DYSTUR
11. juni umleið klokkan sjey á kvøldi hittast A-landsliðini hjá Týsklandi og Føroyum á Tórsvølli.
Hetta er helst størsta ítróttahending í Føroyum, og áhugin er longu stórur.
Hetta er kanska eisini orsøkin til, at prísurin fyri atgongumerki eisini røkkur nýggjar hæddir.
Ert tú seytjan ár ella eldir, skalt tú gjalda 250 kr. fyri eitt atgongumerki til dystin í forsølu. Tey, ið eru sekstan ár og yngri, sleppa inn fyri hundrað krónur.
Hetta er væl meira, enn vanligi kostnaðurin hevur verið seinastu árini, men tá hevur tað heldur ikki verið Týskland, sum hevur vitjað.
7. apríl byrjar forsølan til dystin. Eisini her eru broytingar gjørdar í mun til undanfarnu dystir. Til ber ikki longur bara at fara á posthúsið at keypa sær eitt atgongumerki. Til dystin móti Týsklandi kunnu atgongumerkini bíleggjast frá FSF.
Ísak Mikladal upplýsir, at frá 3. apríl at rokna verður gjørligt at heinta bíleggingarskjal av heimasíðuni hjá FSF. Forsølan heldur fram til 5. mai. Verður útselt verður sjálvandi steðgað áðrenn.
Bíleggingar verða bert góðtiknar, um tær verða sendar beinleiðis til FSF og upplýst verður navn og bústað á hvørjum persóni fyri hvørt atgongumerki.
?So hvørt sum bíleggingar verða góðkendar, fær bíleggjarin fráboðan um hetta, við upplýsing um plássini og við áheitan um at rinda fyri atgongumerkini, ein freist verður sett fyri nær rindast skal, um ikki verður goldið til tíðina, verða atgongumerkini seld øðrum.
Tey, sum hava rinda fyri atgongumerkini, fáa hesi sendandi 10 dagar áðrenn dystin, sigur Ísak Mikladal.
Til ber at biðja um ávís pláss, men tað er ikki vist, at alt letur seg gera.
4650
Tórsvøllur hevur í alt eini 6.000 setur. Vitjandi liðið fær 10% av atgongumerkjunum at selja til sínar áskoðarar, t.e. 600 áskoðarar.
Ísak Mikladal sigur, at hesi atgongumerki langt síðani eru seld. Fótbóltssambandið vil hava upplýst frá týska fótbóltssambandinum, DFB, navni á hvørjum áskoðara, og ferðingin til og úr Føroyum skal upplýsast, og innivist í Føroyum skal kunna ávísast.
?Vit gera hesi átøk fyri betri at kunna stýra gongdini, soleiðis at tað ikki koma ov nógv fólk, sum ongastaðni hava at vera, sigur Ísak Mikladal.
Afturat teimum sekshundrað atgongumerkjunum til áskoðarar fær DFB 150 atgongumerki til sínar stuðlar.
Týskararnir fara eftir ætlan at sita við húsið á langsíðuni vesturreftir, soleiðis at týskarar fara at fylla tað mesta av hesi síðuni.
FSF fer væntandi at nýta 600 atgongumerki til sínar stuðlar v.m., og hetta merkir, at 4.650 atgongumerki verða seld almenninginum, sigur Ìsak Mikladal.
Vinningur
Dysturin móti næst besta landsliðnum í heiminum fer væntandi at kasta heilt fitt av peningi av til Fótbóltssambandið.
?Vit rokna við, at tað verður útselt til dystin. Àbendingar siga okkum, at áhugin er stórur. Vanliga plagar luttaka í undankappingum at geva hall, men nú hava vit møguleikan at gjalda okkurt skuld aftur, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.
Hann sigur, at hetta er besta lutakastið hjá føroyska landsliðnum, síðani farið varð upp í altjóða kappingar fyri skjótt fimtan árum síðani.
?Tað gongur ikki, at vit skulu bíða fimtan ár afturat, sigur Ísak Mikladal.
Umskipan á Tórsvølli
Til dystin móti Týsklandi sleppa fólk ikki longur at ganga á asfaltinum rundanum vøllin.
Fólk skulu í framtíðini venja seg við, at hvør tribuna hevur sína inngongd.
Tórsvøllur hevur fingið játtað pening frá Tórshavnar kommunu til at gera hetta arbeiðið, og samstundis verða eisini nøkur nýggj WC sett upp til hvørja tribunu.
?Hetta hevur verið meiningin alla tíðinia, men vit hava ikki havt pengarnar fyrr enn nú, sigur Poul Michelsen, formaður í grunninum fyri Tórsvøll.
FAKTA
Kostnaðurin fyri atgongumerki er:
Forsøla:
Børn 0 - 16 ár kr. 100,00
Vaksin 17 ár og eldri kr. 250.00
Við inngongdina:
Børn 0-16 ár kr. 140,00
Vaksin 17 ár og eldri kr. 300,00
Atongumerkini verða seld í forsølu frá mánadegnum 7. apríl. Almenningurin hevur møguleika at keypa 4.650 atgongumerki.
Bíleggjast skal við navni og bústaði á hvørjum einstøkum persóni, ið ynskir at ogna sær atgongumerki