Áh tey stórfingnu stressaðu jól

Klumma

Tiltøk. Hugnaløtur. Veitslur. Gamlir siðir. Vitjanir. Gávukeyp...


Hóast tað enn eru góðar tvær vikur til jóla, so er ferð nú av álvara komin á jólaresið.


Tey klóku siga, at tað kann vera sera ørkymlandi at skula so nógv innan so stutta tíð, og tí eiga vit at seta okkum lægri mál á jólum, umframt at seta ferðina og forvæntningarnar niður, so vit ikki verða rakt av jólastrongd.


Í hesum døgum verða skrivaðar greinar, bloggar og síður upp og niður um, hvussu vit sleppa undan at stressa á jólum. Brævkassarnir eru fyltir við brøvum frá kvinnum í jóladesperatión, og klóku svarini siga ofta, at vit skulu velja - og kanska serliga vraka - við harðari hond, so tað ikki verður ov strævið hjá okkum.


Eg kundi tó ikki verið meiri ósamd! Ja, tað er nógv at minnast til, fara til, ordna og gera, men eg havi absolutt ikki hug til at vraka nakað. Tvørturímóti harmar tað meg ofta, at eg ikki nái at fara til enn fleiri tiltøk.


Tað er so deiligt, at vit einaferð árliga svinga okkum upp í eitt hægri gear. At vit dyrka hvønnannan og tað sosiala. Eg havi hug at spyrja: hvat so, um vit einaferð árliga verða boðin til hugna í barnagørðum, skúlum, fimleikafeløgum, frímerkjaringum og øðrum støðum, har børnini hava sína dagligu gongd? Og er tað ikki bara deiligt, at vit einaferð árliga fara í veitslu saman við starvsfeløgum, bindiklubba, barndómsvinum og øðrum í góðum lag?

Ger tað nakað, um vit einaferð árliga »eiga« at baka, pynta og hugna okkum saman við børnunum og at nýta tíð saman við familjuni? Eg havi eitt sindur ilt við at fáa eyga á, júst hvør vansin er.


Jú gamaní, víst kann tað vera strævið, og víst noyðist eisini eg at planleggja væl, renna skjótt viðhvørt og sova lítið onkra nátt, fyri at fáa alt at hanga saman. Onkuntíð renni eg kanska mestsum aftaná mær sjálvari, men hóast tað vildi eg ikki verið tað fyriuttan. Eg elski desembermánað við øllum resinum, og eg latið meg gleðiliga stressa eitt ánilsi, fyri at fáa sum mest við av øllum tí deiliga, sum stórfingnu jólini hava við sær.


Og erlig talt. Í januar og í februar hendir absolutt einki, so tá kunnu vit hvíla okkum alt tað, vit vilja, meðan vit minnast góðar og jólaligar upplivingar av øllum handa slagi.