Fyri góðum mánaði síðani gav rithøvundurin Steintór Rasmussen út barnabókina Søgusavnið, sum er ein bók við 16 ymiskum søgum. Hesar søgurnar nema við fleiri stóru spurningunum í okkara tilveru.
Steintór heldur, at tað er umráðandi, at tað eisini verður skrivað til tey børnini, sum dáma at hugsa, tosa um og greina tað, tey hava lisið. Tað er umráðandi, at hesi børnini eisini fáa ymsikt áhugavert, hugfangandi og viðkomandi tilfar á móðurmálinum. Hetta er ikki minst neyðugt í hesum døgum, nú seinastu úrslitini frá Pisa kanningini vórðu løgd fram. Niðurstøðan var, at Føroyar hava havt afturgongd í lesing og liggja langt undir miðal. Kanningin vísir eisini, at tað innan lesing er stórur munur á gentum og dreingjum. Innan allar tættirnar í lesikanningini vóru gentur munandi betri umboðaðar innan hægru førleikastigini, samstundis sum dreingir vóru meira umboðaðir á lægru førleikastigunum.
- Tíverri undra vánaligu úrslitini í Pisakanningin meg ikki. Hóast undantøk eru, so havi eg leingi havt tann keðiliga varhuga, at føroysk skúlabørn vita og lesa í minna lagi. Sum skúli royna vit at uppala og menna okkara ungdóm. Sjálvandi er tað ymiskt við áhugamálum, evnum og skapanarhugi. Soleiðis hevur tað altíð verið. Men í dag er tað ov nógv uttanífrá, sum órógvar og ávirkar skúlabarnið. Og teldan er framvegis eitt tvíeggjað svørð, sigur lærarin og barnarithøvundurin úr Klaksvík.
Í frágreiðingini um Pisakanningina varð somuleiðis mælt til, at vitanardepil fyri lesing verður settur á stovn, og at próvtøkutilfar skal vera á støði við hægstu stigini í PISA-kanningini. Harumframt varð mælt til, at føroyskt skal styrkjast sum amboðslærugrein í dagstovna- og skúlaskipanini.
Steintór Rasmussen heldur, at tað er torført at síggja neyva tørvin hjá børnunum og hvat skal gerast fyri at betra um slík úrslit.
- Børn fara til allar tíðir at vera ymisk. Lærarin kann bara royna at gera sítt besta. Hyggjuráðini eru helst, at vit hava bæði høvdið og hjartað við okkum hvønn morgun, tá vit fara til arbeiðis. Kanska kann nakað av grenjinum liggja eftir heima við hús. Vit mugu ongantíð flyta ábyrgdina hjá tí einstaka læraranum til eina fyrisiting ella rokna við, at ein ávísur pedagogikkur ella ein hækkað tímajáttan loysir allar trupulleikar. Menniskjan er ein samansettur skapningur, og tað er týdningarmikið, at vit skilja og rúma hvørjum øðrum. Eitt gott orð á vegnum kann gera undurverk. Og stimra skúlahugin. Ábyrgd skapar ábyrgd. Sjálvur trúgvi eg, at børn, sum verða hoyrd og sædd í skúlanum, verður tú sjáldan vónbrotin av. Skúlin skal vera eitt vakstrarhús, har sjálvt tær mest skroypiligu og sjáldsomu planturnar trívast og næla. Eitt lyklaorð er virðing. Eitt annað friður. Men tað er eftir mínum tykki tann góða samveran í skúlanum, sum letur upp hugans gyltastu portur, staðfestir hann.
- Tað er stórt spell, at slíkt ráðaloysi skal valda innan skúlagátt. Tað átti ikki at verið so torført at verið saman við okkara egnu børnum. Tað er framtíðin hjá komandi ættarliðum, sum alt snýr seg um. Sjálvur havi eg seinastu árini skrivað og givið út nakrar søgur, ístaðin fyri at hetta lá í einari skuffu heima. Søgunámið er úrslitið. Hóast vit liva í eini talgildari tíð, so haldi eg ikki, at vit skulu undirmeta bókina. Hon er sum lívið. Uttan aldursmark. Undirhaldandi og nemandi, sigur Steintór Rasmussen.
- Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so kallast ein av søgunum í savninum Klókasta barnið í Føroyum. Men spurningurin vil jú altíð verða, hvat sannur kunnleiki, dugnaskapur og gløggskygni er, leggur hann umhugsin afturat.