tað uppá. Alt snýr seg tó um, hvat er viktigt í okkara lívi. Øll foreldur elska síni børn, men vit vilja eisini eiga nógvar pengar, ferðast, byggja óneyðuga stór og dýr hús og vilja ikki seta okkum sjálvi til viks. Vit eru eitt sindur vilst frá tí, sum er umráðandi, staðfestir unga mamman umhugsin men tó so sera sannførd.  

 

(brot úr longri grein, sum var at lesa í Sosialinum 12.12.2019)