Familjuhugni fyri allar pengarnar

Føroya Symfoniorkestur skipaði fyri familjukonsertum fyrsta vikuskiftið í desember. Einari í Norðurlandahúsinum og einari í ítróttarhøllini í Runavík. Hetta er ein liður í at fáa Føroya Symfoniorkestur veruliga at liva upp til sítt heiti, sigur formaðurin í orkestrinum Poul Jákup Thomsen

Tvær familjukonsertir og knapt 1.000 áhoyrarar tilsamans. So væl eydnaðist fyrsta royndin hjá Føroya Symfoniorkestri at skipa fyri familjukonsertum og harvið røkka einum øðrum málbólki í samfelagnum enn hinar konsert-irnar, sum orkestrið vanliga skipar fyri.
Poul Jákup Thomsen, formaður í orkestrinum, sigur, at hetta eydnaðist betur, enn tey tordu at vóna undan konsertunum.
Í Norðurlandahúsinum var fullsett, 650 fólk, og í Runavík møttu yvir 300 fólk upp.
? Vit høvdu vónað yvir fólk 200 í Runavík, so tú kanst ætla, at vit eru vælnøgd, sigur ein fegin formaður í orkestrinum.
Hann heldur, at hetta var ein væleydnað roynd at fanga áhugan hjá børnunum og harvið røkka málinum, sum er, at orkestrið skal vera fyri allar føroyingar.
? Orkestrið er nú 21 ára gamalt, og forstáilsi fyri virðinum í okkara arbeiði, er munandi økt seinnu árini. So er bara at vóna, at myndugleikarnir eisini síggja tað og fara at økja játtanina, tí tónleikurin nørist væl í okkara landi, sigur Poul Jákup Thomsen.
Frásøgn
Tónleikurin á konsertini var sjálvandi valdur út til børn. Mill-um annað las Eyðun Johannesen ævintýrið Snowman. Um ein lítlan drong, sum droymir um, at hann og ein kavamaður eru á ferð.
Meðan Eyðun las, syrgdi orkestrið fyri ljóðeffektunum, og hetta riggaði avbera væl. Eisini var ein solo í ævintýrinum, og hana sang ein genta, sum eitur Connie.
Børnini sótu sum á nálum og lurtaðu eftir.
Orkestrið spældi eisini temalagið til Stars Wars. Poul Jákup sigur, at hetta var eitt verk við nógvum larmi, og tískil fall tað í góða jørð hjá børnunum.
? Tað verkið dámdi teimum sera væl, sigur hann.
Men tað var ikki bara Føroya Symfoniorkestur, sum framførdi á konsertunum. Eitt barnakór, samansett av 150 børnum úr Eysturoynni og høvuðsstaðnum, sungu kendar jólasangir, meðan orkestrið spældi afturvið.
Tað var Atli Petersen, tónleikalærari í Vestmanna, sum hevur skrivað út tónleikin til barnakór og symfoniorkestur.
Børnini stjórnaðu
Dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri er hálvi føroyingurin Benny Wilkinson. Hann er hálvur sumbingur, men er annars úr London. Hann er útbúgvin tónleikari og hevur arbeitt nógv í Reykjavik. Eisini hevur hann stjórnað fleiri kendum symfoniorkestrum í heiminum til dømis symfoniorkestrinum í Santa Pætursborg.
Hann loyvdi nøkrum av børnunum at stjórna symfoniorkestrinum, og tað hildu børnini vera sera stuttligt.
? Tað ráddi um at fáa børnini at luttaka aktivt við í konsertini, og tað haldi eg eydnaðist við, at tey sluppu at royna seg sum dirigentar og so sjálvandi felagssanginum eisini, greiðir Poul Jákup frá.
Vekja áhugan
Høvuðsendamálið aftan fyri hesar konsertirnar er at vekja áhugan hjá børnum og ungum fyri klassiska tónleikinum. Og at læra tey at lurta eftir tónleikinum, so tey kunnu síggja tann stóra dýrgripin, ið liggur í tónleikinum. Eisini tí klassiska.
