útreiðsluvøksturin er at uppskotið sum varð samtykt í tinginum eftir kreppuna, við Norman Christensen og Edmundi Joensen á odda, ikki er sett í verk fyrr enn í undanfarnu samgongu. Til hetta er at siga, at samtyktu [...] framburðurin í samrøðuni í Sosialinum hevði eg tikið sum eina sjálvfylgju, at búskaparfrøðingurin mikli var skeivt endurgivin. Men restin av samrøðuni er eisini líka óskiljandi. "Hallið er í ordan" sigur [...] Edmund Joensen ??????????????? Formaður Búskaparráðsins, ovasti búskaparligi ráðgevin hjá landsstýri og løgtingi, búskaparfrøðingurin Herman Oskarsson tekur rívan til í Sosialinum um føroyska búskapin
vísti á, at í hesum føri kann vísundin hvørki gera frá ella til. - Vísundalig framstig eru kærkomin, tá tey kunnu verða við til at lekja ella hjálpa uppá sjúku ella brek. Tað kunnu tey ikki í hesum føri [...] um, at brekað børn eiga at sleppa at ganga í vanligum skúla so leingi til ber. - Hetta snýr seg ikki bara um tey brekaðu, men eisni um eina hugburðsbroyting í restini av samfelagnum. Ein slík kemur ikki [...] løtu og bara, um vit hava tey brekaðu ímillum okkum í gerandisdegnum, segði ein av áhoyrarnum. Kvinnan, ið sjálv er lærari, visti av egnum royndum, at í skúlaflokkum, har brekað børn eisini eru, er tolsemið
okkurin fær minst umrøðu í Dimmu, ja tað mugu vit so liva við, men so átti man at kunna kravt, at tað sum so stóð var so nøkulunda í tráð við veruleikan. Og aftur í blaðnum í gjár vóru umrøður frá hinum [...] Javnaðarflokkurin hevur sitið á samgongu, og har flokkurin hevur sitið í andstøðu. Vit hava sitið í samgongu og havt leiðsluna, og vit hava sitið í samgongu, og aðrir hava havt leiðsluna. Men ongantíð havi eg upplivað [...] flokkinum gjøgnum árini. Í samfull 23 ár hava eg (rithøvundurin) verið á hvørjum einasta landsfundi hjá Javnaðarflokkinum. Hetta hevur verið eitt tíðarskeið, tá tað bæði hevur gingið væl í samfelagnum, og tá
skipað fyri eini føroyameistarakapping í innandura rógving. Hann heldur, at ein føroyameistarakapping í rógving á maskinum kann verða við til at halda lív í kappróðrinum í vetrarhálvuni eisini, tí sum er, er [...] avgjørt, at luttakararnir í kappingini verða býttir í seks bólkar. Ein verður fyri gentur undir 18 og ein fyri dreingir undir 18. Tey yvir 18 ár verða bólkað í tveir vektarbólkar í sama kyni. Tað vil siga [...] er høvuðstuðul í kappingini. Og tey, sum gera seg galdandi í kappingini fara ikki tómhent heimaftur. Nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki fáa heiðursmerkir, umframt at vinnarin í hvørjum bólki fær
tað als ikki koma upp á tal at tingmenn skulu umrøða, um tað sum stendur í Bíbliuni er í lagi, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann leggur afturat, at parturin um skrásett parlag gongur ímóti [...] Miðflokkin við í samgongu, sigur Jenis av Rana. Høgni Hoydal vísir har aftur ímóti á, at tað stendur beinleiðis í samgonguskjalinum, at málsøkið persóns-, familju- og arvarættur skal yvirtakast í hesum valskeiði [...] tinggátt, so er flokkurin ikki longur partur av samgonguni. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur í eina tíð fyrireikað yvirtøkuna av persóns- familju- og arvarættinum, og har er spurningurin
