Tað átti ikki at verið nøkur sum helst orsøk til, at Dimmalætting gevur landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum tað skoðsmál, at hann var merktur av máttloysi, soleiðis sum teirra yvirskrift ljóðar. Veruleikin var beint tann øvugti. »Ongantíð verið á so kveikjandi landsfundi«, var tað fólk søgdu, sum dúgliga hava vitjað landsfundirnar hjá flokkinum gjøgnum árini.
Í samfull 23 ár hava eg (rithøvundurin) verið á hvørjum einasta landsfundi hjá Javnaðarflokkinum. Hetta hevur verið eitt tíðarskeið, tá tað bæði hevur gingið væl í samfelagnum, og tá tað hevur gingið út av lagi vánaliga. Hetta hevur somuleiðis verið eitt tíðarskeið, har Javnaðarflokkurin hevur sitið á samgongu, og har flokkurin hevur sitið í andstøðu. Vit hava sitið í samgongu og havt leiðsluna, og vit hava sitið í samgongu, og aðrir hava havt leiðsluna. Men ongantíð havi eg upplivað ein landsfund, sum var meira kveikjandi enn hesin, sum vit høvdu seinasta vikuskiftið suðuri í Hvalba.
Tí havi eg sera trupult við at skilja, hví Dimmalætting, sum hóast alt hevði ómakað sær at senda eitt umboð til landsfundin, fær tað burturúr, at hesin var merktur av máttloysi. Eg má her leggja aftrat, at blaðkvinnan hjá Dimmalætting kom fyrst á fundin á middegi leygardagin, tá bert temaorðaskiftið og val av starvsnevnd o.ø. var eftir á skrá. Hon fekk av tí orsøk hvørki frágreiðingarnar og viðmerkingarnar frá feløgunum ella formansrøðuna og aðalorðaskiftið um hana við.
Nú skal ein varða seg fyri at vera ov atfinningarsamur mótvegis fjórðu statsmaktini, men skulu vit politikkarar virða tað, so mugu fjølmiðlarnir eisini royna at bera boðskapin nøkulunda rættan út. Og greinin sjálv, sum greiðir frá landsfundinum, er heldur ikki serliga nógv í samsvar við yvirskriftina. Greinin ella frágreiðingin leggur í staðin rættiliga stóran dent á mín persón og mín leilut og so á leiklutin hjá ávísum tingmanni, sum tíverri ikki var við á landsfundinum. Tað í sjálvum sær er rættiliga løgið, tá hugsað verður um, at hetta var ein landsfundur, sum politiskt sveimaði víða um ítøkilig mál. Men av einari ella aðrari orsøk viðger man heldur tað, sum ikki var á fundinum, heldur enn at viðgera tað, sum veruliga fór fram.
Greinin nevnir tó m.a., »at fundurin var á ein hátt konstruktivur, og nógv mál fingu rættiliga áhugaverda umrøðu. Ítøkiligir loysnir vóru ikki nógvar, men viðkomandi spurningar vóðu settir til eitt nú familjupolitikk, kommunupolitikk og privatiseringar.« Jú, sanniliga vóru eisini ítøkiligar loysnir við í viðgerðini m.a. til fiskvinnupolitikkin, miðfyristingina, pensjónsmálið og familjupolitikkin.
Hví Dimmalætting skal hava nakra sum helst orsøk til at senda henda boðskapin út, sum teirra yvirskrift týsdagin boðar frá um máttloysi, tað veit eg ikki, men eg kann sjávandi gera mær mínar tankar um tað. Og hesir tankar harma meg.
Tríggir flokkar høvdu landsfund um vikuskiftið, og at størsti flokkur nevniliga Javnaðarflokkurin fær minst umrøðu í Dimmu, ja tað mugu vit so liva við, men so átti man at kunna kravt, at tað sum so stóð var so nøkulunda í tráð við veruleikan. Og aftur í blaðnum í gjár vóru umrøður frá hinum báðum landsfundinum og tøgn um Javnaðarflokkin. Tað er so eitt journalistiskt val, og tað skal eg ikki blanda meg uppí. Men hví vit skulu skírast máttloysingar, ja tað lysti meg at vitað.
Nú er tað ikki so long tíð gingin, síðan nakrir flokkar lótu teirra landsfundir upp fyri fjølmiðlunum, sum annars er vanligt í londum rundan um okkum. Men hesin møguleiki hjá fjølmiðlunum forpliktar eisini fjølmiðlarnar til so at royna at fáa rætta samanhangið burturúr. Tað kann væl ikki vera meiningin, at eitt blað í hesum føri Dimmalætting brúkar henda møguleika at mála eina aðra mynd av Javnaðarflokkinum enn hana, sum er.
Eg ætli mær ongan journalist at skjóta, men so má eg eisini kunna krevja, at flokkurin, sum eg eri formaður fyri, ikki verður skotin í staðin. Opinleikin forpliktar báðar vegir.