Faktorhúsini varðveitast og setast í stand

Gomlu Faktorhúsini, sum eru friðað og standa omanfyri Norðoya Fornminnissavn hava mangan verið havd á tungu um, at tey eru so illa farin og bert standa til fortreð fyri ferðsluni. Men nú er so avjørt, at tey verða verandi. Tey skulu setast í stand bæði uttan og innan

Klaksvík:
Fyri umleið einum ári síðani høvdu Norðoya Fornminnissavn, Føroya Fornminnissavn og Klaksvíkar Kommuna fund við táverandi eigararnar av Faktorhúsunum um møguligt keyp.
- Tá var tað komið so langt, at ein avgerð um, hvat skuldi henda við húsunum mátti takast, sigur Jórun Høgnesen, formaður í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs, sum leggur aftur at, at allir partar, sum sessaðust til fund vóru á einum máli um, at húsini kunnu ikki standa, sum tey standa nú.
Eigararnir seldu húsið og nýggi eigari av húsunum er Norðoya Fornminnissavn.
Og mikudagin í seinastu viku samtykti nevndin í Føroya Fornminnisfelag byggiætlanina fyri Faktorhúsunum í Klaksvík. So nú er klárt at fara undir umvælingarnar.
Ein slík byggiætlan skal fyri í nevndini, tí húsini eru friðað.

Setast í stand uttan fyrst
Húsini, sum leka avbera illa og eru í sera ringum standi annars, skulu gerast í stand uttan fyrst. Rammunar í teimum gomlu vindeygunum eru tikin úr og verða nú umvældar og síðani settar í aftur. Tekjan skal eisini skiftast. Ein partur verður flagtekja. Báðar tekjurnar á endunum, sum venda oman móti vegnum verða flag, meðan upplyfta tekjan niðaneftir verður úr jarni. Eisini skal klædningurin skiftast, og tá tað er gjørt, er arbeiðið uttan so gott sum liðugt.
Ætlanin er, at tá húsini eru liðug uttan, at tey skulu síggja út, sum tey gjørdu í 1929. Orsøkin til at júst henda tíðin er vald, er at tá høvdu húsini flagtekju og annars sama skap og stødd, sum tey hava í dag.
- Ætlanin er, at varðveita húsini soleiðis, at klaksvíkingar síggja virðið í tí gamla byggisiðinum. Húsið fer at hava sama skap sum Handilshúsini á Fitjunum í Vestmanna, sigur Mayfinn Norðoy, arkitektur á Føroya Fornminnissavni, sum tekur sær av byggiráðgevingini í sambandi við Faktorhúsini.
Hann heldur, at tað er sera løgið, at nærum onki gamalt hús við flagtekju er eftir í einum so slíkum býi, sum Klaksvík.
-Ein orsøk kann vera, at býurin hevur verið væl fyri fíggjarliga gjøgnum árini og tí hevur útskiftan verið av húsum. Men Faktorhúsini koma so at vera eitt av teimum, sum verða varðveitt, sigur Mayfinn.
Hann leggur afturat, at meiningin er, at húsini skulu hava eina útsjónd, sum talar til fólkið.
Mayfinn væntar, at tað fer at taka umleið tveir sumrar at gera uttaru síðurnar á húsunum í stand. Hvat skal gerast við tey innan, verður ikki avgjørt fyrr enn støða er tikin til, hvat húsini skulu nýtast til. Tað verða Norðoya Fornminnissavn og Klaksvíkar Kommuna, sum avgera tað.
- Men væntast kann tó, at húsini verða nýtt til ymisk mentanarlig endamál, heldur Jórun Høgnesen.
Hon greiðir frá, at Kommunan stuðlar Norðoya Fornminnissavni árliga við eini upphædd, sum verður ásett fyri eitt ár í senn. Tað vil siga, at tað er ein fastur postur á fíggjarætlanini hjá Býráðnum, men upphæddin er ikki tann sama hvørt ár.


Deyðsfella ella ikki
Tað er ongin loyna, at Faktorhúsini eru í sera ringum standi og tískil treingja til eina kerliga hond. Men tað eru samstundis tey, sum halda, at húsini eru ein deyðsfella í ferðsluni. Tí, um ein hyggur at vegastrekkinum, sum tey standa við, so standa tey mitt á vegnum. Um húsini ikki vóru har, so var vegurin handanvegin beinur og breiður. Tað er meira enn so komið fyri, at bilar hava rent á húsið.
Men Jógvan Ravnsfjall á Norðoya Fornminnissavnið heldur, at húsini eru bert ein deyðsfella fyri tey, sum ikki duga at koyra bil. Meðan onnur vilja vera við, at tað er gott at húsini standa har, tí tey eru ein náttúrlig forðing fyri, at ferðin á hasum vegastrekkinum fer ov langt upp.
Faktorhúsini vóru bygd í 1838 og vóru tá sethúsini til handilin. Sjálvur Faktorurin búði har. Og eisini hava krambakallar búð har. Tað vóru tvær íbúðir í húsunum líka, inntil tey seinastu fluttu úr teimum fyri einum tíggju til tólv árum síðani. Tey, ið seinast búðu inni í húsunum vóru eftirkomarar hjá Kjartan og Júttuni Lutzen.