síni krøv fram og meiri hendi ikki á tí fundinum, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í felagnum. ? Á seinna fundinum, sum var í farnu viku, legði Reiðarafelagið síni tilboð og síni krøv fram og Navigatørarnir [...] broytingar vórðu gjørdar, tí mistøk vórðu gjørd í skrivaða tekstinum. Í hesum sambandi tosaði hvørki semingsstovnurin ella Reiðarafelagið við okkum. ?Formaðurin í Reiðarafelagnum sigur, at endin var, at Re [...] 1500 BRT. Fyrr fingu teir 1/4 part eyka, men í sáttmálanum, vit hava skrivað undir, er eykaparturin hækkaður til 1/2 part. ? Um aðrar eykapartar stendur í undirskrivaða sáttmálanum, at teir skulu roknast
áhugin er stórur. Vanliga plagar luttaka í undankappingum at geva hall, men nú hava vit møguleikan at gjalda okkurt skuld aftur, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya. Hann sigur, at [...] verið meiningin alla tíðinia, men vit hava ikki havt pengarnar fyrr enn nú, sigur Poul Michelsen, formaður í grunninum fyri Tórsvøll. FAKTA Kostnaðurin fyri atgongumerki er: Forsøla: Børn 0 - 16 ár kr. 100 [...] kvøldi hittast A-landsliðini hjá Týsklandi og Føroyum á Tórsvølli. Hetta er helst størsta ítróttahending í Føroyum, og áhugin er longu stórur. Hetta er kanska eisini orsøkin til, at prísurin fyri atgongumerki
við venjaranum. Hetta segði Dánial Andreasen fyrrapartin í gjár. Nevndarfundurin í Fótbóltssambandinum verður seinnapartin í dag, og vit fara í blaðnum mikudagin at venda aftur til venjaraspurningin. [...] Nevndin í Fótbóltssambandi Føroya fer á nevndarfundi seinnapartin í dag at taka støðu til, um sáttmáli skal skrivast við tann venjaran, sum teir hava havt samband og samráðst við síðani síðst í januar. [...] gerast við ein venjara, sum skal vera í fulltíðarstarvi hjá Fótbóltssambandinum. Allan Simonsen var í parttíðarstarvi. Umframt at vera landsliðsvenjari arbeiddi hann í klædnafyritøkuni, sum hann átti saman
latin upp í hendurnar á teimum, sum forfylgdu teimum við tí úrsliti, at mong vórðu send beinleiðis í deyðan. Á tann hátt hjálpti Sveits nazistunum við at røkka sínum máli, stendur í niðurstøðuni í frágreiðingini [...] hava í mong ár funnist at Sveits, men ikki fyrr enn í níti-árunum eydnaðist tað at fáa teir sveitsisku bankarnar at lata frá sær upplýsingar um bankabøkur, sum forfylgdir jødar høvdu stovnað í Sveits [...] sum sagt arbeitt við málinum í fimm ár, og hon hevur av og á latið fyribilsfrágreiðingar frá sær. Søgufrøðingurin Jean-Francois Bergier hevur verið formaður í kanningarnevndini, og hann er alt annað enn
Og mikudagin í seinastu viku samtykti nevndin í Føroya Fornminnisfelag byggiætlanina fyri Faktorhúsunum í Klaksvík. So nú er klárt at fara undir umvælingarnar. Ein slík byggiætlan skal fyri í nevndini, tí [...] tí húsini eru friðað. Setast í stand uttan fyrst Húsini, sum leka avbera illa og eru í sera ringum standi annars, skulu gerast í stand uttan fyrst. Rammunar í teimum gomlu vindeygunum eru tikin úr og verða [...] virðið í tí gamla byggisiðinum. Húsið fer at hava sama skap sum Handilshúsini á Fitjunum í Vestmanna, sigur Mayfinn Norðoy, arkitektur á Føroya Fornminnissavni, sum tekur sær av byggiráðgevingini í sambandi