Poul Jákup sigur, at Føroya Symfoniorkestur skal vera fyri øll. Hann greiðir frá, at konseptið við familjukonsertini er nakað tað sama sum við árligu nýggjárskonsertini. Har er tað eydnast orkestrinum at fáa eyguni hjá fólki upp fyri, at eitt symfoniorkestur sanniliga eisini kann spæla lættan og undirhaldandi tónleik ? umframt tey meira tungu og klassisku verkini.
? Við nýggjárskonsertini bleiv greitt fyri teimum, ið kanska ikki dáma so væl tann tunga klassiska tónleikin, at Føroya Symfoniorkestur er annað enn bara tað, staðfestir Poul Jákup og leggur afturat, at tað letur til, at børnini eisini kunnu síggja tað nú í kjalarvørrinum av fyrstu familjukonsertini.
Orkestrið er so mikið vælnøgt við fyrstu konsertirnar, at fastlagt er longu, at konsertirnar verða aftur í 2005.
? Vit hava longu bílagt bæði Norðurlandahúsið og ítróttarhøllina í Runavík, sigur hann brosandi.
Teirra vón er, at konseptið við familjukonsertini fer at verða eitt ískoyti til at skapa jólahýrin.
Positivur hugburður
Formaðurin í Føroya Symfoniorkestri sigur, at tað var leikandi lætt at skipa fyri konsertunum, tí hugburðurin bæði í Norðurlandahúsinum og frá Runavíkar kommunu var so positivur.
Norðurlandahúsið er ein konsertsalur, so har skal ikki so øgiliga nógv til fyri at skapa røttu karmarnar, meðan tað kann vera torført í einari ítróttarhøll. Poul Jákup greiðir frá, at tá tey komu til Runavíkar, var alt so gott sum klárt til sjálva konsertina. Har høvdu fólk sett ljós upp og ljóðútgerð. Høllin varð prýdd, og tað setti sín dám á.
Føroya Symfoniorkestur valdi júst Runavík sum staðið at halda ta seinnu konsertina, tí tey mettu, at tað er staðið, har møguleikin fyri at savna eina stóra fjøld av børnum uttan fyri Havnina størstur.
? Har komu børn av Eiði, Oyrabakka, Gøtu, Fuglafirði, Leirvík, ja, enntá úr Klaksvík eisini, so tað var væl mett, vil eg siga, sigur Poul Jákup.
Enn eitt mál rokkið
Familjukonsertin var sum sagt ein liður í at vísa, at Føroya Symfoniorkestur er fyri allar føroyingar. Aðrar konsertir, sum orkestrið hevur skipað fyri í hesum sambandi, er ein Beethovenskonsert, har málbólkurin vóru ung, sum hava tónleik á miðnámsskúlunum. Tey lósu um Beethoven í skúlanum og fingu so høvi til at hoyra nøkur av verkunum hjá stóra tónaskaldin-um til konsertina við Symfoni-orkestrinum.
Komandi ár verður ein konsert, har solistur, kór og orkestur fara at framføra stór kórverk. Byrjað verður við Mozart Requiem, greiðir Poul Jákup frá.
? Føroya Symfoniorkestur hevur einar fimm ella seks konsertir um árið. Allar eru tær ein roynd til at vekja størri og breiðari áhuga fyri orkestrinum. Við familjukonsertini vil eg siga, at enn eitt mál er rokkið í strembanini júst eftir tí, sigur formaður Føroya Symfoni-orkesturs, Poul Jákup Thomsen.
Næsta konsertin, sum liggur fyri framman hjá Føroya Sym-foniorkestri, er árliga nýggjárs-konsertin, sum verður tann 9. januar. 650 fólk sleppa inn til ta konsertina í Norðurlandahúsinum. Og sum skilst gongur atgongumerkjasølan sum heitt breyð.
Fólk vita, at hon verður og nær. Tey vita eisini, at grav-gangur er eftir atgongumerkj-unum, so tí eru tey í góðari tíð at ogna sær eitt.