nýtt verður í ár eisini møguleiki at svimja, tað er ikki roynt áður, men vónandi verður undirtøkan góð eisini til tað. Ein stórur partur av skránni er sjálvandi, at boðskapurin um Jesus verður boðaður [...] í ár verður skipa fyri tveimum legum fyri brekað og avvarðandi teirra í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er 4. árið, ið skipað verður fyri slíkum legum, og hava tær verið væl vitjaðar tey undanfarnu árini. Á [...] Leguhúsinum. Hetta verður gjørt fyri at øll kunnu verða við, og fáa nakað burturúr, uttan mun til hvat brek tey hava. Legurnar verða 19.-21. sept. og 26.-28. sept. Tilmelding fer fram á tlf. 15339, 14464
metadátugrunn til m.a. hetta endamálið, og er eisini peningur settur av til hetta á fíggjarlógini. Náttúran hevur tørv á verju, og fyri at verja er neyðugt at vita, hvat krevst. Tí verður náttúruøkið raðfest [...] í vár fingu vit endiliga eina tíðarhóskandi náttúruverndarlóg. Fyri at lógin skal virka til fulnar, er neyðugt at raðfesta økið fíggjarliga. 1,4 mió kr. eru tí settar av í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024
framd av OECD triðja hvørt ár, er grundað á námsfrøðiligt og vísindaligt granskingararbeiði. Tað eru næmingar í 9. flokki, sum eru við í kanningini. Endamálið við hesi kanning er at staðfesta, hvussu skúlaverk [...] skúlaverk og næmingar okkara eru fyri samanborið við skúlaverk og næmingar í øðrum londum, og hvat vit eiga at gera fyri alla tíðina at betra um skúlan. Føroysku úrslitini í PISA royndunum 2022 vísti eina serliga [...] stýra okkara skúla, har vit eintýðugt tillaga okkara skúla fyri at fáa góð úrslit í PISA. Men PISA er ein roynd millum aðrar, og eitt metingaramboð millum onnur, sum mátar ávísa vitan og førleikar hjá
num kommunumálum ein grein 52a fyrispurning um kommunuvalið. Ítøkiliga spurdi hann soleiðis: 1. Hvat er endamálið við at hava mark fyri, hvussu nógv valevni kunnu standa á sama lista til kommunuval? 2 [...] kommunuvalið í 2024 gekk í síni heild? Til fyrru spurningarnar sigur landsstýrismaðurin, at endamálið er helst at tryggja fólkaræðisligan dynamikk við at eggja til fleiri listar, men í viðmerkingunum til [...] farið verður undir at eftirhyggja kommunuvallógina við tí fyri eyga at gera broytingar. Eingin ætlan er um hetta í løtuni, sigur hann. Til síðsta spurningin - um hvussu landsstýrismaðurin heldur, at kommunuvalið
saman við allari verfamiljuni. Tað sigur Gunnar Hjelm og leggur afrat, at tey eta dunnu jólaaftan. Hvat verður etið á jólum annars? - Jóladag eta vit ofta fleiri sløg av kjøti, eitt nú svínakamb, rullusteik [...] rullusteik, lamskjøt, og aðrar tíðir eta vit ræst. 2. jóladag eta vit ikki nakað ávíst. Men, tað er altíð nokk av góðum mati um jólini. Keypir tú jólagávur? - Eg keypi gávur til mína góðu konu og børnini. Restina [...] jólini fyri teg? - Jólini hava stóran týdning fyri meg, har vit minnast, at Jesus varð føddur, sum er tann størsta gávan, sum varð givin. Gunnar Hjelm sigur, at hugnin saman við familjuni við spølum, skemti
jólagávur at keypa. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Hetta er tíðin, tá vit hugna okkum, njóta friðin og løturnar saman við okkara nærmastu. Hetta er eisini tíðin, tá eg lurti eftir jólatónleiki, sum eg elski [...] Tá taka vit okkum av løttum, ganga í pyjamas allan dagin og njóta friðin. Tað sigur Gudni Olsen. Hvat eta tit á jólum? - Jólaaftan eta vit dunnu í Kvívík og 2. jóladag, tá vit fáa tey nærmastu á vitjan [...] elski. Hevur tú eitt jólaynski? - Ja, mítt jólaynski er, at vit øll fáa eini góð og friðsæl jól, sigur Gudni Olsen. Lesið eisini um Fríðu Slyne, sum misti pápan fyrr í ár - * https://www.in.fo/news-det
Jazeera varð tað tjóðartingslimurin, Ayman Odeh, sum avbreyt Donald Trump. So, tað er í løtuni eitt sindur ógreitt, hvat veruliga gekk fyri seg í ísraelska tjóðartinginum, tá amerikanski forsetin helt røðu [...] Trump millum annað: - Vit savnast í dag við gleði, vón og nýggjari trúgv. Hetta er ikki bara endin á einum kríggi, men hetta er eisini endin á einum tíðarskeiði við yvirgangi og deyða, legði hann aftrat.
Freistandi er at spyrja, hvat fuglafrøðin man siga um, at lírin er so seinur á flog, sum líkt er til, at hann hevur verið í heyst. Líradagur er 26. august. Tá plagdu menn at draga líra. Nakrar dagar út [...] Fuglafrøðin hevði ivaleyst hildið, at tað er undantak, at onkur líri er so seinur avstað, nú vit eru í endanum av oktober. Men, so er ikki. Lírin í kvøld er einki undantak. So seint sum 2. oktober tók [...] tikin við lykt, er fuglur, sum kemur út úr holu síni, tá kvøldið kemur, tí nú nærkast tíðin at flúgva úr reiðrinum. Líkt er til, at skrápurin antin hevur vorpið seint í ár - ella, at ungin er seint vorðin
Upsi er vorðin virðismikil fiskur. Tað er ikki nú sum fyrr, at lítið fæst fyri hetta fiskaslag. Tá prísurin á upsa er góður, og prísurin á hýsu er lágur, er prísmunurin á hesum báðum fiskasløgum ikki tann [...] fyrraárið. Hann vísir á, at tað er gott tekin, tá nógv er til av smáum fiski í einum fiskastovni, og soleiðis er eisini, nú nógvur smáupsi er á havleiðunum. - Nú vita vit ikki enn, hvat stovnsmetingarnar fyri upsa [...] tátta í einar 12 krónur fyri kilo, og tá er lítil munur upp til prísirnar á hýsu og toski 4 og 5. Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at upsastovnurin er rímiliga væl fyri, tó at stovnsmetingarnar
inum upplýsti løgreglan, at kvinnan, sum er 46 ára gomul, er í lívsvanda. Maður hennara (46) er annar, ið eisini er skotin, og síðan er ein annar maður, sum er 44 ár. Øll trý hoyra ? sambært norskum fjølmiðlum [...] Sandefjord. Kvinnan er til viðgerðar á universitetssjúkrahúsinum í Ullevål og er í lívsvanda. Maður hennara er eftir hvat skilst ikki í lívsvanda, men hin maður, sum eisini varð skotin, er álvarsliga meiðslaður [...] fólkunum, sum lógu eftir á fyrrapartin í dag. Sambært løgregluni er eingin av teimum trimum deyður, tó at kvinnan er í lívsvanda, og annar maðurin er álvarsliga meiðslaður.